Skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu liggur um 650 mió kr um árið. Beinleiðis rakstrarútreiðslurnar eru oman fyri 500 mió kr. Tað, sum harímillum er, er tøkt til neyðugar íløgur.
Nú var tað soleiðis, at Tórshavnar kommuna, sum tá hevði eina árliga fíggjarætlan upp á 200 mió kr, skyldaði heilar 800 mió kr, tá veitslan í áttiárunum var av. Nítiárini vórðu brúkt til at gjalda hesa skuldina niður, og hesi árini vóru tí fáar íløgur gjørdar í menning. Síðani aldarskiftið eru gjørdar nógvar alneyðugar íløgur.
Tað byrjaði við dagstovnunum og øðrum fyrst í øldini, og hildið er fram við skúlum, ítróttarhúsum og vøllum eins og ymsum infrastrukturi á landi og móti sjónum. Hetta hevur bøtt almikið um tey tilboð, sum Tórshavnar kommuna kann geva borgarunum, hevur økt munandi um trivnaðin í kommununi og sjálvsagt eisini kostað nakað.
Men fíggjarstøðan hjá kommununi er góð, hóast vit hava tikið eitt sindur av láni til tess at fáa gjørt nakrar av teimum neyðugu íløgum, sum vórðu lopnar um í nítiárunum, tá tann stóra skuldin varð gnagað avaftur.
Tilsamans hevur kommunan lán upp á 150 mió krónur. Hetta er munandi minni, enn vit kunna skylda.
Kommunulógin sigur, at ein kommuna kann hava eina netto skuld, sum er ájavnt við eina álíkning. Tað er í okkara føri 650 mió kr. Sambært einum yvirliti frá Fíggjarmálaráðnum yvir kommunalu roknskapirnar fyri 2011 hevði Tórshavnar kommuna eina nettoáogn upp á 65 mió kr við árslok 2011.
So Tórshavnar kommuna er í roynd í veru ein av teimum kommunum, sum upp á seg skyldar minst - og vit gjalda lánini niður á hvørjum ári sambært lánitreytunum.
Skatturin upp og niður
Skatturin er eitt evni í dagsins orðaskifti. Samgongan millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum við hepnari hond hevur stýrt kommununi síðani 1. januar 2005, hevur mett tað neyðugt at hækka skattin tvær ferðir.
Í 2005 varð hann hækkaður 1 prosent til tess at kunna rinda fyri árligu meirútreiðslurnar av barnaverndarøkinum, sum kommunurnar yvirtóku frá landinum. Vit hildu tað vera rímiligt, at skuldu vit átaka okkum umsiting og fleiri útreiðslur frá landinum, so máttu vit hava inntøkur til tess, tí landið kom ikki við pengum.
Í Tinganesi var mikil goragangur um okkara stig, tí tað varð hildið at taka róman av einum skattalætta, sum tey royndu at fyrigykla fólki tá.
Í hesum valskeiðnum hava vit eisini hækkað kommunuskattin 1 prosent. Tær milliónirnar, sum árliga eru komnar inn av hesi hækking, vórðu allar markaðar til tað alneyðuga Boðanesheimið, sum er um at vera liðugt.
Heimið verður væntandi klárt at fara inn í til heystar. Tá hava skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu bøtt almikið um støðuna hjá sínum gomlu, ið hava staðið á longum bíðilistum eftir neyðugum røktarheimsplássum í áravís.
Okkara partur av Boðanesheiminum er fult goldin við eyka skattaprosentinum.
Vit nevndu, tá vit hækkaðu seinast, at skatturin fór at vera settur niðuraftur. Tí fer ein lækking ætlandi at liggja í fíggjarætlanini, sum Tórshavnar kommuna fer at gera í heyst.
Hvussu lækkingin verður býtt, er ein annar spurningur. Okkum í Tjóðveldi hóvar best, at tey við teimum lægru inntøkunum fáa mesta fyrimunin.
Jógvan Arge, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi