Sex krevur samtykki!

23 July 2019
Skrivað hevur

Nýggja reyða stjórnin í Danmark hevur sett sær fyri at innføra einasamtykkigrundaða neyðtøkulóg. Hetta er longu galdandi í m.a. Svøríki, Onglandi,Portugal, Skotland, Týsklandm og Belgia. Hetta eiga vit eisini at gera íFøroyum.

Ein samtykkigrundað neyðtøkulóg broytir hugburðin um neyðtøku. Í núverandirevsilóg er tað at rokna sum neyðtøka: Tá ein noyðir ein annan til samleguvið harðskapi ella hóttan um harðskap, ella tá ein skaffar sær samlegu við atnýta annan ólógligan tvingsil. Fáa vit eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg somerkir tað, at sex uttan samtykki verður roknað sum neyðtøka.

Amnesty hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at broyta hugburðin um, atsex uttan samtykki er neyðtøka. Hetta haldi eg sjálv hevur eydnast teimum væl.Men vit skulu eisini síggja handling, og tað gera vit við at innføra einasamtykkigrundaða neyðtøkulóg.

Tá ein neyðtøka fer fram kann tað kenda, at offrið frystir og ikki færgjørt mótstøðu ella sagt frá. Tí eru ásetingarnar í revsilógini heldur ikki ísamsvar við tann veruleika, sum hendir, tá neyðtøkan fer fram. Ein lóg, iðbyggir á, samtykki frá báðum partum er tí eitt gott útgangsstøði til eina betriframtíð fyri neyðtøkuoffur.

Summi vilja verða við, at ein lóg sum hendan fer at viðføra umvendapróvbyrðu. Men so er ikki. Tað, sum ein slík lógarbroyting hevur við sær er, atman broytir hvat ein neyðtøka er. Í hesum førinum frá harðskapi og tvingsli tilat sex krevur samtykki. Tað verður enn ákæruvaldið, ið skal prógva, at samtykkiikki var til staðar, og ikki tann ákærdi, ið skal prógva, at tað var.

Ein samtykkigrundað neyðtøkulóg staðfestir, at sex krevur samtykki, og atsex uttan samtykki ikki er sex, men neyðtøka.

Tí vil eg, at vit seta eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg í gildi í Føroyum,og hesum fari eg at stríðast fyri á Føroya Løgtingi.

Hervør Pálsdóttir,

Løgtingsvalevni Tjóðveldis

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.