Skattaætlan Landsstýrisins = Verulig skattahækking fyri tey flestu

16 December 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Eru føroyskir politikarar ikki greiðir yvir álvarsligu búskaparstøðuna, ið vit eru partar av ?


Halda vit ikki at vit verða ávirkað av tí, ið fyrigongur seg í alheims búskapinum í løtuni ? Hevur tað ongan týdning at veita 265 mió. kr. í skattalættum uttan at hesin hevur veruliga fígging aftanfyri seg ?
Og ynskja vit at stættarmunurin í Føroyum skal økjast ?

Hetta eru spurningar, ið ikki áttu at verið neyðugir at seta, men við politikkinum, ið er serveraður fyri føroyingum í veruligum lógaruppskotum hesa vikuna, so eru hetta vorðnir sera viðkomandi spurningar.

Europa í stórum búskaparligum aldudali

Mánadagin bórust hesi tíðindini til europeisku londini.

Eitt av heimsins størstu metingarfeløgum – Standard&Poor’s sendi út ávaring til 14 av størstu europeisku londunum, at hesi nú skulu vænta sær lægri rating. Talan er um nærum øll Euro-londini – eisini Týskland og Frakland.

Høvuðsorsøkin er, at skuldarkreppa ger seg galdandi í sera stóran mun í Europa, samstundis sum politiska

skipanin ikki kann finna neyðugar semjur um, at minka undirskot, skuld og váða.

Í løtuni er skuldarkreppan so stór, at hon skapar búskaparafturgongd í øllum Europa.


Ein lægri rating vil merkja hægri rentur, størri skuld og enn størri trupulleikar at minka um undirskot, skuld og afturgongd.

Øll europeisk lond seta tí í hesum døgum sera stórt fokus á, at fáa burtur hall á fíggjarlógum og minka um skuld. Skattahækking setur dagsskránna – heldur enn skattalækking.

Hvat gera Føroyar ?

Týsdagin bórust hesi tíðindi í Føroyum.
Landsstýrið vil geva 265 mió. kr. í skattalættum til hægri inntøkur – galdandi longu frá 1. januar – tvs. um 3 vikur. Grundgeving: ”Tað skal loysa seg at arbeiða”.


Hetta hendir hóast stórt arbeiðsloysi og at stórur partur av arbeiðsmarknaðinum ikki hevur møguleika fyri at arbeiða meira og vinna sær meira.

Ongin verulig fígging aftanfyri skattalættan

Hetta hendir eisini hóast landskassin longu hevur hall á yvir hálva mia. kr., og ongar nýggjar inntøkur – sum t.d. nýggj brúkaragjøld ella nýggir skattir - verða tiknar inn.


Í staðin verða framtíðar skattainntøkur, ið skulu koma samfelagnum til góðar seinni, tiknar inn nú, og brúktar til endamálið. Inntøkur, ið sanniliga koma at mangla seinni.


Harvið er ongin verulig fígging aftanfyri skattalættan. Bert ein sera stuttskygd loysn.


Tó skal sigast, at samgongan kemur við eini pensjónsskattahækking, sum helst kann síggjast sum nýggj inntøka. Tí talan verður um munandi skattahækking til allar pensjónistar við pensjónsskattauppskoti landsstýrisins. So stórari skatthækking at Føroyar helst verða fyrsta land í heiminum, ið hevur hægri effektivan skatt á pensjónum enn á lønarinntøku.


Lægru inntøkurnar rinda fyri skattalættan

Greitt er, at tað verða lægru inntøkurnar, ið koma at rinda fyri skattalættan, tí valda loysnin merkir at samgongan:

- Skattar føroyingar við lægri pensjónum harðari og hægri pensjónir lættari

- Skattar føroyingar við lægri inntøkum sama og hægri inntøkum lættari

- Økir um prísvøksturin og harvið rakar lægri inntøkurnar harðast

- Og nýggj framtíðar brúkaragjøld og skattir, ið verða sett í verk, tá pensjónsinntøkur koma at mangla, vilja raka lægru inntøkurnar lutfalsliga hart.

40 mió. inntøka vegna økta nýtslu ?

Sum sokallað fígging av hesum skattalætta verður umframt framskundað skatting av pensjónum roknað við 40 mió. kr. í øktum inntøkum vegna økta nýtslu. Hetta er 15% av skattalættanum.

Havandi í huga, at tað serliga eru tey 11% av skattgjaldaranum, ið hava inntøku á 400.000 kr. og hægri, ið fáa stóran skattalætta – úr 2.000 kr. og meira – er talan um ein inntøkubólk, har ”nýtslukvotan” t.e. hvussu stórur partur av meirinntøkuni fer til nýtslu, munandi lægri enn hjá lág- og miðalløntum. Væntast skal tí munandi lægri nýtsluvøkstur við skattauppskotinum hjá landsstýrinum enn um lætti varð givin lág- og miðalinntøkum.

Um 76% av skattgjaldarum fáa skattahækking

Skattauppskotið hjá samgonguni merkir eisini at meðan skattalætti verður latin serliga til tey 11% av skattgjaldarunum, ið hava inntøku á 400.000 kr. og hægri – so vilja føroyingar við inntøkum upp til 300.000 kr. um árið – t.e. 76% av skattgjaldarum – fáa stórtsæð ongan skattalætta.

Tvørturímóti fáa hesi reallønarminking vegna ta príshækking, ið kann standast av, at 265 mió. kr. í skattalættum til hægri inntøkurnar + skattahækking av pensjónum sínum.

Skattahækking til flest allar pensjónistar

Greitt er, at skattapakkin hjá samgonguni merkir, at nærum allir pensjónistar fáa skattahækking av teirra pensjónum, tí pensjónsskattingin verður framyvir fløt við 40%.

Fyri vanligar pensjónir – t.d. ein, ið hevur lønarinntøkur á 240.000 árliga og rindar 15% í pensjónsinngjaldi vil við verandi skipan rinda 27% í pensjónsskatti tá pensjónin verður rindað. Framyvir vil hesin rinda 40% av pensjónsinngjaldinum.

Jú, lægri pensjón, jú størri skattahækking.

Veruleikin er, at meðan samgongan sigur, at hesin samlaði skattapakkin onga ávirkan hevur á pensjónistar – so er sannleikin ein annar.

Hetta vendi eg aftur til í viðgerðini av pensjónsskattalógaruppskotinum.

”Tað skal loysa seg at arbeiða” ella rættari sagt ”Øll skulu arbeiða meira”.

Hetta er høvuðsgrundgevingin hjá landsstýrinum fyri at lata henda skattalættan.

Men hevur landsstýrið hugsað um, hvør tað er, ið skal arbeiða meira ?


Hvussu við alment settum, ið eru bundin av føstum sáttmálum og skulu avspáka yvirtíð ? Hvussu við støkum uppihaldarum, ið ikki hava møguleika fyri at arbeiða meira ?


Hvussu við arbeiðsleysum, ið ikki hava arbeiði at fara til ?


Hvussu við ófaklærdum, ið skulu arbeiða uppí 50% meira enn fulla tíð fyri at fáa gagn av skattalættanum ?


Hvussu við øllum teimum, sum í forvegin arbeiða ov nógv ?

Ongin av hesum samfelagsbólkum fáa gleði av ”slogan’inum” hjá samgonguni um at ”øll skulu arbeiða meira”.

Aftur her rakar hetta uppskotið harðast á skeiva staði. Tí um tað skal loysa seg at arbeiða meira, so má tað vera galdandi fyri øll. Ikki bert tey, ið kunnu koma upp á 400.000 kr. ella meira.

Lógaruppskotið er ófullfíggjað

Lesa vit viðmerkingarnar til lógaruppskotið eru hesar ikki eftirfarandi.
Undir ”Avleiðingar av uppskotinum” stendur m.a. at uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar” – hetta hóast at sokallaða fíggingin av hesum skattalætta fer at skatta allar pensjónir við 40% og at alt fellur til landskassan. Harvið missa kommunurnar allar skattainntøkur frá føroyskum pensjónistum. Pensjónistarnir, sum gerast lutfalsliga størri og størri partar av íbúgvunum.

Eisini stendur at hetta uppskotið ”ikki hevur við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir” – hetta hóast sokallaða fíggingin av hesum skattalætta minkar um pensjónsútgjaldið hjá miðalpenjsónistum við 17%, at talan verður um munandi skattahækking av pensjónini hjá lág- og miðalløntum, og at 76% av skattgjaldarunum – t.e. tey við inntøku undir 300.000 kr., ikki fáa nakran skattalætta. Tvørtururímóti.

Ikki heilt eftirfarandi viðmerkingar í einum lógaruppskoti, ið hevur stóra ávirkan á nógv viðurskifti.

Skattatrýstið á inntøkur er ov høgt

Ongin ivi er um, at breið semja er á Løgtingi um, at skattatrýstið í Føroyum er ov høgt á inntøkur. Tí má hetta lækkast á rættan hátt og nýggjar inntøkukeldur fáast til vega at fíggja minkandi inntøkuskattin. Hetta kundu allir flokkar blivið samdir um.

Okkara skattaskipan er samstundis ein grundleggjandi partur av okkara vælferðarsamfelag og grundleggjandi fyritreyt hjá hvørjum einasta føroyingi. Tað er tí alneyðugt at henda skipan ikki verður broytt í tíð og ótíð.

Skal hetta verða veruleiki er neyðugt, at okkara framtíðar skattaskipan verður gjørd av einum breiðum meirluta í Løgtinginum, soleiðis at sum flest føroyingar kunnu kenna seg aftur í endaliga uppskotinum.

Vil tí heita á landsstýrið um, at útseta hetta uppskotið, sum er til viðgerðar í dag, og í staðin seta tvørpolitiskan arbeiðsbólk at arbeiða við eini framtíðar skattaskipan í Føroyum. Eini skipan, ið lækkar skattin á arbeiði – inntøkuskattin – fyri allar føroyingar (ikki bert hægru inntøkurnar) og samstundis fær til vega samsvarandi nýggjar inntøkur til landskassan.


Hvussu skal okkara framtíðar samfelag vera ?

Mest av øllum vil henda umleggingin av skattinum ávirka okkara samhaldsfasta samfelag. Vit sum eru her á Løgtingi hava fingið ábyrgd at skapa teir karmar, ið skulu vera um okkara samfelag. Ómetaliga týðandi at hvør einstakur spyr seg sjálvan, hvat tað er fyri eitt samfelag, ið vit ynskja okkum framyvir.

Skal tað vera eitt samfelag við størri ella minni stættarmuni ?
Skal tað vera eitt samfelag við størri ella minni brúkaragjøldum ?
Skal tað vera eitt samfelag, ið tekur øll neyðug atlit áðrenn stórar broytingar verða framdar ella ikki ?

Hetta lógaruppskotið

- ger strukturella undirskotið hjá landinum enn størri.
- ger holið í landskassanum í framtíðini munandi størri.
- ger gjógvina millum lág- og hálønt enn størri.

Er hetta veruliga tað, ið Løgtingið ynskir ?

Saman standa vit sterk

Nú kavin hevur lagt seg so vakurt um alt landið seinastu dagarnar fall mær hetta í huga.

Hvør einasta kavaflykra er ymisk. Í stødd, tyngd og styrki. Onkrar tina skjótt – aðrar seinni.

Hvør í sínum lagi eru allar sera lítlar og veikar.

Men saman gerast tær ómetaliga sterkar.

Tí júst ymiskleikin hjá kavaflykrunum ger, at tá hesar savnast, tá gerast tær ein sera sterk eind.

Tað sama ger seg galdandi fyri eitt samfelag og okkum menniskju.

Vit eru øll ymisk. Øll hava vit ymsar fyritreytir og øll hava vit styrkir og veikleikar.

Øll geva vit samfelagnum og hvørjum øðrum eitt meirvirði.

Vit ynskja eisini øll eitt samfelag har øll hava tað gott.

Tí hava vit valt eina skipan, har tey, ið kunnu bera størri fíggjarligar byrður ger hetta, og tey, ið hava tørv á hjálpandi hond fáa hesa.

Tí um hvør einstakur hevur tað gott, so hava vit tað øll gott.


So standa vit sterk sum fólk og samfelag.

Hetta eru tær Føroyar vit ynskja.


Á Løgtingi, 8. desember 2011

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna