Skriv til løgtingsformannin

2 December 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Fyrrverandi løgtingsformaðurin Finnbogi Ísakson, sáli, skuldi einaferð siga um ein annan politikara, at styrki hansara var, at hann ongantíð var har sum tað hendi. Hendan vælsmíðaða og speiska viðmerkingin kom mær til hugs, nú tingformaðurin kendi seg noyddan at slíta tingfundin av tí orsøk, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki møttu til at svara týdningarmiklum spurningum, sum tingfólk ætlaðu at seta teimum.

Fyrr á degnum varð boðað frá, at vinnumálaráðharrin Jóhan Dahl, sum vanligt hevði eg nær sagt, ikki ætlaði sær at møta á tingfundinum. Seinri varð greitt, at løgmaður ikki var tøkur at svara 4 munnligum fyrispurningum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið annars brúkar tingið sum dagdvølju, táið hann onga uppgávu hevur at røkja í parlamentinum, gjørdi í dag tað sum hann er vorðin mest kendur fyri, ikki at møta tá 4 sera týðandi fyrispurningar skuldu setast honum.

Hetta er ein demonstrativ forakt, ja, hetta er størsta vanvirðing løgmaður og lands-stýrismenn kunnu sýna landsins evsta valdi, Føroya løgtingi. Hetta er ætlað ella óætlað, tað veit onkur, eitt álop á fólkaræði, sum als ikki kann góðtakast. At ein andstøða verður blokkerað í síni demokratisku røkt av samfelagnum á tann hátt, at ein meiriluti, ein samgonga, ikki vil hava viðkvæmar samfelagsspurnignar svaraðar og viðgjørdar, og at hetta tekniskt verður skipað á tann hátt, at landsstýrismenn og landsins ovasti umsitingarligi leiðari totalt ignorera andstøðuna og tingi, eigur sjálvandi at fáa onkrar avleiðingar. Hesar liggja sjálvandi bara í fólksins hondum, táið valstøðini verða latin upp næstu ferð. At væntað, at hesir sum nú sita við valdinum fara at taka betri partar fyri seg, er meira enn bara ein farri av fatalistiskari vanahugsan.

Teir spurningar sum undirritaði ætlaði at seta fram á tingfundinum skulu allir umskipast til § 52a spurningar. Heitt verður hervið á formannin og umsiting hansara um at skipa fyri hesum.

Spurningarnir eru hesir:

No. 20: Til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi lógardygd og um undantaksstøða er lýst í landinum (upprunaliga ein spurningur hjá Høgna Hoydal.)

No. 21: Til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi fiskirættindum og tilfeingisgjaldi (upprunaliga ein spurningur hjá Høgna Hoydal.)

No. 22: Til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi áramálssettum starvsfólkum.

No. 24: Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi Fiskiveiði-eftirlitinum.

No. 25: Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi svartkjaftakvotuni. í 2010.

No. 26: Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi Fiskiveiðiskipanarnevnd.

No. 27: Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi vinnuligum fiskiskapi.

NB: Spurningarnir eru talmerktir soleiðis, sum teir vóru skipaðir til tingfundin í dag.

Við frændakvøðu

Tórbjørn Jacobsen