Tað er gleðiligt, at umboð fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin siga seg vilja taka størri fet á sjálvbjargnisleið. Vit gera tað fegin saman við tykkum! Men at hoyra hesar flokkar rópa ”fake news” er ikki sørt margháttiligt. Hetta er ikki fake news, hetta er old news.
”Sonur mín peikaði á eina valplakat hjáTjóðveldi og spurdi, hvat flokkurin stendur fyri. Eg greiddi frá, at flokkurinvil loysa frá Danmark. – Hví vilja tey tað? Spyr hann. Stutta svarið íbarnahædd, ið eg fann varð – Tað er tí tey halda, vit hava tað so ringt íFøroyum!”.
Hattaer eitt brot frá seinasta blaðnum hjá Javnaðarflokkinum, sum kom út herfyri.
Orsøkin til, at eg nevni hetta er, at Barbara Gaardlykke Apol og Anna Falkenberg, tvær dugnaligar ungar kvinnur, sum bjóða seg fram fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, mótmæla tí sjónbandi, sum Unga Tjóðveldið legði út í gjár. Okkara sjónband er ein heilsan til fyrstuferðsveljarar, sum hava fingið pakka frá danska Fólkatinginum. Okkara sjónband lýsti ymiskt viðkomandi, um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sum ikki komu fram í pakkanum úr Danmark.
Umtalaða sjónbandið kann síggjast her:
https://www.facebook.com/EinRadikalBroyting/videos/1256670244495763/
Taðer fínasta slag, at vit eru politiskt ósamd. Men at leggja hvønn annan undir”fake news” er at taka tað ov langt. Og er tað nakar, sum hevur verið niðrandium aðrar flokkar í valstríðnum, so er tað júst Javnaðarflokkurin. OgSambandsflokkurin er lítið frægari.
Fake news?
”Politikkur fyri vaksin”,”rabiatur sambandspolitikkur”, ”Tjóðveldi vil loysa frá loysingini”.
Síðanivalið varð útskrivað hevur Javnaðarflokkurin og serliga summi valevni floksinsført eitt hvast valstríð, har stórur partur av boðskapum Javnaðarfloksins ummillum annað Tjóðveldi, hava rættliga kunna fingið spjaldrið ”fake news” omanyvir seg, um man nú skal kjakast um ”fake news”.
”Tjóðveldivil skerja møguleikarnar hjá lesandi”, ”Vit missa sjúkraviðgerð, um vit gerastsjálvstøðug”.
Hettaer fake-news í ólukkumát, sum Sambandsflokkurin roynir at billa føroyingum inn.
TíSambandsflokkurin veit ivaleyst av, at flest allir fyrimunir, sum føroysklesandi njóta gott av í Danmark, eru orsaka av norðurlendskum avtalum, sum erumillum øll norðurlendsk lond – ikki bert millum Føroyar og Danmark. Føroyarrinda størsta partin av studninginum til okkara lesandi, og tað, sum vantar í,er áleið 70-80 milliónir krónur árliga – hetta er til tað, sum danir rindaføroyingum í Danmark í SU. Tá vit gerast sjálvstøðug, so fáa føroysk lesandienn somu norðurlendsku ágóðar, og aðrir norðurlendingar kunnu fáa somu ágóðar íFøroyum.
Viðvíkjandisjúkraviðgerð, so rindar føroyski landskassin fyri hvørja einastu viðgerð, sumføroyingar fáa í Danmark ella aðrastaðni. Hetta er ikki ein gáva frá dønum,hetta er ein tænasta vit keypa – og kunnu halda fram við at keypa sumsjálvstøðugt land.
Aftureitt dømi um fake-news, nú tá vit tosa um tað.
Aftursvar til Løkke og Kjærsgaard
Boðskapuriní okkara sjónbandi, sum er fallin ungu valevnunum hjá Sambandsflokkinum ogJavnaðarflokkinum fyri bróstið er, at hesir flokkar ganga inn fyri, at danskirpolitikarar skulu bestemma í Føroyum.
Mentað er ikki fake-news at vísa á tann veruleika, at danskir politkarar boða frá,at teir vilja bestemma í Føroyum, sum teir jú gera og leggja seg eisinibeinleiðis út í eitt val millum føroyskar flokkar. Heldur er tað old news, tíher er einki nýtt í tí.
Ogtað er heldur ikki fake-news, at tað eru flokkar í Føroyum, sum vilja hava hesastøðuna ímillum Føroyar og Danmark at halda fram. Ímeðan Tjóðveldi vil broytastøðuna, soleiðis, at vit gerast fult sjálvstøðugt land og kunnu samstarva viðDanmark á jøvnum føti. Tað eru hinvegin eftir okkara tykki fake-news, atflokkar í Føroyum støðugt siga við okkara ungdóm, at Føroyar og Danmark erujavnsett og at okkara framtíð er bundin í at vera undir einum øðrum landi, haronnur taka avgerðirnar fyri okkum.
Øll áttu at ressast
Sjónbandokkara er ikki eitt álop á Barbaru og Onnu. Tað er hinvegin eitt aftursvar tiltvær hendingar, sum fóru fram fríggjadagin í farnu viku.
Fyrstsóu vit, at Lars Løkke Rasmussen í føroyskum sjónvarpi segði, at hann erforsætisráðharri fyri Føroyar eisini. Og við hansara vitjan mugu vit øll –óansæð politiskan lit – ásanna, at hann legði seg í føroyska valstríðið –ivaleyst í royndini at fáa eitt ávíst úrslit tá valið kemur.
Samadag fingu allir fyrstuferðsveljarar í Føroyum ein pakka við donsku grundlóginiog einari heilsan frá Piu Kjærsgaard.
Báðarhesar hendingar eru at kalla óhoyrdar og áttu at fingið allar politiskarflokkar at ressast.
Tjóðveldiheldur, at hetta er donsk uppíblanding í føroyska valstríðið. Sambandsflokkurinog Javnaðarflokkurin eru samríkjaflokkar, so sjálvsagt taka hesi ikki undirvið, at Føroyar taka fult ræði á egnum viðurskiftum, og harvið, at føroyingartaka fult ræði á sær sjálvum.
Mentað er gleðiligt at lesa, at ungu umboðini fyri Javnaðarflokkin ogSambandsflokkin siga seg vilja taka størri fet á sjálvbjargnisleið. Vit geratað fegin saman við tykkum!
Hervør Pálsdóttir, valevni hjá Tjóðveldi