Skipað uppvenjing til øll sjúku- og vanlukkurakt

2 November 2012
Skrivað hevur
Meiningar


Tá Tað er sjálvandi gott at búfólk á røktarheimum, og eldri yvirhøvur, fáa venjing og uppvenjing. Tað skulu tey fáa og tað er neyðugt fyri lívsgóðsku og heilsu.
Men tað eru altso eisini yngri fólk, ið hava tørv á uppvenjing, og harvið størri lívsgóðsku og betri heilsu. Hvørt ár eru tað fleiri fólk, ið verða rakt av blóðtøppi, heilabløðing, vanlukku og ymiskum sjúkum, ið viðførur skerdan førleika. Hesi hava onki skipað tilboð um uppvenjing.

Tá tosa verður um uppvenjing, er tað kropsliga sera nógv í fokus, men vit mugu ikki gloyma at vit ikki bert eru kroppar. Vit mugu hava eina heildarætlan fyri uppvenjing, har endamálið er at endurvinna likamligu, sálarligu og sosialu førleikarnar, sum eru neyðugir fyri at megna gerandisligt virksemi og virkna luttøku í samfelagnum.

Her má Tórshavnar Kommuna gera sítt fyri at stuðla undir hesum virksemi. Kommunan skal lurta eftir og taka ímóti ráð frá teimum, ið arbeiða innan økið. Í felag skulu vit lyfta uppgávuna og gera tað besta fyri teir borgarar, ið hava tørv á hjálp at endurvinna heilsu, tað verði seg bæði kropsliga, sálarliga og sosialt.

Vit eru nógv, ið vita um ella kenna fólk, ið stríðast við hesi viðurskifti. Lat okkum fáa raðfest og skipað økið til frama fyri borgara og kommunu!


Marja L. Gjógvará