men á fundi í fíggjarnevndini, segði hon, at 5 mió kr mundu fara at røkka til! Og at vit tí saktans kundu lækka hennara umbøn úr 6 mió kr til 5 mió kr.
Og vit so gjørdu - í samráð við landsstýriskvinnuna, sum meir enn nakar, eigur at hava fingurin á pulsinum og kenna tørvin!
Men nú kallar hon í lesarabrævið hesa lækking hjá figgjarnevndini fyri kleyvarskap, og ger sum vant andstøðuumboðunum í fíggjarnevndini til part av hesum kleyvarskapi, sum nú er uppstaðin í sambandi við manglandi lestrarstuðul.
Hugsið tykkum um ein ministari í einum av hinum Norðurlondunum gav andstøðuni skylduna, tá ið hann varð noyddur at spara. Ella hugsið tykkum um hann segði, at tað var andstøðan, sum forðaði honum í at fáa sín politikk í gjøgnum. Og hugsið tykkum um ein ministari í grannalondunum heitti á fíggjarnevndina um at lækka eina av umbønum hansara, og eftirfylgjandi kallaði hetta fyri kleyvarskap. Hann hevði fingið ársins neyðrakett umgangandi - um ein slík finst aðrastaðni.
Men so er ikki her heima. Her sleppa landsstýrisfólkini uttan himpr at flyta fokus frá egnum feilum yvir á andstøðuna á tingi, sum so fær skilduna fyri at onki skil er á teirra málsøki.
Sum eg lesi lesarabrævið hjá landsstýriskvinnuni í bløðunum um vikuskiftið, so hevur hon ikki fata hvørji krøv, ein landsstýriskvinna skal liva upp til, tá ið biðið verður um eykajáttan. Og heldur ikki, hvør munur er á hennara leikluti sum ministari, og á leiklutinum hjá okkum í fíggarnevndini.
Skal her royna at pensla nøkur av prinsippunum og krøvunum út, við vón um, at komandi eykajáttanarumbønir frá landsstýrinum síggja hópin penari út, enn tær undanfarnu hava gjørt.
útreiðsluneutralitetur
Tá umbøn um eykajáttan kemur í Løgtingi, eiga landsstýrisfólkini at tryggja, at umbøninar eru útreiðsluneutralar. Tvs, at umbønin um eykajáttan má eisini vísa á, hvar sparast kann tilsvarandi. Tað er m.a. til slíka raðfesting, at vit hava væl lønt landsstýrisfólk. Tey skulu gera politiskar raðfestingar og tryggja sær politiskan meiriluta fyri teimum. Ein meiriluta, sum vanliga er at finna í samgonguni!
Um arbeiðið hjá landsstýrisfólkum eittans er at biðja um meira pening til at lúka tey krøv, sum lógin tilskilar, soleiðis sum sitandi landsstýrisfólk ferð eftir ferð gera, so kundu embætisfólkini orðnað tað fyri tey, og so kundu vit sum onki spart landsstýrisfólkini burtur.
Men, táið vit ynskja eina politiska raðfesting, seta vit landsstýrisfólk. Men tað tykist sum um, at henda politiska raðfesting verður ignorerað av ABCsamgonguni. Ístaðin hava vit nú landsstýrisfólk, sum sita sum postboð hjá aðalstjórum, sum halda eyga við hvørjar lógir og stovnar fara at mangla pening. Og at tað nú er uppgávan hjá landsstýrisfólkunum, so hvørt sum aðalstjórin ber boð eftir teimum at bera rokningina víðari oman í løgtingi, við vón um, at løgtingið gongur frá øllum prinsippum, siðvenjum og reglum, og sigur bara: aja! Slíkt apati í landsstýrinum fær útreiðsluvøksturin at spola uppeftir og hallið á fíggjarlógina at vaksa ár eftir ár.
identitetur
Táið Landsstýrið ikki megnar at gera umbønina útreiðsluneutrala, so er mikið torførari hjá fíggjarnevndini at rætta hendan feilin. Tí fíggjarnevndin kann ikki gera seg inn á tað, sum verður rópt ”identitur”. Tvs, at vit sum fíggjarnevnd sleppa ikki at røra aðrar kontoir á fíggjarlógini, enn tær, sum eru umbidnar í eykajáttanarumbønini.
Ein eykajáttan fer fyrst til 1.viðgerð í løgtinginum, og síðani í fíggjarnevndina, har vit greina umbønina nærri. Táið umbønin nú hevur verið til 1.viðgerð, kunnu vit í fíggjarnevndini ikki broyta innihaldið í umbønini við at taka aðrar kontoir inn, og soleiðis finna møguligar tilsvarandi sparingar Tað arbeiðið skal gerast í ráðunum, áðrenn 1.viðgerð, og má tí gerast av tí innstansi, sum biður um pening.
Tað vil m.a. siga, at táið landsstýriskvinnan biðir um pening til lestrarstuðul, men ”gloymir” í somu umbøn at geva okkum eitt boð uppá, hvar sparast skal, so kunnu vit í fíggjarnevndini ikki gera av, hvar sparast skal tilsvarandi. Men vit kunnu koma við uppskotið um at lækka umbønina. Sum vit m.a gjørdu í sambandi við lestrarstuðul, táið vit mæltu til at lækka umbønina úr 6 mió niður í 5 mió. Altso: í samráð við Helenu!
Hesin demningur við ”identiteti” er fyri at tryggja, at tær kontoir, sum koma útaftur frá fíggjarnevndini hava verið til 1.viðgerð, og soleiðis hava verið viðgjørdar og parlamenteraðar í løgtinginum. Ljóðar kanska í so byrokratiskt, men er sum ein heilag kúgv at røra við.
Identiteturin skal respekterast! Verður hann ikki tað, fær fíggjarnevndin leiklut sum útinnandi vald, uttan at verða tað. Og tá kann alt skjótt enda í reinum ruðuleika.
Viku frá øllum tíðarfreistum
Tá umbøn um eykajáttan kemur fyri løgtingið, eigur landsstýrið eisini at tryggja, at umbønin kemur í so mikið góðari tíð, at løgting og fíggjarnevnd fáa tíð at viðgera umbønina forsvarliga og í minsta lagi eftir teimum freistum, sum reglur tingsins áseta. Men heldur ikki her ynskti landsstýrið landaskil. Alt skuldi skundast í gjøgnum í Mei mánaði. Uppskot, sum vanliga liggja ein mánað í nevnd, skuldu í hesum førum avgreiðast uppá tveir dagar, saman við hópum av øðrum lógaruppskotum. . Ein eykajáttan, sum ikki fylgdi kravinum um útreiðsluneutralitet skuldi skundast ígjøgnum.
Tá ovastu ábyrgdarhavarar í málaráðunum eru farin at gera sær dælt, nú rættartrygd og krøv eru farin á glið aftur, er rættartrygdin í álvarsligum vanda.
Vónandi vaknar onkur í ABC samgonguni, og skiftir apatiska smílið út við at seta knyklar í brýr!
Annita á Fríðriksmørk