Skúlarnir í Klaksvík

8 June 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Undanfarna býráð tók stig til at umskipa skúlabygnaðin í Klaksvík, men framdi ikki samanleggingina í verki. Avgjørt varð at seta fyribils skúlastjóra við Skúlanum á Ziskatrøð at arbeiða fyri einum samstarvi millum skúlarnar við einari samanlegging fyri eygað.


Nú hevur málið fingið aðra vend. Hetta býráðið heldur fast um tveir skúlar og tvær skúlaleiðslur. Fyribils setti skúlastjórin hevur ført fram, at hann var settur í starv við skeivum fortreytum og at Klaksvíkar kommuna gjørdi skeivt at byggja nýggjan skúla við Ósánna. Harafturat hevur verið ført fram, at býráðssamtyktin verður eitt afturstig fyri Klaksvíkina.


Samanleggingin miseydnað
Sjálv havi eg leingi havt greiða støðu til hetta mál. Góðar skúlar fremur tú ikki við leiðslum, størri eindum, samanleggingum ella bygningum. Góður skúli verður skaptur inni í skúlanum. Tað er fyrst og fremst millum lærarar og næming, læra fer fram. Tað er við fakligari dygd, góðari námsfrøði og framsøknari leiðslu, vit útbúgva bæði børn og vaksin. Ein broyting í skúlabygnaðinum má tískil hava hesar fortreytir, skal hon hava nakað endamál.
Tíverri var lítið og onki á borðinum, ið kundi týtt upp á eina væleydnaða samanlegging fyri skúlarnar í Klaksvík. Skúlastýrini, sum eru tilmælandi myndugleiki, vóru ikki samd; og lærararnir á skúlunum hava havt víst seg at verið í tvíningum. Harafturat var leiðslan, ið helst hevði tikið yvir ein samlaðan skúla, als ikki sinnað til hesa samanlegging. So signalini til myndugleikarnar vóru greið: gongdin at samansjóða var miseydnað.


Smærri skúlar fyrimun
Sjálv eri eg púra sannførd um, at smærri skúlar, tvs. tveysporaðir skúlar, hava betri fortreytir at rigga og kunnu hava bæði fakliga og trivnaðarliga yvirvág. Tað hevur verið ført fram, at fakliga umhvørvi hevði verðið styrkt av eini samanlegging. Mentanarnevndin gjørdi av at spyrja myndugleikar til ráðs, nú støða skuldi takast til hetta mál. Føroya Lærarafelag metti, at eitt fakligt umhvørvi er tó meira tengt at eini framsøknari leiðslu og starvsfólkum annars, enn at støddini av starvsfólkahópinum.


Og Føroya Lærarafelag metti eisini, at við eini felags leiðslu átti heilt víst at verið rúm fyri rationaliseringum innan umsiting. Tey vístu hinvegin á, at tað er serliga tann námsfrøðiliga og tann sjónliga leiðslan, ið dentur verður lagdur á í skúlahøpi. Hetta er ein avbjóðing sum er, og avbjóðingin verður ikki minni í eini størri skúlaeind, vístu tey á. Men allarstørsta dent løgdu tey á, at í møguligari samanlegging eiga lærarar at vera partur av tilgongdini, teir skulu kunnast og hoyrast, skal samanleggingin eydnast væl!

At talan er um nakað afturstig skulu klaksvíkingar og norðoyingar ikki ræðast, tí tað er tað ikki talan um, tvørturímóti. Tí mangt talar fyri at hava skúla tveysporaðan, ikki bara í Føroyum, men aðra staðir við. Skúla og læru fremur tú bara inni í skúlastovuni. Tað er lærarin og børnini, sum saman skapa læru. Allar aðrar kringumstøður kunnu ávirka læruna: skúlabygningar hava nógv at siga fyri trivnaðin, áhugin hjá læraranum fyri starvi sínum er somuleiðis í fremstu røð. Men at áleggja úr erva týðandi broytingar, sum helmingurin av starvsfólkunum er ímóti, og komandi leiðsla ongan áhuga hevur fyri, tað er í míni verð at kroysta omanyvir skipanina; og mín støðutakan er grundað á, at hetta gagnar hvørki læru, børnum ella foreldrum.


Skúli og nærvera
Sjónarmiðini, ið tala fyri smærru eindunum, eru mong. Tað verður ført fram, at ikki er altíð skilagott at trunka ov nógv av sama aldursbólki saman, tá tosað verður um børn. Í aldrinum 13-17 trívist og alist ov nógv av tí minni hepna so sum happing og mistrivnaður. Í byrjanarundirvísing er sama galdandi: tað sera umráðandi, at lærari og leiðsla síggja hvønn einstakan næming til fulnar alla tíðina.

At byggja stórar skúlar við størri eindum til tess at skipa undirvísingina øðrvísi nýtist ikki at hava nakað at gera við at hava fleiri enn tvey spor, tí eini 40 til 50 fólk í sama rúmi er eisini tvey spor. So her er bara spurningur um at skipa skúlan námsfrøðiliga, so fær ein júst tann skúlan, ein vil hava -størri flokseindir, um tað er námsfrøðiliga skilagott, ella smáu flokkarnar, sum nú er.


Talis-kanningin gjørd í 2009 í 17 OECD londum umframt 7 øðrum londum vísti, at í Danmark var miðal skúlastøddin 340 næmingar, í Íslandi 267, í Noregi 243 og fyri alt Talis-økið 489 næmingar. Eitt hava pisaúrslitini kring heimin eisini víst, at størri skúlar megna ikki betri úrslit, enn teir smáu. Og hinvegin ber til at siga, at minni skúlar hava minni happing, størri nærveru og tískil helst eisini betri trivnað.


Færri lærarar til hvønn næming
At próvføra fyri einum skúla í Klaksvík grundað á ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni við royndarvirksemi og eftirútbúgving av lærarum, haldi eg vera ivasamt. Tí vit hava fingið at vita frá Mentamálaráðnum, at tað verða sparingar. Samanlegging fer at hava færri leiðslutímar við sær, størri flokkar og færri lærarakreftir. Og royndarvirksemið, landsstýriskvinnan í mentamálum, egnir við, verður bert fíggjað í tann mun landsstýriskvinnan sjálv loyvir á hvørjum ári.


So eg eri vís í, at størri skúlaeind og sparingarnar hjá landsstýrinum hevur tær avleiðingar, at flokkarnir gerast størri, færri lærarakreftir og tískil eisini færri lærarar til hvønn næmingin og færri krónur til skúlaøkið í Norðoyggjum. Hetta er ikki gott fyri frálæru, líkamikið hvørja námsfrøðiliga hugsjón, hetta verður pakkað inn í. Og tað eiga vit sum varða av børnunum ikki at taka undir við. At skúlatilboð í Klaksvík telur meir enn tann eina skúlan kann bara vera ein fyrimunur.


Skúlabygging og skúlabygnaður
Stórir trupulleikar eru á skúlaøkinum í Klaksvík, tað er ongin loyna og kann heldur ikki koma óvart á nakran. Skúlin á Ziskatrøð er óhóskandi og lítið virðiligur fyri okkara ungdóm. Har eigur ongin króna at vera játtað til henda bygning, -nýbygging er einasti vegur. At byggja Skúlan við Ósánna er hvørki mistak ella lappaloysn –men onki minni enn megnar avrik, tá hugsað verður um, hvønn hugburð politikarar í Klaksvík hava havt til skúla mong tey seinastu árini. Men henda bygging er bert fyrsta byggistig av trimum. Tí nú eiga vit at byggja ein tilsvarandi skúla afturat. Og triðja byggistig eigur at umfata øll hini niðurraðfestu økini sum skúlabókasavn, serskúla, matarstað og hølir til heilsufrøðing o.a., ið skúlarnir skulu hava í felag.


Skúlin og miðbýurin
Skúlan eiga vit at fata sum eina heild, liggjandi á skúlaøkinum í miðbýnum. Vit eiga at hugsa um at menna miðbýin og ikki koma okkum í ta støðu, sum fleiri aðrir býir, at miðbýurin liggur deyður og bert hýsir skrivstovum og bankum, ið hava ráð at halda til har. At halda fast við skúlarnar í miðbýnum skapar lív og trivnað; børnini skulu mynda býin við yðjandi lívi. Og í miðbýnum skulu børn og foreldur hava tveir góðar skúlar, ið bæði samstarva og kappast um at vera best. Nú skulu vit sum kommuna saman við Mentamálaráðnum tosa um skúla, trivnað og námsfrøði uttan at peningur ella skúlabygnaður verður avgerandi. Og skipa okkara skúlar sum vit sjálvi vilja: við góðum og kreativum innihaldi –størri ella smærri flokkum, sum lærarar og leiðslur sjálv halda vera ráðiligt. So fara vit bæði at duga og at orka betur at skipa skúla, tá væntaða kommunu samanleggingin kemur.

Óluva Klettskarð, býráðslimur