Samskipan av tænastum til føroyingar við serligum avbjóðingum – nú !

9 March 2012
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Vit eru øll fødd við ymsum fyritreytum. Øll hava vit nakað serstakt at bjóða. Tó eru tað summi, ið hava meira yvirskot at geva av, og onnur, ið hava størri tørv á, at fáa eina hjálpandi hond. Soleiðis er sjálvandi eisini her í Føroyum.


Ongin samskipan og nógvar dyr
Tí hava vit eisini seinastu árini ment sernámsfrøðiliga økið. Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit veita tað samskipaða tilboðið, ið brúkarin hevur tørv á. Settar eru á stovn nógvar ymsar tænastur tvørtur um aðalráð, tvørtur um stovnar og tvørtur um land og kommunur. Sera trupult er at fáa neyðuga yvirlitið hjá einstaka brúkaranum, og skal viðkomandi, familja og avvarðandi venda sær til ótalligar dyr, áðrenn komið er á mál við einum heildartilboði. Tí verða somu upplýsingar ofta givnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun framt. Hartil verður eingin persónlig menningarætlan ella uppfylging gjørd.

Samskipan og “eina hurð” nú
Neyðugt er, at brúkarar frameftir kunnu venda sær til eitt stað, ið samskipar øll viðurskifti vegna brúkaran. Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta.


Samstundis kann størri samskipan tryggja størri samstarv tvørturum ymsu eindirnar. Hetta fer aftur at bera við sær størri vitanardeiling, betri gagnnýtslu av førleikum, at sloppið verður undan dupultum fyrisitingararbeiði, og at fleiri og betri tænastur kunnu veitast.


Nýggjar tænastur og færri av landinum
Vit koma væntandi ongantíð at kunna bjóða allar tænastur her í Føroyum, men stórir møguleikar eru fyri menning av nýggjum tilboðum. Í 2012 nýta vit 43 mió. kr. til tilboð í útlandinum til føroyingar við serligum avbjóðingum. Nøkur vilja altíð hava tørv á at fara uttanlands, meðan onnur kundu fingið sama ella betur tilboð í Føroyum um rætt varð borið at. Latið okkum tí fara undir at menna nýggjar tænastur til fólk við serligum avbjóðingum í Føroyum og yvir tíð eisini bjóða øðrum – eitt nú brúkarum, lærarum og námsfrøðingum - úr grannalondum okkara, at koma henda vegin í ávíst tíðarskeið. Hetta kundi givið bæði førleikamenning, inntøkur og nýggjar tænastur.

Tjóðveldi lagt uppskot til samtyktar fyri á Løgtingi
Nú fær Løgtingið møguleika fyri, at taka ítøkilig stig til at fáa samskipað tænasturnar til føroyingar við serligum avbjóðingum. Tjóðveldi hevur lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls, at fáa eina samskipaða tænastu til føroyingar við serligum avbjóðingum. Neyðugt verður við “einari hurð” og at tænastur verða samskipaðar tvørturum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið og kommunurnar framyvir. Eisini hevur uppskotið til endamáls at fáa tikið ítøkilig stig til, at minka um tørvin á, at senda børn, ung og vaksin av landinum, men heldur – har hetta letur seg gera – bjóða tænasturnar í Føroyum.


Nú er nokk tosað – fremjast í verki nú
Sum kunnugt so verður styrkin hjá einum samfelag mett eftir, hvussu dugnaligt samfelagið er til, at taka sær av teimum, ið hava størst tørv á hesum. Tí megna vit ikki at bjóða teimum, ið hava allar størst tørv á eini hjálpandi hond neyðugu hjálpina, tá megna vit ikki at reka eitt framkomið og sjálvbjargið samfelag, ið er fyritreytin fyri, at okkara land og samfelag skal mennast og hava eina bjarta framtíð.


Nú er nokk tosað um manglandi samskipan. Tíðin er komin til at fremja hesa í verki – nú.


Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi