Aftur einaferð er javnaðarblaðið Sosialurin farið at sýna áhuga fyri floksskattinum, sum fólkatingslimir hjá Tjóðveldinum gjalda. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tema, síðani flokkurin aftur fekk umboðan í 2001. Fyrsta og einasta umboð floksins fyri tað var Erlendur Patursson, sáli, sum umboðaði flokkin á Danatingi í sjeytiárunum.
Vitsti man ikki betur, so kundi ein skjótt fingið ta fatan, at Sosialurin nú stillar upp til fólkatingsvalið, annaðhvørt einsamallur við einum valevni ella í eini heilagari socialdemokratiskari alliansu við Javnaðarflokkin ella eitt av valevnum hansara.
Síðani seinasta objektiva flísin fór út ígjøgnum hurðina í Miðlahúsinum, í halaferðini á Jan Múlleri, havi eg ikki tíma at brúkt orku til at lesa javnaðarblaðið, men onkuntíð ringir serliga tann eini vinmaðurin til mín, tá okkurt heilt serligt er á vási. Nú ein dagin var tað eitt óvanligt statement, har blaðið ger sítt valevni til politiskt halgimenni. Hesin hevði sagt eitthvørt klókt, og blaðstjórin endar greinina við saluttinum: “Hetta kundi sjálvt Petur Mohr Dam ikki sagt betri !” Nærri einum politiskum Várharra slepst ikki.
Í gjár var vinmaðurin aftur á tráðnum. Nú var javnaðarblaðið enn einaferð farið í holt við fólkatingslønina hjá okkum, sum hava umboðað Tjóðveldi á Danatingi hesi seinastu 10 árini. Blaðstýrarin hevur totalt fokus á Tjóðveldi, í hvussu er tá hann er vakin, dreymar hansara kann onkur annar týða, men tað undrar, at sjóneykan ongantíð verður sett á aðrar flokkar, tá um hesi viðurskifti ræður.
Fyri 10 árum síðani sótu vit í Ullvøruhúsinum, har vit tá hildu til, og fyrireikaðu uppstillingina til fólkatingsvalið. Floksskattur var eitt av viðgjørdu evnunum, um vit fingu umboðan. Semja varð um, at frælsisrøddin úr Føroyum á ongan hátt skuldi fjøtrast av eini danskari løn, tí var avgjørt, fingu vit umboðan, at viðkomandi skuldi lata tað í floksskatti, sum var omanfyri eina vanliga løgtingsmannaløn.
Høgni Hoydal varð valdur. Hetta hevði við sær, at undirritaði, sum næstvaldur á listanum, sat á Fólkatingi frá desember mánaða 2001 fram til mars mánaða 2004. Tað fyrstu tíðina sum fólkatingsmaður burturav, tí eg var ikki løgtingsmaður tá. Høgni var, sum tey flestu vita, varaløgmaður hesa tíðina. Nakað eftir valið tóku vit stig til at seta á stovn “Fólkatingsgrunnin”, har omanfyri nevndi floksskattur síðani er goymdur og partvíst brúktur. Sjálvur umsiti eg grunnin og í nevndini sita Høgni Hoydal, Heini O. Heinesen og Tórbjørn Jacobsen.
Høgni hevur verið valdur danatingsmaður øll hesi árini, men ávís tíðarskeið hava onnur loyst hann av. Sjálvur tey fyrstu árini, ella rættari í hálvttriðja ár, og síðani Sjúrður Skaale frá 19. februar til 08. september 2008 og Annita á Fríðriksmørk frá 09. september til 23. oktober 2008.
Høgni, Annita og undirritaði hava goldið rættstundis til grunnin sambært semjuni, sum varð gjørd í flokkinum fyri 10 árum síðani, meðan núverandi valevnið hjá Sosialinum og Javnaðinum ikki hevur goldið klovið oyra av floksskatti í grunnin, fyri teir slakar 7 mánaðirnar, hann hitaði sessin fyri Høgna á Danatingi.
Annars er um grunnin at siga, at vit fyri árum síðani gjørdu sáttmála við Jákup Thorsteinsson, sála, um at skriva søguna hjá tjóðskaparligu loysingarrørsluni í Føroyum. Tíverri andaðist hesin mæti søgufrøðingur alt ov tíðliga, men handritið til fyrra partin av hesi søgu liggur at kalla klárt til prentingar, og hesum verður virkað við í løtuni. Tingingar eru við annan søgufrøðing um at taka táttin upp eftir Jákup, soleiðis, at hendan søgan fulltikin kann vera skjalaføst hjá ókomnu ættarliðum okkara. Grunnurin var júst stovnaður fyri at lynna undir føroyskt tjóðskaparstríð.
Skrivað, fyri at ongin ivi skal vera um hvussu hesi viðurskifti eru skipað í Tjóðveldinum.
TórbjørnJacobsen