Samgongan fremur skattahækking til pensjónistar til at fíggja skattalætta

8 December 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Einaferð var tað ein leiðsla í einum landi.

Leiðslan boðað ferð eftir ferð frá, at hon ikki fór at fremja broytingar, ið skaptu størri stættarmun í samfelagnum.

Hon boðaði eisini frá, at hon ikki fór at fremja broytingar, ið góvu pensjónistunum minni at liva fyri, og at fólk høvdu misskilt at so fór at verða.

Hóast hetta, so legði hon fram lógarbroytingar, ið merktu, at væl størri inntøkumunur gjørdist veruleiki millum láglønt og hálønt.

Eisini legði hon fram lógarbroytingar, ið merktu, at miðalpensjónisturin fekk eina skattahækking úr 27% uppí 40%. Ja, størsti parturin av pensjónistum fingu skattahækking – tó uttan teir, ið høvdu sera høgar pensjónir, teir fingu skattalætta.

Eftir stóð spurningurin – ætlaði henda leiðslan at fremja tað hon segði og lovaði – ella ætlaði hon at fremja tey lógaruppskot, ið hon hevði lagt fyri á Løgtingi ?

Hvussu leikur fer fáa vit at síggja komandi dagarnar.

Tí til viðgerar er eitt stórt og kollveltandi skattahækkingaruppskot.


Fyrst til avleiðingar fyri einstaka pensjónistin

Staðfestast kann, at hetta uppskotið merkir, at talan verður um skattahækking fyri stóran part av framtíðar pensjónistum.

Taka vit ein miðalpensjónist - ein, ið hevur inntøku á 240.000 kr. árliga og rindar 15% í pensjón, so kemur hesin við verandi skipan, har meginparturin av pensjónsútgjaldinum verður skattað sum A-inntøka og við nýggju BADH skattaskipanini, at rinda 27% í skatti – við verandi skattaskipan hevði hesin pensjónistur rindað 27,5% í skatti. Her verður tosað um effektivan skatt frá fyrstu krónu og her ger botnfrádráttur stóran mun.

Við flatskatti á 40% frá fyrstu krónu er talan um munandi skattahækking.


Úr 27% í effektivum skatti í dag upp í 40% fyri ein miðalpensjónist.

Men tað er ikki bert miðalpensjónisturin, ið verður munandi harðari skattaður.


Tí við nýggju BADH skattaskipanini verða allir pensjónistar við árligari pensjón á undir 770.000 kr. – og tað mugu vera flest øll – skattaðir harðari við hesum lógaruppskotinum í mun til skatting sum løn. Høvuðsorsøkin er, at botnfrádrátturin í vanligu skattaskipanini ger, at vit skulu langt upp áðrenn effektivi skatturin frá 1. krónu er 40%.

Tað kann tó undra, at landsstýrið ikki nevnir avleiðingarnar fyri einstaka pensjónistin meira ítøkiligt í uppskotinum. Tað eru jú rættiliga avgerandi upplýsingar.

Víst verður bert til í viðmerkingunum til lógina at ”uppskotið fær helst sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar, við tað at skattaviðurskiftini broytast munandi hjá lág- og miðal lønarfólki”.

Eisini verður greitt frá verandi skatting av pensjónum, men ongin talva, ið samanber pensjónsinntøkur og skattingina av hesi nú í mun til við 40% flatskatti.

Serfrøðingarnir nevna enntá at teir ikki eru bidnir um at greina avleiðingarnar fyri einstaka pensjónistin. Tí kann av røttum setast spurningurin - verður roynt at goyma skattamunin millum verandi støðu og nýggju 40% flatskattaskipanina ?

Fólk flyta pensjónsinngjøld til lønarhækking ?


Av øðrum avleiðingum fyri einstaka pensjónsinngjaldaran kann nevnast, at um henda 40% skattingin frá 1. krónu verður veruleiki – tann fyrsta veruliga 40% flatskattaskipanin -samstundis sum BADH skattaskipanin fyri vanligar lønarinntøkur verður sett í verk, fellur øll orsøk til at spara sjálvboðið upp til pensjón burtur.


Tí skatturin verður tá hægri á pensjónum enn á lønarinntøku – fyri stóran part av pensjónistunum. Helst fyrsta landið í heiminum, har skatturin á pensjón verður hægri enn á lønarinntøku.


Tá vil tað loysa seg betur hjá fólki at umleggja t.d. 12% pensjónsinngjald til lønarhækking, og harvið hartil fáa part í skattalættanum.


Sum tað sær út, so ætlar landsstýrið ikki at fremja nakað lógarkrav um pensjónsinngjald enn, so nú skatturin á pensjónum verður hægri enn á løn, er ongin orsøk til ikki at umleggja pensjón til løn.

Hetta vil tó verða til stóra skaða fyri okkara samfelag yvir tíð, tí vit eru í forvegin langt afturút tá umræður pensjónsuppsparing og pensjónsinngjøld í mun til grannalond okkara. Hartil vil ein minni pensjónsuppsparing leggja munandi størri trýst á størri útreiðslur til fólkapensjón framyvir. Men hetta hevur landsstýrið uttan iva tikið hædd fyri.

Hví velja onnur lond at skatta pensjónir við útgjaldi ?


Hetta er ikki fyrstu ferð í søguni, at spurningurin viðvíkjandi skatting av pensjónum er viðgjørdur. Hvørki hjá okkum ella hjá øðrum. Niðurstøðan hevur tó verið – hjá flestu londum í ES, at vald er eina skipan har:


1. Skattafrádráttur verður veittur við inngjald


2. Avkastið ikki verður skattað


3. Útgjaldið verður skattað


Tó verður avkastið skattað í Danmark, Svøríki og Italia.
Orsøkirnar til, at henda skipan verður vald er rættiliga greið – og hetta vísa serfrøðingar í Fíggjarmálaráðnum eisini á:

1. Skattafrádráttur motiverar til uppsparing.


2. Inngjald til uppsparing minkar tøku inntøkuna.


3. Útseting av skattinum hjálpir ríkiskassunum (landskassanum), við tað at hann fær eitt munandi størri skattagrundarlag, tá pensjónirnar koma til skattingar, so hvørt sum talið av eldri fólki veksur.


Nakrar avleiðingar afturat
Um vit hyggja nærri at avleiðingunum fyri okkara land, so verður í frágreiðing, sum serfrøðingar hava gjørt m.a. staðfest:

1) Inntøkugrundarlag landskassan verður ikki so trygt við at forútskatta, sum við verandi skipan, tí inntøkurnar við forútskatting fara at ávirkast av broytingum í talinum á fólki í arbeiðsførum aldri.


2) Eitt tíðarskeið fer landskassin at hava inntøkur bæði frá útgjaldi og inngjaldi av pensjónum. Hetta merkir at landsstýrið fer at kunna útseta neyðugar tillagingar av inntøku- og útreiðslustrukturi landsins. Mest negativa ávirkanin við umleggingini er, at hetta lættir trýstið at gera neyðugu broytingarnar í útreiðslustrukturi landskassans.


3) Tað er av avgerandi týdningi, at pensjónsskattainntøkan verður nýtt til at minka hall landskassans.

Hetta seinasta vita vit so er ikki ætlanin. Sostatt verða framtíðar inntøkur nýttar til, at halda úteiðslum landsins uppi og/ella halda inntøkunum niðri.

Munandi øking í eldraútreiðslum komandi árini
Allar framrokningar vísa okkum at vit skulu vænta munandi øking í eldraútreiðslunum komandi árini. Úr uml. 1,3 mia. kr. í 2012 uppí uml. 2,6 mia. kr. í 2040.


Serfrøðingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa eisini á - í frágreiðing fyri stuttum - at um valt verður at skatta útgjald í mun til inngjald, so vil hetta hava munandi størri ávirkan á útreiðslur landsins longu í 2040. Nettoútreiðsluvøksturin fyri landið, tá umræður eldraútreiðslur, verður um 300 mió. kr. størri við skatting av inngjaldi í mun til útgjaldi.


Víst verður víðari á, at skattingin og mótrokningin av pensjónsuppsparingini í framtíðini er ein týðandi partur av fíggingini av øktu eldraútreiðslunum í framtíðini.


Eru hetta ikki viðkomandi upplýsingar at hava við í lógaruppskotinum ?

Kommunurnar missa allar pensjónsskattainntøkur
Um vit hyggja nærri at avleiðingunum fyri kommurnar so er greitt, at her er avgjørt avleiðingar.

Í dag verður meginparturin av pensjónsútgjaldinum skattað sum A-inntøka, og harvið fáa bæði land og kommunur sín part av skattainntøkunum. Hetta lógaruppskotið tekur allar hesar skattainntøkur frá kommununum.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur at “uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum”. Hetta er ikki rætt. Tí tær kommunur, ið hava lutfalsliga fleiri pensjónistar í mun til restina av landinum – og her er talan um útjaðaraøkini og minni bygdirnar – fara at fáa lutfalsliga størstu minkingina í skattainntøkum framyvir.

Tvs. at tey øki, ið fáa alsamt fleiri pensjónistar, fáa alsamt færri inntøkur – og ongar frá pensjónistunum.

Fari at heita á Landsstýrið um at upplýsa Løgtinginum, hvussu nógvar skattainntøkur, ið kommunurnar koma at missa nú og komandi árini. Tí verður pensjónsnýskipan framd í verki og lógarásett verður at øll skulu rinda 15% av løn síni til eftirløn, vilja pensjónsinngjøldini vaksa úr 550-600 mió. kr. uppí 800 mió. kr. næstu 10 árini, so talan verður um stórar upphæddir, ið kommunurnar missa.

Enn fleiri avleiðingar og ivamál
Eisini fakfeløg og pensjónsfeløg skulu vænta avleiðingar av hesum uppskoti.


Í dag hava nøkur fakfeløg egnar pensjónsgrunnar, meðan tey flestu velja at samstarva í pensjónsfeløgum í ella uttanfyri Føroyar.
Henda lógabroyting kann

koma at merkja øktar umsitingarútreiðslur vegna økta umsiting.
Tí nýggja skattingin av pensjónum krevur, at øll, ið hava pensjónsinngjøld fáa nýtt tryggingarskjal “polisur” Hetta fyri at tryggja greiðan skilna millum inngjøld, ið skulu skattast og inngjøld, ið eru skattað – nú og framyvir. Verður pensjónsnýskipanin sett í verk 1. januar 2013 skulu øll hava enn eitt nýtt tryggingarskjal tá. Tvs. allir pensjónistar hava minst 3 tryggingarskjøl.
Tað at gera neyðugu tillagingarnar er eitt størri arbeiði. Sera fáir arbeiðsdagar eru eftir í árinum, og gevur hetta feløgunum órímiliga stutta tíð at gera neyðugu tillagingarnar.

Eisini verða fleiri spurningar enn svar givin í sambandi við allar teir føroyingar, sum í dag spara upp í útlendskum pensjónsfeløgum, eins og víst verður á, at føroyingar, ið velja at flyta uttanlands á pensjónsárum skulu vænta at rinda skatt aftur tá.

So sum heild eru nógv álvarsom ivamál í sambandi við hetta lógarupskotið, ið vit mugu hava svar uppá.

Útset og tak hetta upp í samband við pensjónsnýskipanararbeiðið


Forúrskatting av pensjón er ikki nakað tú bara gert.


Talan er um ein týðandi broyting, ið fær avleiðingar fyri allar føroyingar.

Ein broyting, ið eigur at verða tikin við í arbeiðið at gera eina nýskipan av pensjónsøkinum.


Ikki ein broyting, ið verður framd, áðrenn nógvir spurningar eru svaraðir og bert fyri – uppá stuttsigt – at tippa holið í landskassanum eftir ein skattalætta til hægru inntøkurnar, í søguliga ringum tíðum búskaparliga.

Hetta fái eg meg ikki at trúgva. Hetta fáa helst ongir føroyingar seg at trúgva.

Tí okkara pensjóns- og skattaskipan er ein grundleggjandi partur av okkara vælferðarsamfelag og fyri fyritreytunum hjá hvørjum einasta føroyingi.


Tað er av avgerandi týdningi, at henda skipan ikki verður broytt í tíð og ótíð.

Skal hetta vera veruleiki er neyðugt, at okkara framtíðar pensjónsskipan verður viðgjørd og gjørd av einum breiðum meirluta í Løgtinginum, soleiðis at sum flest føroyingar kunnu kenna seg aftur í endaliga uppskotinum.

Vil tí heita á landsstýrið um at útseta hetta uppskotið viðvíkjandi pensjónsskatting – og heldur skjótast tilber, at seta tvørpolitiskan arbeiðsbólk at arbeiða við eini framtíðar pensjónsskipan í Føroyum. Eini skipan, ið tryggjar øllum eina góða og trygga pensjón.

Tá fylgja vit eisini ráðunum frá serfrøðingunum í Fíggjarmálaráðnum, ið vísa á, at tað ikki:
”við so stuttum skotbrái ber til at gera eina forsvarliga meting av, hvussu eitt tílíkt uppskot ávirkar fíggjarviðurskifti landsins og landsins búskap sum heild.


Uppskotið leggur seg út í avtalur, sum fleiri túsund borgarar hava gjørt við teirra arbeiðsgevarar og eftirlønarveitarar.
Uppskotið er í stóran mun irreversibult, t. e. avgerðin kann ikki gerast umaftur, um landskassin fyrst hevur tikið peningin inn í skatti, og síðan nýtt hann til økta nýtslu ella lækking av skattum.


Uppskotið broytir avgerðargrundarlagið fyri langsiktaðum íløguavgerðum hjá øllum eftirlønar- uppspararum, og kann tískil føra til, at eftirlønaruppsparingarhugurin ávirkast munandi.


Undirritaðu fara tí staðiliga at mæla frá, at eitt tílíkt uppskot verður framt í verki, uttan so, at fakliga væl grundað lýsing av avleiðingunum verður gjørd fyrst.”

Hví skatta dupult – heldur enn skatta lønir og pensjónslønir við útgjaldi ?


Hetta lógaruppskotið snýr seg annars eisini um munandi meira enn um skatting av pensjón.


Hetta snýr seg eisini um, hvat vit leggja í tað at fáa pensjón og at verða pensjónistur.

Í dag livir ein, ið hevur rokkið 60 árum í miðal 15 ár sum pensjónistur, men hetta broytist skjótt. Tí vit kunnu gleðast um, at meðan metingar í 70’unum væntaðu at miðal livitíðin sum pensjónistur var 12 ár, so verður væntað at tey, ið røkka 60 ára føðingardegnum í 2040 skulu í miðal kunnu vænta at liva 20 ár sum pensjónistar. Hetta er gott.

Vit vita eisini, at vit í dag fáa løn útgoldna og skattaða frá tí vit koma á arbeiðsmarknaðin og til vit fara herfrá – umvegis vanliga løn og pensjónsløn. At vit geva okkara íkast til landshúsarhaldið alt lívið.

Velja vit nú í staðin at skatta bæði núverandi løn og komandi pensjónsløn hjá hvørjum einstøkum nú, heldur enn so hvørt henda lønin verður rindað, ber hetta boð um, at pensjón verður mett sum nakað annað enn løn.


At pensjónistar ikki rinda skatt til landshúsarhaldið í pensjónsárunum.

Og hvør tryggleiki er fyri, at ikki nýggir skattir koma seinni – og serliga stór brúkaragjøld á eldratænastum ?

Samstundis merkir hetta, at skattainntøkur landsins ikki fylgja við stóru broytingunum í fólkasamansetingini. Nakað, ið allir serfrøðingar vísa á, er ein stórur ótryggleiki.


Tá tað longu í 2040 eru 2 í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist í mun til 4 í dag.

Okkara ábyrgd at taka røttu avgerðirnar
Latið okkum hugsa framum nútíðina og hesi árini har landið fær bæði skatt frá pensjónsútgjøldum og pensjónsinngjøldum.
Latið okkum velja eina loysn, ið ikki skatta framtíðar pensjónistar harðari.


Latið okkum endurskoða og útseta hesa ætlan og heldur taka málið upp í samband við arbeiðið at gera eina pensjónsnýskipan fyri allar føroyingar.

Á Løgtingi, 8. desember 2011

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna