Fara Føroyar undir eina skipaða tilgongd til sjálvstýri, meðan donsku veitingarnar samstundis fjarða burtur, fer bruttotjóðarúrtøkan at minka eitt sindur, men eftir nøkur ár er alt vunnið aftur og helst ríviliga tað eisini.
Soleiðis er, í mínum orðum, niðurstøðan í frágreiðingini, sum Norðuratlantsbólkurin hevur latið gera í vetur. Jóannes Jacobsen, nýklaktur PhD í búskaparfrøði hesur skrivað frágreiðingina.
Fyrst og fremst er niðurstøðan kortini, at einki skræll, einki ragnarrok, eingin armóð stendur okkum í boði, tá ríkisveitingin hvørvur.
Og tað er hetta, sum tað hevur eydnast so væl at billa fólki inn. At loysa vit, so fara Føroyar undir heilt.
Men soleiðis er altso ikki, sambært kanningini.
Og sjálvandi er tað ikki so. Her fara maður og kvinna av húsum hvønn morgun og heimafturkomin frá arbeiði hava tey avrika eitt - í altjóða høpi – megnarverk, tí bruttotjóðarúrtøkan, hvør okkara í miðal leggur eftir seg árliga, er millum tær 20 størstu í heiminum.
Hví skuldi hetta avrik farið heilt í rot, bara tí at Føroyar loystu frá Danmark? Hví skuldi samfelagið dottið sundur, bara tí at vit skiftu ríkisrættarliga støðu?
Maður og kvinna høvdu farið við sama lag frá húsum um morgunin og framt sítt avrik, meinlíkt tí, tey gjørdu dagin fyri.
Sjálvandi hendir eingin katastrofa um Føroyar verða sjálvstýrandi oyggjaland.
Niðurstøðan er altso, at bruttotjóðarúrtøkan sannlíkt hevði farið eitt vet aftur eftir hæli, men eftir nøkur ár, vóru vit komin upp á slætt aftur.
Sum var einki hent. Eftir fáum árum hevði eingin vita sær búskaparligt mein av tí sum hent var.
Hyggja í skonina á beistinum
Tjóðveldið skal hava rós fyri at hava fingið skrivaða eina so dygdargóða frágreiðing um eitt so avgerandi mál. Ja, kanska mest avgerandi málið, sum hevur við búskapin og tjóðina at gera.
Tað telur flokkinum til heiðurs at seta fólk at skriva óheftar frágreiðingar um hesi avgerandi málini, tí tað, sum um ræður, er at hyggja beint í gronina á fananum. Hesum trøllinum, hesari lygnini, at tað verður endin á tjóðini, um vit loysa frá Danmark. At Føroyar fara á heysin, um danska ríkisveitingin verður tikin burtur.
Eins skeivt er at halda upp á, at vit vera ríkari, um danska veitingin hvørvur. Tí sjálvandi verða vit ikki tað. Tær runt roknað 800 miljónirnar, vit fáa úr Danmark, telja eini sex prosent av BTÚ, og hvørva tær – ja, so eru vit tær fátækari.
Og tær koma ongantíð aftur. Friður verið við teimum.
Tann meira kliniska niðurstøðan í frágreiðingini er, at bruttotjóðarúrtøkan sannlíkt minkar, tá ríkisveitingin hvørvur, men eftir at nøkur ár eru liðin, er allur missurin vunnin innaftur – og helst gott og væl tað.
Men heldur hyggja beint í skonina á beistinum, heldur enn at billa sær okkurt inn, at fyrigykla øðrum okkurt leyst git ella fylla fólk við ógrundaðari ræðslu.
Ríkisveitingin hvørvur. Vit missa takið eina løtu. Men so er alt gloymt aftur, og vit eru eins rík og vit frammanundan vóru.
Okkara egni búskapur er avgerandi
Tað avgerandi fyri framtíðina hjá føroyingum er hvussu búskaparvøxturin verður framyvir. Avgerandi er ikki um ríkisveitingin verður varðveitt ella hon ikki verður. Tað einasta, sum í framtíðini fer at vera avgerandi er í hvønn mun tað eydnast okkum at skipa samfelagið so, at hvør arbeiðstími verður so produktivur sum gjørligt.
Og hetta er púrasta óheft av ríkisveitingini.
Nítifýra prosent av árligu inntøkuni hjá okkum kemur úr tí arbeiði, sum føroyingar sjálvir útinna – púrasta óheft av ríkisveitingini. Hetta kalla vit bruttotjóðarúrtøkuna. Ríkisveitingin leggur so tey sex prosentini aftrat í ríkidømi.
Bruttotjóðarúrtøkan vexur á hvørjum ári, so hvørt sum produktiviteturin – tímaúrtøkan – vexur. Siga vit at vøxturin í bruttotjóðarúrtøkuni er 3,5 prosent um árið, tvífaldast ríkidømið fyri hvønn føroying eftir stívliga tjúgu árum.
Tað er her at keldan til vælstand og framburð liggur grivin. Ikki í eini ríkisveiting, sum ikki so frægt sum hevur evnini at vaxa.
Tað er snildi, flexibilitetur, lærdómur, skil, marknaðarskipan og øll tey spennandi evnini, sum vit menniskju hava, ið fáa fæið at vaxa millum fingrarnar á okkum.
Ríkisveitingin er ein deyður fuglur. Hon vexur ikki sum úrslit av at vit organisera okkum betur, finna upp nýggjar leiðir ella læra okkum nýggjar hættir. Har er eingin vøxtur at finna í ríkisveitingini. Í hesi samanbering er hon ikki annað enn ein lítil pirra.
Okkara álit fram í ævirnar eru evnini at fáa meira burtur úr øllum virksemi – uttan mun til um vit hava ríkisveiting ella ikki.
Men pínadoy tað hevði verið meira spennandi á egnum beinum.
Hermann Oskarsson