Skeytið

15 September 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Frá morgunstundini hoyra vit, at valluttøkan er lítil í Føroyum. Hetta er ringt tekin, tí sambandsfólkini, í Sambandinum og Javnaðinum, fara trúliga á val. Hesum er siðvenja fyri. Tjóðskaparmenninir hava altíð havt eina meira ambivalenta støðu til hetta fremmanda val. Hava av góðum grundum ikki skilt týdningin í hesum og tí hava sessirnir ofta verið mannaðir við tveimum samríkismonnum.

Høvdu tjóðskaparflokkarnir kastað saman til valið í dag, á einum lista, høvdu báðir sessirnir verið mannaðir við annaðhvørt fólki úr Tjóðveldinum ella Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum ella Framsókn. Hvar Miðflokkurin hongur í politisku sferuni, er ein temperamentspurningur frá degi til dags.

Í ringasta føri kann tað henda í dag, at báðir stólarnir verða mannaðir við sambands- ella samríkismonnum. Tað einasta, sum kann forða hesum, soleiðis sum uppstillað er, er at tjóðskaparfólk fara á val seinrapartin, og at tey ikki balkanisera atkvøðurnar í tjóðskapargeiranum, soleiðis, at vit ikki smokka niður ímillum leigulendingarnar í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.

Siti her tíðliga á morgni og skoði yvir á Washington Monument. Obeliskurin, sum slotar upp í skýferðina, er reistur til heiðurs fyri George Washington. Fyrsti forsetin, hann sum stóð á odda fyri loysingarstríðnum andvegis bretum. Obeliskurin var í drúgva tíð hægsta bygningsverk í heiminum og monumentið var tikið alment í nýtslu 9. oktober 1888.

Í Havn stendur Kongaminni, hevjað úr føroyskari jørð til heiðurs fyri Christiani IX, konungi dana. Hetta hendi í 1882. Og her er onki broytt.

Men júst í hesum spenninum, ímillum obeliskin í Washington og hann á Gripsheyggi, stendur tað klassiska stríðið um frælsi og ófrælsi og ídag so ítøkiligt ímillum sambandsflokkarnar og tjóðskaparflokkarnar í Føroyum.

Amerika valdi frælsi og søguna um nýggja heimsveldið kenna øll. Í Norðurhøvum liggur eitt danskt hjáland. Skeytið til matrikkulin er veðsett í stjórnastovum í Keypmannahavn. Fullveldi yvir oyggjunum liggur í Keypmannahavn. Bara ein meiriluti av Føroya fólki kann taka avgerðina, um at flyta skeytið til matrikkulin Føroyar heimaftur, har sum upphavsrætturin ósvitandi og óreingiliga liggur. Í Føroyum.

Farið á val allar tjóðskaparkvinnur og menninir við ! Latið okkum taka hesar sessirnar ídag, til frama fyri stríðið um tjóðina, men eisini fyri at forða grátikonunum og hjálandatrællunum í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum í, at spenna bein fyri frælsinum.

Tórbjørn Jacobsen