Sjálvbjargni er aðalmálið

5 August 2008
Skrivað hevur

Sjálvbjargni er aðalmálið

“Sjálvbjargni er aðalmál hjá einum og hvørjum samfelag, fólki og tjóð. Fyritreytin fyri sjálvbjargni er at taka sjálvsábyrgd. Hendan samgongan arbeiðir miðvíst við at skapa ein sjálvberandi búskap og einar sjálvbjargnar Føroyar”.

Hetta meti eg vera fremsta og týdningarmesta boðskapin í ólvasøkurøðu løgmans.

Sjálvbjargni er grundarlagið undir persónligum frælsi. Sjálvbjargni ger eitt samfelag trygt at liva í. At byggja eitt samfelag á egna megi og mátt krevur, at tú tekur skilabestu avgerðirnar og dugir at leggja langtíðarstrategiskar ætlanir.

Eins og fyri samfelagið er hetta eisini galdandi fyri vinnuna. Ein vinna, sum stendur á egnum beinum, er sterkari og meira mótstøðufør enn tann, sum dúvar uppá stuðul fá øðrum. Og hetta er eisini galdandi fyri okkara búskap.

Lat okkum taka alivinnuna sum dømi. Hví blómar alivinnan og er í stórum vøkstri? Er tað vegna stuðul, sum bindur hendur, ið betri vórðu nýttar aðrastaðni? Nei, okkara alivinna er ein primus motor í okkara búskaparvøkstri tí vinnan, eftir at hava ligið á knøunum meira enn einaferð, hevur tikið fulla ábyrgd - í mun til sjúkufyribyrging og atlit til trýst á náttúruna, í mun til bygnað í vinnuni og í mun til kapping við altjóða fyritøkur.

Eins og vinnustuðul sjáldan eggjar til skilabestu gagnnýtslu av tilfeingi og arbeiðsmegi, so eggjar blokkstuðulin ikki til at vit finna skilabestu loysnirnar. Hann eggjar okkum ikki til at fáa meira fyri minni. Hann eggjar okkum ikki til at taka ábyrgd av okkara egnum landi og fólki. Blokkstuðulin hvessir ikki hugflogið og fær ikki okkum at halda fokusið har tað eigur at vera, nevniliga á, at tað er okkara ábyrgd, og einans okkara, at elta tær slóðir, ið føra til røttu skipanirnar og møguleikarnar fyri okkara land.

Blokkniðurskurðurin, sum ætlanin er at fremja í hesum valskeiði, er eitt avgerandi stig móti búskaparligum sjálvbjargni. Tað, at taka fulla búskaparliga ábyrgd er eitt gylt mál og sjálvt grundarlagið undir øllum hinum málunum vit hava sett okkum.

Løgmaður nevndi í røðu sínari tey mongu stóru mál samgongan - sum de fakto nú er ein minnilutasamgonga - hevur sett sær.

Á vinnupolitiska økinum vilja vit føra ein vinnupolitikk, ið stimbrar vinnuni at mennast á heimamarknaðinum og at vera væl skødd til altjóða kapping.

Sum ein liður í at tryggja okkum fjølbroyttari inntøkugrundarlag og slóða fyri betri marknaðaratgongd, styrkja vit arbeiðið við útflutningsframa millum annað við at brynja okkara sendistovur til at hjálpa føroyskum vinnufyritøkum, ið vilja vinna land úti í heimi.

Samstundis leggja vit stóran dent á áhaldandi at gera møguleikarnar hjá vinnuni her heima at mennast og bróta upp úr nýggjum betri. Tað skal vera lættari hjá fólki við góðum hugskotum og ætlanum at føra hesar út í lívið.

Vit leggja í løtuni lunnar undir at vinnan og almenni myndugleikin í nógv størri mun fara undir vinnurelateraða gransking. Ein partur av hesum er at tryggja nøktandi granskingarkarmar og útgerð, og ætla vit - sum løgmaður nevndi í røðu sínari - at skapa ein lærdómsmiðdepil, ið skal tryggja vinnuni og samfelagum viðkomandi útbúgvingar og gransking á altjóða støði.

Vit vilja fremja samstarv og harvið størri og betri fakligt umhvørvi innan granskingina. Endamálið er at útnytta útgerð og bygningar betri, at draga útlendskar granskingarfyritøkur til Føroya og at menna vinnurelateraða og aðra gransking í Føroyum. Tí fara vit at gera eina ætlan fyri, hvussu eitt vinnugranskaraumhvørvi best kann skipast í neyvum samstarvi við tey ymisku granskingarumhvørvini, eitt nú Fróðskaparsetrið, Fiskirannsóknarstovuna, aðrar granskingarstovnar, partar av heilsuverkinum og vinnuna.

Hendan samgongan leggur stóran dent útbúgving, og er útbúgving og møguleikar fyri førleikamenning júst ein av grundtreytunum fyri einum sterkum vinnupolitikki.

Innovatión

Ein aðaluppgáva hjá Vinnumálaráðnum er sostatt at tryggja grundarlagið undir nýggjum vinnumøguleikum. Hetta er orsøkin til at vit í løtuni eru við at skipa eina innovatiónseind í Vinnumálaráðnum, ið fær ábyrgdina av at menna fakliga grundarlagið undir vinnupolitikkinum. Nýggi vinnupolitikkurin skal fevna um nýmenning, granskingarátøk, samstarv millum alment og privat innan gransking, íverksetan, fíggingarmøguleikum v.m.

So hvørt sum vit víðka okkara marknaðir, vaksa vit um okkara møguleikar. Millum nýggjar og/ella vakstrarmøguleikar kann eg nevna: Biotøkni, ílegutøkni, gourmetvinna, aling av nýggjum fiska- og havplantusløgum, sniðgeving, tónleikur, list, KT, altjóða skipaskráseting. Okkara fíggjar- og trygingarvinna kunnu vaska munandi á einum størri marknaði, og eingin ivi er um, at stór potentialir liggja í kreativu vinnugreinunum, eitt nú sniðgeving, list og tónleikur.

Tí er okkara høga raðfesting av einari uttanríkistænastu ein avgerandi liður fyri møguleikarnar hjá okkara vinnu at vaksa. Vit mugu hava eitt professionelt apparat at gera altjóða sáttmálar og sum tænastuamboð hjá vinnuni. Uttanríkisráðið skal síggjast um forlongdi armurin av tí arbeiði sum fer fram í teimum ymisku ráðnum – ikki minst vinnumálaráðunum.

Tað er at fegnast um, at nærri stig eru tikin einum møguligum EFTA-limaskapi, men má eg í sama viðfangi strika undir, at eitt EBS-samstarv eftir mínum tykki hevur munandi størri týdningi fyri okkara vinnu. Og her er tann størsta forðingin av teimum øllum okkara ríkisrættarliga støða. Vit MUGU kvetta hesi bondini ið gera, at vit ikki hava somu møguleikar sum onnur lond at luttaka í altjóða samstarvi og byggja handilssambond.

Tað er umráðandi fyri at menna verandi fyritøkur og at seta nýtt virksemi í gongd, at fyritøkur og einstaklingar hava møguleikar at fáa professionella ráðgeving og møguleikar fyri fígging í øllum stigum frá hugskoti til rakstur. Og ein uppgáva hjá okkum í Vinnumálaráðnum er at tryggja, at hesar fortreytir eru tilstaðar og væl skipaðar.

Tá ræður um at menna nýggjar vinnumøguleikar síggi eg eisini møguleikar at samskipa hetta við økismenning. Tí eiga vit at raðfesta at fáa vinnuátøk í gongd í útjaðara og útoyggjum.

Aling

Nevndi at byrja við alingina, sum er eitt at av økjunum, har eg síggi sera stórar framtíðarmøguleikar. Vit kunnu býta tað arbeiði, ið verður gjørt á hesum øki í trý: Tað eina er at halda lógar- og kunngerðarverkið ajour, tað næsta er alla tíðina at hava eitt nøktandi eftirlitskervi, tí góð heilsustøða og vælferðin hjá fiskinum er fremsta fortreyt fyri eini burðardyggari alivinnu – tí skulu vit gera alt vit megna at varðveita góðu støðuna vit eru í løtuni. Og triðja uppgávan innan aling er at granska og menna vørurnar og tøknina.

Fyri at stuðla vinnuni at koma skjótt og effektivt í gongd við toskaaling, fór Fiskaaling í 2006 undir eina verkætlan yvir 3 ár innan framleiðslu av toskayngli. Og vinnan er farin undir at ala tosk, Her er aftur eitt dømi um at vit hava nakrar náttúrugivnar fyrimunir. Hitalagið í sjónum kring Føroyar er støðugt og vælegnað til toskaaling. Eg seti stórar vónir til hesa nýggju aling, hóast toskaaling er krevjandi og munandi meira torgreidd at fáa upp at standa, samanborið við eitt nú aling av laksi.

Fiskaaling er annars av álvara í ferð við at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning kemur at víðka vitanarstøðið munandi og harvið leggja afturat dygdini í alingini, har vit sum er hava know how á sera høgum støði og tí veruliga nógv at bjóða fram. Her eru fleiri spennandi granskingarverkætlanir í gongd.

Hóast vit eftir mínum tykki ikki raðfesta gransking nóg høgt, so hendir kortini nógv tilsamans á økinum – landsstýrismaðurin í tilfeingismálum hevur longu nevnt nógv av tí, sum hendir innan fiskivinnugransking, og nógv hendir eisini í regi av Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingareindum, eins og privat átøk eisini í gongd. Eitt nú aling av tara, ið kann nýtast um brennievni.

Hetta er í heila tikið eitt øki har vit vilja seta øll segl til politiskt at stimbra undir ta nýmenning, sum fer fram.

Vinnulóggáva

Vit leggja í løtuni stóra orku í at dagføra alla lóggávu innan vinnumál, so hon lýkur krøv, ið altjóða felagsskapir og onnur lond seta. Hetta er enn ein fyritreyt fyri, at okkara vinna er skødd til altjóða kapping.

Arbeiðið at endurskoða alilógina verður liðugt um ikki so langa tíð, og verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Sum matvøruútflytandi tjóð er ein matvørulóggáva sjálvandi eitt heilt sentralt og neyðugt amboð. Galdandi matvørulóg er frá 1985, og hon verður nú gjørd av nýggjum við støði í teimum krøvum, okkara veterineravtala við ES setir. Tá nýggja lógin kemur, verða krøvini til føroyskar matvøruframleiðarar og matvørutrygdin hjá føroyskum brúkarum á sama støði sum í ES.

Vit hava samtykt eina víðfevnda tryggingarlóg, sum gevur eitt grundarlag undir meira virknari kapping, og gevur okkum møguleika at gera avtalur við onnur lond um tryggingarvirksemi. Og arbeiða vit víðari við at skaffa okkara tryggingarvinnu hesar møguleikar.

Samferðsla

Okkara aðalmál innan samferðslukervið er, at góðir ferðamøguleikar skulu stuðla upp undir og tryggja menning og trivnað í Føroyum. Vit eru komin langt við at binda oyggjarnar saman, og tað at 85% av fólkinum eru bundin saman landvegis skapar munandi størri dynamikk bæði fyri vinnu og fyri íbúgvarnar. At knýta oyggjarnar saman er ein máti at vaksa um okkara oyggjaland. Og tí eru tunlar og brýr góðar íløgur tá tær verða gjørdar í einum tempo, sum er búskaparliga er skynsamt.

Undirsjóvartunlarnir hava fylt nógv í almenna kjakinum. Tað ber til at gera hesar týdningnarmiklu útbyggingar eftir einum leisti har full stýring er á fíggjarliga eins væl og tøkniska váðanum. Tað er bæði gott og rætt at gera breiðar politiskar semjur, tá um ræður so stórar útbyggingar.

Millum størstu ætlanirnar innan samferðslukervið telist sjálvandi eisini útbygging av Vága Floghavn, sum av álvara fer í gongd nú. Við longdari flogbreyt og einum nýmótans terminali, fer tænastan til ferðafólkini at gerast sera góð.

Sum ein partur av góðari kundatænastu hevur tað verið umráðandi fáa møguleikan fyri tollfríðari sølu á flogvøllinum – og fari eg at takka fíggjarmálaráðharranum fyri gott samstarv at fáa hesi tingini uppá pláss.

Samstundis sum flogvøllurin nú verður longdur, so verður arbeitt víðari við at finna best hóskandi øki til nýggjan flogvøll, sum fer at verða viðgjørdur í sambandi við langtíðarraðfestingarnar hjá samgonguni.

Sum eg gjørdi vart við í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, so er ein akuttur tørvur á at viðlíkahalda vegakervið og serliga tunlar og brýr, og er tað neyðugt at raðfesta hetta økið komandi árini.

Vit útbyggja og menna okkara samferðslukervi, men mugu ikki gloyma at seta ferðslutrygdina í hásæti. Við støðu í 0-hugsjónini fara vit í heyst at leggja fyri Løgtingið eina røð at uppskotum, sum bøta um ferðlsutrygdina.

Neyðugt er eisini at dagføra lógarkarmarnar um havnavirksemi, tí verandi reglur á økinum eru bæði ófullfíggjaðar og ótíðarhóskandi.

Vinnuøki

Fyri at venda aftur til vinnuøki, so fegnist eg um tað menning, sum fer fram á mongum økjum. Okkara KT-fyritøkur eru førar fyri at taka upp kappingina bæði heima og úti, og vit hava við nýggja SHEFA2-kaðalinum lagt enn ein digitalan veg út í heim, og hava sostatt nú eitt rættuliga væl útbygt kaðalsamband – sum eisini gevur nýggjar inntøkumøguleikar.

Fyri at skapa uppaftur betur karmar fyri KT og aðra samskiftisvinnu, kanna vit møguleikarnar fyri at skipa eitt alment netfelag, sum fevnir um alt samskiftiskervið, við tí fyri eyga at tryggja at talgilda undirstøðukervið støðugt verður útbygt og hildið á einum fult kappingarførum støði.

Flogferðsla

Flogvinnan er eisini ein vinna, sum kann geva eitt alsamt størri íkast til føroyska búskapin, og tí er sera umráðandi alsamt at betra um karmarnar fyri flogferðslu.

Umframt útbyggingina, sum eg nevndi í áðni, so skal flogferðslulógin dagførast, og er hetta ein týðandi fortreyt fyri ætlanunum hjá landsstýrinum at gerast partur av evropeiska flogferðslu marknaðinum.

Farið er undir fyrireikingarnar til samráðingar millum landsstýriskvinnuna í vinnumálum og danska samferðsluráðharran um mannagongdir í sambandi við yvirtøku av loftferðslumyndugleikanum. Ætlanin er m.a. at lýsa hvørji krøv verða sett til umsitingina av økinum, møguleikar fyri samstarvsavtalum og hvussu føroyskir myndugleikar kunnu luttaka í altjóða loftferðslusamstarvinum.

Elveiting/Orka

Reinari og bíligari orka er ein stór avbjóðing hjá føroyska samfelagnum og hjá føroysku vinnuni. Vit eiga øll at gera okkara til at menna nýggjar orkuhættir og orkusparing, soleiðis at okkara búskapur gerst minni bundin at dýru orkuni, sum vit í øllum føri enn 100% mugu innflyta.

Arbeitt verður fyri at tryggja, at elveiting í Føroyum verður løgd tilrættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, við stórum denti á at framleiða elorku úr varandi orkukeldum.

Eitt vinnupolitiskt mál er, at vinna á sjógvi og landi skulu fylgja fremstu altjóða málum fyri orkunýtslu og varandi orkukeldum.

Sum eitt av fleiri liðum at røkka hesum máli havi eg saman við Landsverki, ið umsitur bygging hjá landinum, tikið stig til almenna kapping, sum skal geva íblástur til skynsama orkunýtslu í sambandi við bygging her á landi.

Talan verður um ein mynsturbygning, ið kann nýtast til vinnuligt og privat endamál. Bygningurin skal nýta lítla orku og hava møguleikar fyri at nýta alternativar orkukeldur. Eg fegnist um tann vilja sum er í hesi samgongu at gera nakað við orkuspurningin.

Arbeiðsmarknaður

Tað er tørvur á einum arbeiðsmarknaðarpolitikki har dentur serliga verður lagdur á starvsfólkamenning og trivnað.

Vit hava longu tikið stór stig á leiðini at geva føroysku barnafamiljunum eitt munandi betri tilboð – nevniliga at vit hava longt barnsburðarfarloyvið við ikki færri enn 8 vikum. Og, sum løgmaður vísur á í røðu sínari, so er okkara mál at leingja tað upp í eitt ár. Ja, víst kostar tað. Men tað kostar eisini, um vit ikki hava somu tilboð á hesum øki sum okkara grannalond. Hava vit ikki tað, eggja vit ikki ungum vælútbúnum mammum og pápum at flyta heim.

Eg vil nýta høvið at takka landsstýriskvinnuni í lógarmálum fyri tað arbeiði hon gjørdi fyri at vit nú hava latið upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, og fyri at hon leggur stóra orku í at fáa útlendingastovuna upp at standa.

Hetta eru mál, ið hava stóran týdning fyri okkar vinnu, sum alt ov leingi var darvarð av væntandi atgongd til arbeiðsførar hendur.

Arbeiðsskaðatrygging

At tryggja viðurskiftini hjá arbeiðstakarunum er sjálvandi ein týðandi partur av einum góðum arbeiðsmarknaðarpolitikki.

Nýggj lóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður løgd fyri tingið í heyst og kemur í staðin fyri vanlukkutryggingarlógina. Nýggja uppskotið veitir munandi betri sømdir enn higartil, m.a. viðvíkjandi teimum skaðum og sjúkum, sum nú verða viðurkendar sum arbeiðsskaðar, umframt broyttu upphæddunum, ið verða veittar í endurgjaldi og samsýning. Hetta verður eitt stórt framstig fyri øll á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er umráðandi at vit eru brynjaði til komandi avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum, og ikki minst hvussu arbeiðsmarknaðurin kann draga til sín kvinnuliga arbeiðsmegi fyri at tálma frágongdini av kvinnum úr Føroyum, og fáa væl útbúnar føroyingar at gerast partur av okkara arbeiðsmarknaði.

Javnstøða

Javnstøðunevndin og Demokratia hava havt eitt neyvt samstarv og felags sekretariat, og er ætlanin at halda fram við hesari skipan. Eg eri sera fegin um at Løgtingið valdi at lata Demokratiu halda fram, nú eitt kommunuval stendur fyri durðum, og har eg vóni og vænti vit fara at síggja stór framstig í mun til at fleiri kvinnur koma inn í politikk, soleiðis at politiska skipanin á øllum stigum umboðar tey fólk, sum búgva í hesum landi.

Hugsaði um tað í skrúgonguni ólavsøkudag, har úrslitið av arbeiðinum hjá Demokratia og øðrum, ið hava tikið átøk á javnstøðuøkinum, jú var rættuliga sjónligt. Almenna kjakið og úrslitið av løgtingsvalinum geva greiðar ábendingar um hugburðsbroytingar og framstig, tá tað snýr seg um javnstøðu.

Politiska støðan

Um politisku støðuna sum heild havi eg hug at siga, at eg meti at hendan samgongan longu í rættuliga fittan mun hevur virkað sum ein minnilutastjórn, og má eg viðganga, at mær dámar væl tankan um, at tær stóru avgerðirnar um útbyggingar á ymiskum økjum í okkara samfelagið verða tiknar av einum breiðari meiriluta enn teimum 17, sum samgongan upprunaliga sá út til at telja.

Tað eru nógvar góðar kreftir savnaðar í her í tinginum og tað kann ikki annað enn vera til gagns fyri okkara land og fyri føroyskan politikk, um andstøða og samgonga samstarva. Tað kann skapa eldhuga hjá 33 heldur enn bara 17 tinglimum, tí allir tinglimir tá kenna, at tey hava ein reellan møguleika at stríðast fyri sínum hjartamálum. Men sjálvandi, um tað skal eydnast at føra minnilutasamgongupolitikk, so krevur tað sera dugnaligar skiparar – so hendan støðan fer at krevja meira av okkum øllum somlum.

Skal minnilutastjórnin halda fram, krevur tað, at tað verður løgd ein miðvís ætlan fyri hvussu samstarva verður. Spennandi verður nú at síggja um politiska skipanin megnar at loysa hesa avbjóðing, so vit av álvara kunnu fara í gongd við at finna breiðar semjur um tey stóru málini.

Eg vil við hesum orðum bjóða øllum, ið hava viljan, at vera við til at virka fyri einum dynamiskum og framskygnum vinnupolitikki, ið jú er fortreytin fyri einum sterkum búskapi og einum sjálvbjargnum samfelag.

Bjørt Samuelsen

Landsstýriskvinna

Meira frá sama høvundi

No items found.