Og tó! Eftir at hava vent støðuni nakrar ferðir, so kemur støðan ikki so óvart á. Nógvar av fyritøkum okkara tykjast at veksa burtur frá tí jørðildi tær eru gróðursettar í. Hóast vit øll sum partaeigarar og sum borgarar, hava lagt lunnar og rættindi til leiðslur og politikarar at stjórna fyritøkum og tilfeingi okkara, so er skjótt at málið hjá fyritøkunum flytist burtur frá okkum brúkaraum og íleggjarum. Onkursvegna eru vit nóg góð sum jarðamøður, gummur og gubbar, men tá fermingin er av og alvin so dánt stendur á egnum beinum, so eru tey sum hava hjúklað og stuðlað lítla alvanum, vorðin týdningarleys.
Takið Eik, Bakkafrost, Havsbrún, BankNordik. Ella takið stóran part av størra fiskiflotanum hjá okkum. Alt fyritøkur sum eru vaksnar úr føroyskum menniskja og náttúrutilfeingi. Skaptar burturúr tí seiggi, sum hóast alt liggur í landinum og tí fólki, sum her býr.
Bankakreppan og undirgangurin hjá fyrilitaleysu kapitalismuni, arvaðu serliga eitt eftirljóð, grammleiki. Sjálvandi skulu fyritøkur hava visjónir um vøkstur, men er verandi útsókn, ella avreiðing av føroyskum virðum á útlendskar hendur, ikki enn ein útgáva av grammleika? Einum grammleika sum gloymir okkum gummur og gubbar, sum gloymir virksemi og vøkstur í okkara landi. Eg skilji væl at ein ”fancy sild” á Amager kann tykjast eiggiligari enn ein gamal drongur á Sandi. Men ikki er vist at haldføri er betri á Amager. Og forrestin kunnu gamlir dreingir eisini peppast upp, eins og tað ber til at fáa virðini hjá teimum til gongu. Sum nú er, kann hugsast, verða hesi innistandandi eisini brúkt sum barlast, móti vandasigling á øðrum leiðum.
Hví ikki seta sær sum mál at skrúva saman vakstrarætlanir, fyri okkum sum í Føroyum búgva ? Her búgva ung, djørv og vælútbúgvin fólk. Er ætlanin at vit skulu sita tómhent, arbeiðsleys og dintilstung í Føroyum, meðan lívið er aðrastaðni? Eg spyrji bara, eg veit ikki, men tað er ein trupulleiki um tær fyritøkur sum vit føroyingar byggja upp, við luti og leiki, eftir stuttari tíð vaksa upp um okkum sum her vilja búgva. Hóast bara 43 ára gamal, so eri eg nóg gamal til at hava sæð bæði ”rise and fall” hjá fleiri av hesum somu fyritøkum.
Eg sakni so inniliga politiska leiðslu og vinnuliga leiðslu, sum vísir at samfelagið er fyri okkum. Tað eru vit sum eru skattgjaldararnir, partaeigararnir, íleggjararnir, tað er vit sum eru grundarlagið undir hesum fyritøkum, við okkara politiska og fólksliga vilja. Allastaðni í Føroyum.
Samhaldsfesti, millum fólk, ella við fólksins virðum, hevur bygt landið til henda dag, og tit sum stjórna í dag vita innast inni, at við at flyta virðini aðrastaðni, flyta tit eisini føroyingar so líðandi aðrastaðni.
Hóast ikki í støðu, sum vekir nakað trýst, so fari eg at heita á leiðslu bankans at hugsa seg um enn eina ferð. Tað er skjótt hvønn vegin, bæði í vinnu og politikki. Vælsignaði gloymið ikki okkum, sum mintust til tykkum, tá tit høvdu styttra stráið í hondini.
Vil eisini takka starvsfólkunum fyri fyrimyndarliga gott samstarv øll hesi árini.
Páll á Reynatúgvu
Samhaldsfesti á eggini!
18 May 2011