Skrivligur fyrispurningur
til
Kaj Leo Johannesen, løgmann
Løgtingsmál nr. S-56/2009: Viðvíkjandi lønarlagnum í almennum ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum
1. Hvørji og hvussu mong ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir (har landið eigur meira enn helmingin av partapeninginum) sita hjá og undir almenna geiranum?
2. Hvussu mangir eru hesir sessirnir, og hvussu mong eru tey, sum manna hesar sessir?
3. Hvør er almenni politikkurin samsýningum viðvíkjandi, táið tað snýr seg um at gjalda fyri arbeiði gjørt í ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum ?
4. Hvussu stór var samlaða upphæddin hesum viðvíkjandi árini 2004-2009 (einsæris – og bæði árini íroknað)
5. Hvussu stórar vóru upphæddirnar í hvørjum ráði, bólki, nevnd og partafelagsnevnd sær, við navns nevnilsi, og hvussu var býtið ímillum nevndarformenn og vanligar nevndarlimir í t.d. partafeløgum, har landið eigur meira enn helmingin av partapeninginum – hetta yvirlitið skal eisini umfata árini 2004-2009, og nýggjar ásetingar í 2010, um tær finnast?
Viðmerkingar:
Spurningurin hevur almennan áhuga yvirhøvur og serliga nú, tað sansar at í fíggjarliga høpinum allar staðir. Tey eru mong, ið hava ta fatan, at settir verða bólkar, ráð, nevndir og partafelagsnevndir upp á hvamsvís, og at tað sjáldan hoyrist um, at nakað av hesum forum verða tikin niðuraftur, heldur ikki táið arbeiðsuppgávan er endað.
Lætt skuldi verið at funnið fram eitt yvirlit yvir alt hetta almenna høpi. Fyri víst meini eg, at eitt slíkt yvirlit varð gjørt stutt eftir, at Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður í 2004, harvið skuldi svarið kunna funnist í eini dagføring av táverandi yvirliti.
Spurningarnir verða settir fyri, at svarini kunnu geva eina mynd av, hvussu nógv orka verður brúkt í almenna geiranum til endamál, sum høpini eru sett niður til at tæna. Teir verða eisini settir fyri at fáa staðfest, hvør støðan er í mun til nógvar av teimum ”leysasøgum”, sum ganga um, at hesi høpi meira og minni ráða sær sjálvum, táið tað snýr seg um samsýningar úr almenna kassanum umvegis ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir.
Á Løgtingi, 8. apríl 2010
Tórbjørn Jacobsen
---------
Tórbjørn Jacobsen
løgtingsmaður
Skrivligur fyrispurningur
til
Kaj Leo Johannesen, løgmann
Løgtingsmál nr. S-57/2009: Viðvíkjandi akfarsparkini hjá teimum almennu Føroyum
1. Hvør er almenni politikkurin akførum viðvíkjandi, t.v.s., hvussu skulu almennir stovnar, nevndir, partafelagsnevndir o.s.fr. fyrihalda seg viðvíkjandi tí at ogna sær akfør til starvsfólk í almennari tænastu?
2. Hvussu mong rullandi akfør eiga tær almennu Føroyar, og hvussu mong eru hesi í hvørjum einstøkum geira inni í almenna geiranum, t.d. hjá Posta, Vága Floghavn, Fiskiveiðieftirlitinum o.s.fr.?
3. Hvør var samlaði innkeypsprísurin fyri verandi ”akfarsflota” í øllum geiranum og í hvørjum felag og stovni sær?
4. Hvat var bókaða virðið av verandi ”akfarsflota” ultimo 2009, býtt sundur á sama hátt sum í omanfyrinevnda spurningi?
Viðmerkingar:
Tey, sum dagliga aka á landsvegum okkara, hava lagt til merkis, at almenni ”akfarsflotin” er munandi bólgnaður hesi seinastu árini. Bara ein túrur úr t.d. Eysturoynni suður til Havnar er ein váttan um, at landið í diversum høpum hevur ognað sær eitt ótal av akførum av alskyns slagi. Og mangan eru hetta akfør í tí heilt dýra endanum, sum ein privatur stjóri tók til nú ein dagin: ”Man kennir seg lítlan við einum 6 ára gomlum djipi fyri kvarta mió. kr., táið eitt alment CO2 dýr hjá tí almenna, fyri áleið eina mió. kr., á eini hissini arbeiðsvitjan leinar upp í túninum.”
Ivaleyst hevur landið ein politikk, táið tað snýr seg um viðurskifti av hesum slagi. Ovasti leiðari landsins eigur at geva eina nágreiniliga frágreiðing um viðskiftini, spurd eru um omanfyri.
Á Løgtingi, 8. apríl 2010
Tórbjørn Jacobsen
-------
Tórbjørn Jacobsen
løgtingsmaður
Skrivligur fyrispurningur
til
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum
Løgtingsmál nr. S-55/2009: Viðvíkjandi umsóknum, tilmælum og játtanum í sambandi við konto nr. 15.37.4.07 (Orkumál(stuðulsjáttan)) á løgtingsfíggjarlógini
1. Hvør var tilmælandi partur hjá landsstýriskvinnuni, táið umsóknir til konto nr. 15.37.4.07: Orkumál (stuðulsjáttan), skuldu viðgerast fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga, og hvaðani kom tilmælið/tilmælini um at býta tær 5 mió. kr. út í stuðli í 2009?
2. Var samsvar ímillum endaliga fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga tilmælið og endaligu politisku avgerðina um, hvussu býtast skuldi, táið 4 umsóknir av 23 fingu 5 mió. kr. av 20 mió. kr. í stuðli?
3. Um ósamsvar var ímillum fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga tilmælið og endaligu politisku avgerðina, hvussu sær hendan ósemjan tá út í krónutølum og navnsgivnum umsøkjarum?
4. Politiska avgerðin hjá landsstýrismanninum endaði sambært egnari heimasíðu við, at fýra navngivin feløg fingu ávikavíst 4,023 mió. kr., 0,5 mió. kr., 0,3 mió. kr. og 177 túsund kr. Er hetta sama býtið, sum mælt varð til frá tilmælandi parti/pørtum?
5. Hvussu mangar umsóknir eru komnar Innlendismálaráðnum í hendi í 2010 til tær 4 mió. kr, sum settur eru av til hetta sama endamál í verandi ári, og hvussu mong eru umsøkjandi feløgini/persónarnir og ávíkavísu krónuupphæddirnar?
6. Er fakligt/umsitingarligt/fyrisitingarligt tilmæli gjørt í málinum hesa ferð, og hvussu sær hendan raðfestingin út í krónum og nøvnum?
7. Um politisk avgerð er tikin um býtið, táið hesin spurningurin verður svaraður, hvat gjørdist tá endaliga úrslitið?
8. Er samsvar ella ósamsvar ímillum metingarstøðið hjá tilmælandi parti/pørtum landsstýriskvinnunnar og politisku kriteriini hjá landsstýriskvinnuni, táið støða verður tikin til býti av stuðulsjáttanum sum hesari?
Viðmerkingar:
Á heysti 2008 varð dúgliga kjakað um áneyðirnar fyri, at hinar almennu Føroyar gjørdust stuðulspartur í royndum at menna loysnir innan varandi orku og orkukeldur, eitt nú vindorku, sólarorku, vatnmegi, aldumegi, sjóvarfalsmegi o.s.fr. Úrslitið gjørdist, at settar vórðu av 5 mió. kr. til endamálið á fíggjarløgtingslógini í 2009. Í mestan mun kom hetta í sum politiskt mál, orsakað av eini semju í Fíggjarnevndini, táið álit skuldi skrivast nakað fyri jól í 2008. Í verandi fíggjarári eru settar av 4 mió. kr. til sama endamál.
Politiska søgan sigur okkum, at skjótt er at glíða í køkingini, táið tað snýr seg um almennar stuðulsjáttanir. Ráfiskagrunnabjølgurin, sum brast í 1992, er besta dømi um tað. Helst var fakliga/umsitingarliga/fyristingarliga lendið ov veikt, og tí hoyknaði politiska valdið undir trýstinum frá diverse lobby´um.
Harvið sigur søgan okkum, at neyðugt er at vera á varðhaldi almennum stuðulsjáttanum viðvíkjandi. Heilt frá byrjan. Alternativ orkumál er enn eitt lítið mál, men soleiðis sum heimurin er samanskrúvaður ídag í mun til framtíðina, bendir alt á, at hetta skjótt kann gerast ein stór vinna, sum eisini fer at gera royndina at lofta sær í almenna peningageiranum.
Spyrjarin fekk alment innlit í málið, spurt verður um, fyri kortum. Orsøkin til spurningarnar er, at vantandi innlitið avdúkar, at okkurt ikki ruggar heilt rætt í málinum. Spyrjarin fekk sendandi fleiri hundrað síður av við- og óviðkomandi tilfari, men júst tey vitalu skjølini, ið skuldu geva svar upp á spurningarnar omanfyri, vóru tilvitað hildin aftur í Innlendismálaráðnum. Hetta gevur ein mistanka um, at landsstýriskvinnan hevur eitthvørt at fjala í málinum, helst tí at onki samsvar er ímillum tilmælini og politisku avgerðina um, hvussu játtanin skuldi býtast.
Orsøkin til omanfyrinevndu spurningar liggur í almennum samskifti dagarnar 17.-18. mars 2009. Í innlitinum, spyrjarin hevur fingið, sæst, at Anni á Hædd hin 17. mars 2009 kl. 10.46 sendir Anniku Olsen og Rúna Joensen ein teldupost, sum er soljóðandi: ”Góða Annika, hjálagt er viðgerð og tilmæli av nevndu umsókum. Vóni tú fært brúkt hetta sum grundarlag at taka avgerð um stuðul. Eru spurningar, so lat okkum tosa um hetta og snikka upphæddirnar til, so tað blíva 5 mió. kr. at luta út. Heilsan. Anni.”
18. mars 2009 kl. 13.18 svarar Rúni Joensen teldupostinum hjá Anni, og í honum verður tilskilað, hvørjum Annika Olsen hevur gjørt av at stuðla sambært omanfyrinevndu umsóknum. Anni á Hædd fær boð um at avgreiða málini samsvarandi hesum. Kl. 16.34 sama dagin svarar Anni á Hædd soleiðis: ”Kann eg fáa eitt lyklaorð ella tvey um, hvat tykkara grundgeving er (mín undirstriking – tj.) fyri at lata hesum verkætlanum stuðul, so eg kann geva teimum skrivliga tilsøgn og gera uppskot til tíðindaskriv? Anni”
Táið tað sambært einum rykkjara til Innlendismálaráðið og samsvarandi svari ikki ber til at fáa alment innlit í viðgerðina og tilmælini frá fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga myndugleikanum (sum man vera Umhvørvisstovan) og alt sambært samskiftinum bendir á, at avgerðirnar bara eru politiskar/persónligar, mega spurningarnir setast. Fæst ikki svar á hendan hátt, verður málið í fyrsta lagi latið Landsstýrismálanevndini at taka støðu til.
Á Løgtingi, 8. apríl 2010
Tórbjørn Jacobsen