Og rætt hevur hann. Men bara partvíst, tí eg var á tingfundinum, men bráðliga varð kallað inn til fundar í uttanlandsnevnd løgtingsins, har eg eri varamaður hjá Høgna Hoydal. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði heitt á nevndina um at koma til ráðførslu um týdningarmikla málið viðvíkjandi makrelbýtinum í strandalandaavtaluni vit eru partur av. Meðan vit sita á fundinum gerst greitt, at stundin er komin til ein fyrispurning sum eg hevði sent fiskimálaráðharranum, men hann sat jú á sama fundi, og kundi tí ikki svara. Fyrispurningurin foyktist tí burtur, táið hvørgin møtti í tingsalinum. Eftir tað kom spurningurin til Aksel Vilhelmsson um heilsutrygdarmálið, og honum tók formaður tingbólksins, Annita á Fríðriksmørk, sær av. Annars skal vísast til gerðabókina hjá Uttanlandsnevndini um rættleikan í omanfyrinevnda:
Ár 2009, ónsdagin hin 18. november, kl. 16.00, var fundur í Uttanlandsnevndini.
Á fundi vóru:
John Johannessen, formaður
Edmund Joensen, næstformaður
Høgni Hoydal
Jógvan á Lakjuni
Jenis av Rana
Kári á Rógvi
Anfinn Kallsberg var ikki á fundi.
Kári P. Højgaard møtti fyri Kára á Rógvi ein part av fundinum og var annars við sum eygleiðari. Tórbjørn Jacobsen møtti fyri Høgna Hoydal ein part av fundinum og var annars við sum eygleiðari.
Skrivari:
Kristina Samuelsen