Tað er einans við sjálvsvirðing, at vit vinna virðing frá øðrum! Vit vinna onga virðing við at ganga biddaragongd á Christiansborg.
Tað var ein søguligur dagur í 2002, tá fullveldissamgongan tók avgerð um at skerja og fastfrysta ríkisveitingina. Vístur varð vilji til, at vit vildu gerast fíggjarliga óheft av donskum pengum, og í dag er ríkisveitingin einans uml. 4,5% av bruttotjóðarúrtøkuni! Um vit raðfestu rætt í Føroyum vóru vit fyri langari tíð síðan vorðin óheft av ríkisveitingini. Vit eru eitt av heimsins ríkadtu londum við øllum tí tilfeingi ið er í náttúru okkara, so sjálvandi skulu vit hava ábyrgd av okkara egna landið!
Vel eitt umboð á Fólkating ið hevur sjálvsvirðing, vel Tjóðveldi 18. juni.
Sjálvsvirðing við á Fólkating!
15 June 2015