Skal eg tora at siga tað?

14 September 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

-14.september er í dag -


tí hetta søguliga baksýni

Fólkið sigur á fólkaatkvøðuni, sum var hin 14.september 1946 “ja til loysing”.


Samstundis sum stórveldini í Vesturheiminum løgdu eftir kríggið trýst á danir um at forða fyri føroyskum sjálvræði.


Samstundis sum Sambandsfólk nýta alla orku uppá at doyva sjálvbjargnisneistan.


Samstundis sum Danska stjórnin roynir av øllum alvi at varðveita ríkiseindina.

Alt hetta er við til at skúgva úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 til viks.


Men hvat var tað sum hendi árini frammanundan?


Hin 9. apríl 1940 verður Danmark hersett av Týsklandi og hin 12. apríl 1940 verða Føroyar hersettar av Bretlandi
Týskland og Bretland er í kríggi móti hvørjum øðrum og herseta hvønn sín part av danska ríkinum.


Hetta viðførir, at Føroyar verða uttan nakað politiskt samband yvirhøvur við Danmark, og setir sjálvsagt stór krøv til politisku skipanina herheima, sum nú verður kravd at klára seg sjálv undir krígnum.


Merkið viðurkent
Hendan stórhending, at land okkara er hersett, hevur sjálvsagt rembingar við sær. T.d verður Merkið okkara viðurkent 25. apríl 1940 - tvær vikur eftir hersetingina av bretskum myndugleikum. Ein viðurkenning, sum verður framskundað av einum fremmandum valdið uttanifrá, eftir áralangt stríð og mótmæli herheima ímóti egnum flaggi. Men nú gekk. Bretland krevur tað, og Merkið, sum fyri fyrstu ferð varð vundið á stong í Fámjin 21 ár frammanundan, verður nú viðurkent, sum okkara flagg.


Frá amtið til egið lóggávuvald
Men ikki bara flaggstríðið fær vind í seglini. Eisini amtsskipanin. Hon kann jú ikki brúkast, og so als ikki nú, onki samband er við Danmark. Tí fingu vit 14 dagar seinni - hin 9.mei - eina sokallaða bráðfeingisstýrisskipan setta í gildi, sum gav løgtinginum lóggávuvald og amtmanni útinnandi vald.


Hesi skipan verður land okkara stýrt eftir til kríggið endaði 5 ár seinni.


Táið kríggið er liðugt, og lond vilja leggja seg í gomlu leguna aftur, fara samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar, um hvussu londini nú skuldu samstarva frameftir. Vit høvdu jú prógvað undir krígnum, at vit kláraðu okkum fínt, og búskaparliga hevði ongantíð gingið betur. Táið soleiðis er, er ikki bara bara at flyta inn aftur undir stýrið hjá øðrum.


Ja til loysing!
Danskir myndugleikar ásanna eisini, at amtstíðin er ikki nakað, sum føroyingar vilja taka til sín aftur, tí teir hava flutt seg so mikið nógv. Teir koma tí við uppskotinum um heimastýrisskipan.. Men sjálvbjargnisneistin er so mikið sterkur millum føroyingar, at alsamt fleiri vilja hava fullveldi ella tjóðveldi sett á stovn; - eins og Ísland hevði fingið sítt lýðveldi tvey ár frammanundan.
Hetta er so byrjanin til ta fólkaatkvøðu, sum semja varð um skuldi verða hin 14.september 1946.

Tað, sum fólkið fekk at velja ímillum, hóvaði ikki sjálvstýrisrørsluni. Tey vóru bangin fyri, at spurningarnir vóru orðaðir til fyrmuns fyri sambandsvongin.


Valið, sum fólkið skuldi velja ímillum var hetta:


I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?


II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?


Men hvussu er og ikki, úrslitið er, at fólkaatkvøða verður útskrivað og valið vísir, at meirilutin av føroyingum ynskja loysing Danmarkar og Føroya millum Í stuttum er úrslitið soleiðis, at 48,7 % siga ja til loysing, og 47,2 % siga ja til stjórnaruppskotið, og 4,1% av atkvøðunum eru ógyldugar.

Samanumtikið er altso ein meiriluti fyri loysing.
So nú eru góð ráð dýr hjá valdsharrunum. Og Kongur brúkar sítt vald fult út! Hann sendir - ímóti fólksins vilja og ímóti fólkaræðinum løgtingið til hús - upploysir tingið og útskrivar nýval.
Á løgtingsvalinum í november 1946 sigur fólkið tað, sum sambandsvongurin og kongur og danska stjórnin vilja hoyra. Gamli loysingarmeirilutin fekk 8 tingmenn meðan gamla sambandsandstøðan fekk 12 tingmenn.


Nú er legan løgd fyri nýggjum samráðingum, sum fara fram millum nýggja sambandsinnaða løgtingsmeirilutan og donsku stjórnina. Endin á hesum samráðingum er, at vit fáa heimastýrislógin setta í gildi í Føroyum, - uttan yvirhøvur fyrst at spyrja tað fólk, sum tvey ár frammanundan á fólkaatkvøðu hevði sagt ja til loysing.


Tjóðveldisflokkurin stovnaður
Men øll lata sær ikki hetta lynda Ein avleiðing av tí, sum hendi eftir fólkaatkvøðuna, er, at nøkur av teimum mótmælandi taka stig til Tjóðveldisflokkin, sum verður settur á stovn í 1948.
Enn er málið ikki nátt, men í morgin á valdegnum, kanst tú gera títt til, at tann rødd, sum vegna føroyingar skal røða á fólkatingið eftir valið, verður ein frælslynt tjóðskaparrødd.

Gott val!


Annita á Fríðriksmørk