Sjálvsavgerðarrætturin er eingin sjálvfylgja

27 May 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Carles Puigdemont,fyrrverandi forseti í Katalonia, er júst valdur í ES parlamentið. Hann verðurharvið eitt av umboðunum, sum vald eru í Spania. Hartil er formaðurin fyristørsta fullveldisflokkin í Katalonia eisini valdur. Hetta er ein stórur sigurfyri tjóðskaparrørsluna í Katalonia. Men hetta kann eisini vísa seg at verðaein sigur fyri føroyingar, og sum heild fyri tjóðir, so sum tær í Skotlandi ogFøroyum, ið krevja sjálvsavgerðarrætt - rættin til sjálvar at avgeraríkisrættarligu støðu sína. Tí Carles Puigdemont fer ikki bert at stríðast fyrisjálvsavgerðarrættinum hjá katalanum, men hjá tjóðum í Europa sum heild. Hettaumrøddu vit á vitjan hansara í Føroyum í oktober í fjør, og aftur tá eg síðanhavi verið á vitjan hjá honum í Brússel. Hetta kann fáa týdning fyri okkum ínærmastu framtíð.

Danska stjórnin noktar føroyingumsjálvsavgerðarrætt

Tí sjálvsavgerðarrætturinskal als ikki takast fyri givið. Tað er ikki uttan orsøk, at Danmark noktar atfráboða Sameindu Tjóðum (ST), at føroyingar hava ómissandi sjálvsavgerðarrætt sambærtaltjóða fólkarætti. Orsøkin er, at um Danmark ikki fráboðar hetta til ST, kunnutey forða fyri altjóða viðurkenning av Føroyum sum sjálvstøðugt land, sjálvt aftanátann dag, tá ein meiriluti atkvøður fyri, at føroyingar gerast sjálvstøðug tjóð.

Altjóða er sjálvsavgerðarrætturin undir trýsti

Seinastu árini hevursjálvsavgerðarrætturin hjá tjóðum verið undir vaksandi trýsti. Hetta skalsíggjast í ljósinum av, at stóru londini eru undir trýsti av fleiri orsøkum, ogvilja varðveita valdið tey hava. Ein av fleiri tjóðum í Europa, sum ikki færmøguleikan at avgera framtíð teirra í løtuni, er tann katalanska. Eisini ynskirSkotland eina nýggja fólkaatkvøðu, og hevur Nicola Sturgeon, forsætisráðfrú íSkotlandi, fráboðað, at fólkaatkvøða verður um Skotland skal gerastsjálvstøðugt land, í seinasta lagi í 2020. Enn er tó ikki víst, um bretskastjórnin fer at góðtaka hetta. Og Føroyar standa eisini á gáttini tilfólkaatkvøður. Bæði um nýggja grundlóg/stjórnarskipan, og um at skipa Føroyarsum sjálvstøðugt land, og harvið umskipa ríkisfelagsskapin til ein veruliganfelagsskap millum sjálvstøðug lond.

Vit krevja fráboðan til ST

Tað er og verður eittaðalkrav – eisini á Fólkatingi – frá okkum í Tjóðveldi, at danska stjórnin skalsenda fráboðan til ST um, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti. Hetta skylda vit øllum føroyingum og okkara eftirkomarum. Tí bert hettavil tryggja, at okkara avgerð um framtíðarstøðu Føroya verður vird og altjóðaviðurkend. Og hóast hetta kann tykjast at vera ein sjálvfylgja fyri mong, tídanskir politikarar munnliga hava sagt, at tey fara at viðurkenna eitt úrslitav eini fólkaatkvøðu í Føroyum, so kunnu tílík lyftir ikki brúkast stórvegis, íaltjóða samfelagnum, tá á stendur.

Tí má og skalsjálvsavgerðarrætturin fráboðast til ST – sum skjótast.

Tí sjálvsavgerðarrætturin er eingin sjálvfylgja.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.