Skammast við flokk sín?

3 April 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

”Er tað ein politisk ætlan, at samkomuhús hjá trúarsamfeløgum
og hjálparfelagsskapum skulu MVG-frítakast, táið bygt verður, so eigur eitt uppskot
at vera lagt fyri tingið hesum viðvíkjandi. Eftir tað taka vit støðu til tað møguliga
málið. Broytingaruppskotið niðanfyri, hjá minnilutanum, skal á ongan hátt skiljast
soleiðis, at vit hava tikið støðu ímóti teimum felagsskapum, sum nevndir verða í
nýggja uppskotinum og minnilutaálitinum í fjør. Vit meta bara, at tað er ómetaliga
vandamikið í óðum verkum at fara undir at broyta eina meginlóg, sum MVG-lógina, á
ein so jánkasligan hátt sum í hesum førinum. Prinsippmál eiga at fáa prinsippiellar
viðgerðir og avgerðir, og ein skal vera avbera varin, táið ætlanin er at fara um
meginregluligu mørkini.”

Soleiðis enda vit í minnilutanum okkara part av álitinum um Meirvirðisgjald. Vit ynskja á ongan hátt at undirmeta tað arbeiðið, sum kirkjur ella samkomur gera, soleiðis sum samrøðan, sum Sosialurin ger við Boga Andreasen, annars rør uppundir í vikuskiftisblaðnum, og sum verður lanserað á sjálvari forsíðuni, við yvirskriftini:”Skammast við flokk sín”.

Upprunaliga vildi man broyta mvg-lógina, av tí at tvær stuðulskontur á mentanarøkinum vóru avtiknar á fíggjarlógini, Hesar vóru ætlaðar til ungdóms- og bygdarhús og ítróttaranlegg. Tær høvdu í mong ár figurerað á fíggjarlógini við smærri upphæddum. Táið hesar stuðulskontur nú vóru tiknar av, ynskti man frá politiskari síðu, at okkurt skuldi koma ístaðin fyri hendan stuðul. Og til tað valdi landsstýrismaðurin at brúka MVG-lógina, soleiðis, at ungdóms- og bygdarhús og ítróttaranlegg ístaðin skuldu verða MVG-frítikin, heldur enn at fáa stuðul.

Í greinini, sum heilt tíðuligt roynir at sáa iva um virðing okkara fyri og tilknýti okkara til kirkjur og samkomur, verður sagt, at ”Tjóðveldi førkar seg bara meira og meira frá tí, sum eg standi fyri”. Her eigur at verða mint á, at mær vitandi var tað ongantíð nakar, hvørki løgtingsfólk, landsstýrisfólk ella aðrir limir í politiskum flokkum, sum gjørdu nakra roynd at fáa samkomuhús undir stuðulslógina um ungdóms- og bygdarhús og ítróttaranlegg, táið hendan var í gildi. Og so var tað eisini uppfatað sum ein sjálvfylgja, at bygging av samkomkuhúsum, kirkjum og øllum øðrum skuldi verða mvg-skyldugt. Og tí ynskja tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini saman við sambandsumboðnum bara at halda fast við tað, sum var upprunin. So hvør førkar seg meira og meira, tað velst um eygað, sum sær.

Tankin um at frítaka samkomuhús fyri mvg er nýggjur. Hetta er nakað, sum poppaði upp fyri kortum í sambandi við, at man valdi at umleggja eina stuðulskontu til mvg-frítøku, - eina stuðulskontu, sum als onki hevði við samkomuhús at gera.. Sum politikarar mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki eru so populistisk, at vit rópa juhu hvørja ferð vit hoyra um uppskot, sum snúgva seg um at geva landskassanum minni pengar. Koma pengarnir ikki inn tann eina vegin, so mugu teir koma ein annan veg.

Málið eigur at verða, at Mvg-lógin hevur so fá undantøk sum møguligt. Hetta hevur gingið rímiliga væl síðani lógin kom í gildi í 1992. Og hesa gongd mugu vit halda fast við!

Gangi út frá, at tey sum mynda samrøðuna í Sosialinum, bæði hava lisið álitið, og kenna substansin í málinum, áðrenn tey so ótarnað leggja minnilutan undir at vilja samkomum og kirkjum ilt. Slíkur lesnaður nívir at lesa og hevur als onki hald í veruleikanum. Hetta snýr seg rætt og slætt um at halda tingini nøkulunda atskilt. Halda vit, at alt, sum er gott, skal frítakasat fyri MVG, so áttu vit heldur at avtikið mvg-lóggávuna. Men tað ber sjálvsagt ikki til, so leingi MVG´ið er so dominerandi á landskassans-inntøkusíðu.

Ps. Tey, sum ynskja at lesa viðmerkingarnar hjá minnilutanum í álitinum í síni fullu longd, hava møguleika at gera tað niðanfyri.

Tórbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk

Les viðmerkingarnar hjá minnilutanum í álitinum her