Skrivligir fyrispurningar frá Tórbirni Jacobsen

8 April 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen


Skrivligur fyrispurningur til
Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum

Løgtingsmál nr. S-52/2009: Viðvíkjandi tíðaravmarkaðum starvssetanum hjá stjórum og leiðarum í almenna geiranum

1. Hvat er hugsjónarliga og praktiska grundarlagið undir eini tíðaravmarkaðari starvssetan?

2. Hvør er munurin á eini tíðaravmarkaðari (ella áramálsavmarkaðari) starvssetan av stjórum og leiðarum í almenna geiranum og eini vanligari starvsetan, har ongin avmarking er uttan aldur og vanligar agareglur sambært almennum regluverki?

3. Hvussu nógvir stjórar/leiðarar eru áramálsstarvsettir í Mentamálaráðnum, stovnum undir ráðnum, annaðhvørt stýri er ímillum ella ikki, og mentanarligum stovnum, har Mentamálaráðið í stóran mun tekur lut í fíggingini av rakstrinum (Listasavnið t.d.)?

4. Hvør er vanliga tíðaravmarkingin í hesum størvum, og hvørjar eru treytirnar hjá teimum starvssettu lønarliga t.d., í mun til tað, sum kann rópast fyri vanligar starvssetanir?

5. Er tað ein av treytunum við áramálssetanini, at størvini skulu lýsast leys, áðrenn tíðaravmarkingin er rokkin? Er hetta ein meginregla, ella finnast undantøk í hesi serligu skipan, sum kunnu verja eitt framhald í starvinum, uttan at tað er lýst leyst at søkja hjá viðkomandi í starvi ella øðrum?

6. Finnast stjórar/leiðarar í geiranum hjá Mentamálaráðnum, ið vóru starvssettir við tíðaravmarking, men sum sita í starvinum/størvunum, hóast farið er um evsta mark, og starvið/størvini ikki eru lýst leys at søkja, soleiðis sum hugtakið tíðaravmarkað starvssetan eigur at vera tulkað sambært vanligari fatan?

7. Er hetta soleiðis, hvør er so orsøkin til tað, og halda viðkomandi stjórar/leiðarar fram í starvinum undir somu serligu treytum sum frammanundan?

8. Er nýggj tíðaravmarking ásett í hesum førum, ella rullar starvssetanin víðari, eins og var tað ein vanlig starvssetan uttan tíðaravmarking?

9. Lúka viðkomandi stjórar/leiðarar fakligu treytirnar, sum Mentamálaráðið eigur at krevja av teimum, eisini í mun til m.a. altjóða savnspolitikk og í mun til tær ætlanir, politiska skipanin hevur viðvíkjandi útbúgvingum, ið skulu lyftast upp á eitt hægri støði, t.d. kundi ein spurningur verið, um hvørjar fakligar førleikar Mentamálaráðið krevur av eini leiðslu, sum skal útbúgva fólk til bachelor-støði eitt nú á Vinnuháskúlanum?

10. Heldur landsstýrismaðurin hesi ”by-passini” í mun til tíðaravmarkaðar starvssetanir vera rímiligar í mun til tey starvssettu, ið kundu søkt av nýggjum, og serliga í mun til onnur, ið kundu hugsað sær at søkt størvini?

Viðmerkingar:
Fyri at ongin misskiljing skal standast av hesum fyrispurningi, skal eg beinanvegin leggja dent á, at hann ikki verður settur fram í mun til teir persónar, sum nú manna leiðara/stjóra-størv í almenna geiranum.

Í mong ár hevur eitt standandi kjak verið í Føroyum um hesi viðurskifti. Vanliga siðvenjan var, at ongar tíðaravmarkingar vórðu ásettar, táið fólk vórðu sett í almenn leiðarastørv. Fyrimunir kundu vera við hesi mannagongd, men fleiri mundu samstundis vera av tí áskoðan, at ein misjavnt skikkaður almennur stjóri kundi gerast ein fótongul fyri menningina hjá tí stovni, viðkomandi skuldi leiða eitt heilt arbeiðslív.

Fleiri tíðaravmarkaði leiðarastørv eru síðani sett í almenna geiranum. Vansin kann verða, at kontinuiteturin verður lakari, ímeðan vinningurin er, at ein lakur almennur stjóri kann skiftast út, táið eitt ávíst áramál er rokkið. Hetta seinra kann gerast vinningur fyri stovnin og samfelagið. Tað man vera hendan heilgarderingin, sum ætlað var, táið hetta slagið av starvssetan gjørdist meira vanlig.

Í mong ár varð yvirhøvur hildið fast um prinsippið í áramálsstarvsetanum, t.v.s., at størvini vórðu lýst leys av nýggjum í góðari tíð fyri evsta mark í starvssetanini. Hesi seinastu árini er skipanin tó farin at ”glíða” av álvara ”í køkingini”. Almenn leiðarastørv, sum frá byrjan vóru áramálssett, eitt nú í fimm ár, sum hevur verið tað vanliga, hava í fleiri umførum í seinastuni ikki verið lýst leys av nýggjum, táið tíðarskeiðið var umliðið. Stjórar/leiðarar halda bara fram, sum um onki var hent. Serliga er tað Mentamálaráðið, sum í fleiri førum er farið lættliga um prinsippið, sum átti at verið ráðandi í hesum starvssetanum.

Almennu undanførslurnar fyri at ”skoyta elegant” yvir ætlanina við áramálsstarvssetanum hava ikki verið serliga haldbarar. Tær hava verið meira íspunnar enn veruligar, sambært fatanini hjá mongum, og tær hava á ongan hátt tænt teimum, sum sita í hesum størvunum. Hesi hava sama møguleika sum øll onnur at søkja størvini av nýggjum, í næstu áramálssetanini, og eru hesi serliga væl skikkað til at røkja størvini, so skuldi ongin forðing verið fyri, at viðkomandi fingu størvini aftur. Hetta hevði eisini givið øðrum, sum halda seg vera skikkað, ein møguleika fyri at søkt størvini. Megnar almenna skipanin ikki at halda seg neyvt til sínar egnu skipanir og at fyrihalda seg objektivt til umsøkjarar til almenn leiðarastørv, hvørjar agaskipanir kunnu tá roknast við verða hildnar hesum viðvíkjandi aðrar staðir í landinum?

Gráa zonan, sum serliga Mentamálaráðið hevur knæsett hesum viðvíkjandi, síðani núverandi landsstýriskvinna í mentamálum varð sett í starvið, tænir ongum endamáli. Tá er betri annaðhvørt at venda aftur til gomlu skipanina ella at halda fast um prinsippið í áramálsstarvssetanunum, hóast seinri møguleikin tykist vera trupul at fremja í verki hjá eitt nú landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø.

Á Løgtingi, tann 7. apríl 2010


Tórbjørn Jacobsen


------


Skrivligur fyrispurningur til
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum

Løgtingsmál nr. S-51/2009: Viðvíkjandi bakkaverju í Fámjin

1. Hvør er orsøkin til, at tað hevur tikið so órímiliga drúgva tíð at loysa málið um bakkaverju í Fámjin?

2. Hvørjar ætlanir hevur Innlendismálaráðið viðvíkjandi bakkaverju í Fámjin?

3. Hevur Landsverk gjørt nakrar ítøkiligar tekniskar fyrireikingar soleiðis, at farast kann undir arbeiðið beinanvegin, um fíggjarligu fyritreytirnar annars eru í lagi?

4. Er nøkur skikkað meting gjørd av kostnaðinum sambært heildarætlanini, sum Landsverk umrøður í sínum seinasta skjali í málinum?

5. Hví varð ongin roynd gjørd frá politiskari síðu at loysa málið umvegis løgtingsfíggjarlógina fyri 2010, og hví finst hendan ætlanin heldur ikki í nýliga framløgdu løguætlan landsstýrisins fyri 2011 og heldur ikki í langtíðarløguætlanini fram til og við 2015?

6. Ber til at finna fígging til arbeiðið í skipanini hjá Landsverki/Innlendismálaráðnum í verandi ári (2010)?

7. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa soleiðis fyri, at fígging verður tøk til arbeiðið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2011?

Viðmerkingar:
Sambært almennum innliti, sum undirritaði hevur fingið í skjøl hjá Landsverki, hevur Famjins Sóknar Kommuna hin 29. februar 1984 søkt Løgtingið um stuðul til lending og brimverju. Søkt varð um hálva mió. kr. Hvørja lagnu umsóknin fekk, veit spyrjarin ikki.

Sama árið sendir kommunan aftur eitt skriv norð um fjørðin. Hesaferð er tað stílað til Landsverkfrøðingin. Brævið er sent 8. mars 1984 og journaliserað hjá stovninum hin 15. mars 1984. Í hesum brævinum verður sagt soleiðis frá: ”Undirritaða Fámjins bygdaráð loyvir sær hervið at heita á Landsverkfrøðingin um at gera nakað við vegin, sum gongur frá ”Brúgvaroyri” til ”Ánna Miklu”, tí sum nú er, er tað stórur vandi fyri, at brimið kann fara við vegnum. Viðmerkjast má eisini, at høvuðsvatnveitingin liggur framvið bakkanum, eisini SEV og telefonkaðalin liggur framvið.”

Fyrsta skjalið eftir hesa umbøn er dagsett í Øravík hin 2. desember 1999. Tað er Hermundur Michelsen, sáli, sum vegna Landsverkfrøðingin heitir á bygdarnevndina í Fámjin um at selja stovninum umleið 2.580 fermetrar av jørð fram við umrødda vegi. Orsøkin er, at farið er út um mark, táið vegurin varð gjørdur.

4. apríl 2002 hava Fámjins bygdarnevnd og Landsverkfrøðingurin v/Asbirni Mortensen gjørt eina skrivliga semju í málinum. Landsverkfrøðingurin fær 2.913 fermetrar av matr. nr. 99 í Fámjin og 45 fermetrar av matr. nr. 113 í Fámjin til vegabreiðking. Endurgjaldið fyri jørðina er sambært semjuni: ”Landsverkfrøðingurin leggur grót fram við sandabakkanum, soleiðis sum hjálagda skitsa vísir, umleið 300 rúmmetrar, hampar afturumaftur og reinsar Ánna Miklu niðri í mølini, tá bygdanevndin og Landsverkfrøðingurin meta tørvur er á tí.

Í trimum støðum verður gjørt soleiðis, at gott er hjá fólki og kríatúrum at ganga millum sandabakkan og fjøruna. Hetta verður gjørt samstundis, sum grótið omanfyri verður lagt.” Báðir partar eru samdir um, at teir vilja hava broytingina bókaða í skjølum matrikulsins og í tingbókini, uttan at skeyti tó verður gjørt.

Fyrsta skjalið eftir hetta tykist vera eitt notat, sum Levi Hentze fulltrúi hevur skrivað í 2008. Hann staðfestir, at Landsverk fyri langari tíð síðan hevur heitt á Matrikulstovuna um at býta omanfyrinevnda økið burtur av teimum báðum ognunum. Hetta hevur sambært seinra stovninum ikki verið møguligt, tí at bara heilir lutir kunnu verða frábýttir. Fyrst í mars mánaði 2008 fær málið tó eina vend, táið fulltrúin skrivar í sama notati, at nú hevur Matrikulstovan sagt, at teir kunnu avgreiða málið. Hetta samsvarar eisini við eitt bræv í málinum, sum Umhvørvistovan hevur sent Landsverki hin 5. mars 2008.

16. november 2008 sendir Fámjins Kommuna Innlendismálaráðnum, v/Anniku Olsen, eitt bræv viðvíkjandi bakkaverju í Fámjin. Brævið er undirritað av Elini Nielsen, Arna Nielsen, Niels Jákupi T. Nielsen, Tórhalli Mortensen og Sóley Joensen. Sagt verður: ”Vegurin fram við strondini í Fámjin er landsvegur, og í bakkanum niðan fyri vegin liggur høvuðsvatnleiðingin hjá Fámjins kommunu.

Tann stóri og prýðiligi strandbakkin, ið hevur verið niðanfyri vegin, er minkaður ár undan ári av brimi, og í støðum er bakkin at kalla heilt burtur, og mølin komin heilt at vegnum. Umframt tað sera keðiligu ávirkanina á bygdarmyndina, er eisini vandi fyri landsvegnum. Hetta hevur Landsverk eisini sæð, og í 2004 skrivaði Landsverk undir bindandi avtalu við bygdarnevndina í Fámjin um at keypa umleið 3000 fermetrar av sandbakkanum til vegabreiðking, og at endurgjaldið fyri hetta keyp er, at Landsverk bindur seg til at tryggja sandbakkan, við at leggja grót framvið, umframt at hampa økið aftaná. Fámjins Kommuna hevur ríkiligt av mold tøka, ið Landsverk kann fáa til hampan av strandbakkanum. Hervið vil Fámjins kommuna heita á landsstýriskvinnuna um sum skjótast at bera so í bandi, at Landsverk kann halda ta avtalu, teir hava bundið seg til.”

Í einum skjalið, sum er dagsett í Øravík hin 22. januar 2009, skriva teir báðir Asbjørn Mortensen og Finnleif Durhuus eitt notat til málið. Teir staðfesta í stóran mun tað oman fyri umrødda, og skera út í papp, at tað seinasta ið hent er í málinum, er ein teldupostur, sum Landsverk hevur sent Matrikulstovuni hin 11. mars 2008 - við talgilda kortinum at gera broytingina í matriklinum eftir.

6. februar 2009 skrivar Kaj Johannesen, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, Oyvindi Brimnes ein teldupost, har fyrrnevndi heitir á Landsverk, um at gera viðmerkingar til skriv og møgulig uppskot til svar til viðheft skriv, dagfest 16. novmeber 2008, og móttikið bræv hin 5. januar 2009.

3. mars 2009 svarar Landsverk aftur. Umframt at sama søguliga gongdin verður endurtikin, skriva teir, at Landsverk ikki hevur mett seg føran fyri at fara undir hetta arbeiðið við teirri vanligu rakstrarjáttanini til landsvegahald. Hartil meta teir, at hesi atlit skulu takast, táið farið verður undir verkætlanina:

• at gera rætta og vælvirkandi brimverju
• at øll landafrøðilig og estetisk atlit verða tikin
• at náttúruverndarlig atlit verða tikin
• at avrenningarviðurskiftini oman fyri vegin verða tryggjað
• at ongar forðingar viðv. grindadrápi verða gjørdar
• at atgongd til mølina verður tryggjað, etc.

Til endans staðfestir Landsverk, at nevndu viðurskifti gera, at neyðugt verður at taka málið upp til nýggja viðgerð soleiðis, at ein heildarætlan fyri økið kann verða gjørd, sum kann verða góðkend av øllum viðkomandi myndugleikum.

Teirra leysliga meting var fyri einum góðum ári síðani, at kostnaðurin fór at liggja um eina mió. kr., og at arbeiðið fór at taka eitt ár at fremja. Til seinast siga teir, at neyðugt verður við eini løgujáttan til endamálið, og at hendan møguliga kann koma undir trygdartiltøk.

Aftaná hendan lesturin má ásannast, at hetta lutfalsliga lítla málið – fíggjarliga í hvussu er – hevur tikið órimiliga drúgva tíð at loysa. Royndirnar við bakkaverju hava verið góðar aðrar staðir í Suðuroy, og vónandi fer tað at bera landsstýrismanninum til at fáa til vega fíggingina soleiðis, at hetta mál kann loysast skjótast gjørligt.

Á Løgtingi, tann, 7. apríl 2010

Tórbjørn Jacobsen