Seinra ABC-samgongan, hesaferð undir sambandsleiðslu, situr nú við upptakinum, sum profeterað varð um øll árini frá 2004 – 2008, táið róðrið varð slept, og avmonteringin av vælferðarsamfelagnum byrjaði. Eitt nýtt tríbýti varð designað: Tjóðskaparstríðið varð suspenderað, neoliberali/konservativi skatta- og einskiljingarpolitikkurin teimum fáu til ugganar varð knæsettur og Javnaðarflokkurin prýddi sum galliónsfigurur samgonguna ytst á Tinganesi. Ein harðrendur høgrapolitikkur tók dik á seg og syndranin av samfelagnum tók skap. Nú eru bremsuskónirnar slitnar somikið niður í nakka, politisku hugsjónirnar so ikki eksisterandi, at vognurin í skjótari acceleratión stevnir ímóti upsini, har bara undirdýpið er eftir. Endurtøkan av gongdini fram ímóti eini kreppu er eyðsýnd. Spurningurin er, um politiska sivilisatiónin í landinum er so løk, at kreppurnar stjórna, heldur enn tað, sum verður hildið at vera ein fólkavald politisk skipan. Tí kundi yvirskriftin yvir fíggjarlógarviðgerðina í heyst verið: Ímeðan vit bíða. Bíða eftir kreppuni, kreditorunum og aktiónini frá hjálandaveldinum danska. Ímeðan verða lunnindini tikin undan vælferðini hjá okkara eftirkomarum, teirra samtíð verður veðsett í okkara ørandi ovurnýtslu og vantandi politikki á fleiri avgerandi samfelagsmótum, ið minkar um innløgumøguleikar landsins. Ringa gongdin í samfelagsins kassa verður best lýst í hesi strikumyndini, sum greitt sýnir okkum, hvussu skjótt vaksandi gapið er ímillum inntøkur og útreiðslur landskassans. Trupulleikin er politiskur, og kann harvið bara loysast við politiskum átøkum samsvarandi greiðum hugsjónaðarligum málum:
Fullveldislandsstýrið við greiðu málunum, harímillum skipanini av føroyska statinum, megnaði øll árini at reka samfelagið við yvirskoti. ABC-samgongan vendi góðu gongdini og eftir ein lítlan skáa, táið fíggjargeirin sprændi pening út í samfelagið, og Pf. Føroya Banki og AA vóru partvíst einskild, virðir sum lendu aftur á inntøkum landskassans, er gongdin nú so katastrofal, at ein kreppa er óundanleppandi, um vit ikki í bráðskundi fáa eitt politiskt siðaskifti í landinum.
Óskipaða gongdin í fíggjarlógarviðgerðini
Stóran part av árinum hevur samgongan fonglast við at fíggjarætla fyri næsta árið. Andstøðan var í summar boðin inn til háborðs, men táið vit løgdu okkara greiðu mál fram fyri valdsharrarnar, var tann glantrileikurin skjótt søga. Nýskipanir vóru ikki toldar. Andstøðingarnir vórðu bráðliga skvisaðir úr fíggjarlógaruppskotsgerðini og tí seinri so kenda Ólavsvøkupakkanum. Hesin var síðani samtyktur, og skuldi hann verða savningin og nýbrotið og sveinastykkið og legitimiteturin hjá sitandi samgongu. Hetta var vegvísarin hjá fíggjarnevndini, táið hon bretti upp um armar eftir fyrstu viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyrst í oktober mánaða. Tað gjørdi ikki virkið hjá nevndini lættari, at oddvitar landsins í tíð og ótíð komu við skiftandi útsøgnum, sum sáðaðu iva, um nú ásettu karmarnir í famøsa pakkanum skuldu haldast ella ikki. So sperd var nevndin av signalforvirringinum úr Tinganesi, at løgmaður bleiv kallaður á fund, fyri at gera greiði fyri hvat ið nú vendi upp og hvat ið vendi niður í fíggjar- og búskaparpolitikkinum hjá samgonguni. Eftir at hesin var vendur aftur til upprunakarmarnar fyri rakstur og íløgur, royndi fíggjarnevndin at fara inn í substansin í uppskotinum, inn í krovið á deyðamerkta sjúklinginum, sum lá á skurðborðinum, og hóast øll vóru samd um, at fíggjarlógaruppskotið var eitt sminkað ABC-lík, so ætlaðu vit veruliga at fara undir eina viðgerð, sum lætti trýstið á landsins finansum, tað hildu vit undir øllum umstøðum, vit sum umboða andstøðuna.
Sum tíðin leið gjørdist tað longri ímillum fundirnar, og táið fundir vóru gjørdist tað alt sjónskari, at tað dragnaði millum umboðini hjá samgonguflokkunum. Nakrar hoyringar hava verið av landsstýrismonnum, men veruliga politiska viðgerðin lat bíða eftir sær. Tað kendist sum meirilutin var álopin av einhvørjari ræðslu fyri veruleikanum. Fyri góðum tveimum vikum síðani hendi so tað heilt margháttliga, at útinnandi valdið, landsstýrið, setti meirilutan í løgtingsins fíggjarnevnd undir umsiting. Hesi fólkini, ið eru vald av fólkinum til at stjórna landinum millum valini, lótu seg gelda politiskt og hava síðani reika um sum illa heitnir politiskir eunukkar. Síðani er fíggjarlógarviðgerðin farin fram fyri læstum hurðum í onkrum stjórnarbygningi, og meirilutin hevur bara bíða eftir harraboðum frá teimum, sum nú sótu og játtaðu sær sjálvum upphæddir til at umsita og fyrisita. Andstøðan var skeklað burturúr viðgerðini, ongin fundur varð hildin um fíggjarlógina, og heldur ikki fingu vit nakrar upplýsingar, ið eru neyðugir, skal parlamentariska arbeiði gerast við minsta skili. Hetta man vera eindømi vestanfyri, at ein meiriluti í meginnevnd tingsins letur seg kúga á slíkan hátt. At man so viljaleysur letur seg misbrúka av teimum, sum tingið sjálvt hevur valt at umsita og fyrisita fyri seg. Meðan meirilutin hevur ligið fram eftir rommum hjá útinnandi valdinum, og latið seg húðflongt og kjølhálað, er mangt og mikið farið fram, sum ongin skilir. Hin eini tingmaðurin í meirilutanum sprongdi sær veg út úr politiska ørskapinum, og ístaðin var ein lýðin apologetur valdur, sum fæst til at skriva undir meirilutaálitið hjá fíggjarmálaráðharranum og løgmanni við førdari hond. Lóggevandi valdið hevði mist sín raison d´étre. Miðvikudagin kom so umsíðir hvíti roykurin úr tekjuni á Alberts Hall, táið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gav fíggjarnevndarformanninum strongu kravboðini um útinnandi detailstjórnanina av fíggjarløgtingslógini fyri 2010.
Politiska skipanin er harvið fult og heilt farin úr spónalagnum, og skákingin millum vøldini er burtur, nú lóggevandi valdið hevur latið seg seta undir umsiting av útinnandi valdinum. Orsøkin er vantandi politikkur, ella rættari als ongin politikkur. Kringekjan – karusellin – melur bara, útreiðslusíðan á fíggjarlógini er vorðin eitt taxametur, sum ikki hakar í, og ætlaða nivelleringin, prosentrokningin, við sláimaskinuni, sum nú frættist um, er embætispolitikkur í evsta potensi. Samstundis gongur tað av skriðuni við inntøkunum, mest tí at ongin hugsjón tíansheldur nøkur visión er í samgonguni, ið kann broyta strukturarnar í eitt nú høvuðsvinnuni.
Hvørji eru ráðini hjá andstøðuni?
Soleiðis sum gongdin bleiv í virki fíggjarnevndarinnar, er lagnan vís hjá andstøðuni. Hon hevur ikki ein livandi kjans, táið størri parturin av nevndini hevur latið seg gíðslataka av útinnandi valdinum. Neyðugar upplýsingar fær hon ikki, nú táið landsstýrið í veruleikanum hevur tikið sær diktatoriskt vald í landinum. Parlamentið er sett út av spælinum, eitt kvett, sum líkist tí sum danir gjørdu í 1992, tá umvegis fíggjargeiran. At gera eitt álit, táið man ikki veit hvør ætlanin er hjá landsstýrinum, er ein vónleys uppgáva. Vit vita ikki hvørjum vit eru uppi ímóti, tí fíggjarlógaruppskotið, sum skuldi viðgerast í nevndini, er eftir øllum at døma ikki til longur, so divergerandi og fløkt tíðindini eru, ið bara koma umvegis fjølmiðlarnar. Tí ber tað okkum bara til, at koma við eini niðurstøðu um gongdina og einum ætlanarboði um, hvussu samfelagið skal bjargast umvegis eini búskaparligari endurreisn, ið bara hugsjónir og politikkur kunna lunnadraga inn í ókomnu dagarnar hjá okkara eftirkomarum.
Búskaparlig endurreisn krevst fyri at bjarga framtíðini
Tað má haldast vera ringasta avmakt, sum er orsøkin til ta ringu støðu politiska skipanin er komin sær í. At brúka altjóða kreppuna sum undanførslu er at stinga høvdið í sandin, tí gongdin í føroyska búskapinum er fyrst og fremst einum fatalum innanlands politikki fyri at takka. Tað er bara kynsleysu ABC-samgonguni í tveimum syftum fyri at takka, og sum frá er liðið, er pallurin farin at líkjast alt meiri kykmyndini Der Untergang, sum so sera væl lýsir gongdini og niðurbræðingina teir seinastu dagarnar hjá einum regime, ið hevur lagt eitur út í samfelagið og sum druknar í sínum egna kemiska budingi. Her má av álvara kom vend í, sum táverandi javnaðartingmaðurin, Kristian Magnussen, sang um í einum slagara fyri valið í 2004. Strikumyndin omanfyri lýsir betri enn nakað annað hvør hendan vendin varð, sum nú í ólukkumáta má vendast aftur á beint. Tað kann bara eitt politiskt alternativ gera, har Tjóðveldi er beinagrind, bulur og høvd. Til teirra, ið tosa um vantandi alternativ, skal sigast, at alt sum flytir seg er alternativ til tað verandi. Alt er alternativi til onki.
Hvussu lata vit gapið aftur?
Tað dragnar millum inntøkur og útreiðslur. Gapið veksur og skuldin økist samsvarandi muninum. Upsin nærkast, rentuútreiðslurnar vaksa og tyngja og ein vakran dag ber tað ikki landskassanum til at føða hetta alt meiri svanga ódjórið, sum samgongan hevur mist tamarhaldið á. Sølan av Føroya Banka er farin í úlvsins kjaft og triðingssølan av Atlantsflogi somuleiðis. Nú eru einastu ráðini lántøka til ovurnýtslu, ið kann samanberast við eitt rán frá okkara børnum og abbabørnum. Einastu ráðini eru, at løgmaður og samgongan leggja kongin og lata máltreystan politikk endurreisa búskapin, í eini skipaðari gongd yvir eitt valskeið, har øll viðurskifti samfelgsins vera tikin upp, og lagað til ta uppdrift, sum hetta samfelagið er ment til at spenna burtur úr sær. Bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni mega tøk takast, sum eru kollveltandi og slóðbrótandi.
Tjóðskaparstríðið ein avgerandi faktorur
Megintrupulleikin í Føroyum er politiska støða landsins í altjóða samfelagnum, ella rættari tann veruleiki, at vit ikki eru partur av hesum samfelag. Hjálandapolitikkurin hjá dønum hevur skapt tvær politiskar driftir í landinum, ið eru at kalla eins máttmiklar. Tær virka hvør sín veg, við hvør sínum fokus í øllum gerandis- og gerðarmálum, og ímillum mótstríðandi vektorarnar liggur danska ríkisveitingin og rotar samfelagið upp. Sum eitt rotið epli í krubbuni. 615 danskar milliónir millum 12-13 milliardir av føroyskari virðisskapan. Hartil forðar hann okkum eisini fyri útsýninum og sambandinum til allan heimin, seinasta átakið í Keypmannahavn, har innlendismálaráðharrin hevur brotið sær politiska høvdið, soleiðis sum hon til fánýtis hevur skallað at kalla allar imperialistiskar múrar, uttan at ein flís er fallin til jarðar, man vera feskasta dømið um ta vanvirðiligu politisku støðu, vit eru endað í. Meðan umboðini fyri flestu menningarlond, hóast miklu fátækt teirra, ganga bringubrøtt í ríkisins metropoli, og seta sjálvsøgd krøv til gomlu útpínaralondini, krúpa vit av berum og blektaðum politiskum maktarloysi frameftir asfaltinum, í stórum hópum, - ein non-existing tjóð ímillum aðrar. Eitt av málunum í eini búskaparligari endurreisn, eftir at ABC-samgongan er hoyknað og farin, er at taka táttin uppaftur frá 1998, har skipanin av føroyska statinum er evsta málið og ein skipað niðurlaðing av ríkisveitingini er ein neyðturviligheit.
Inntøkur
Rikni fiskivinnupolitikkurin hevur verið ein katastrofa fyri búskapin í landinum. Her liggur fjald ein manko í inntøkum á hundraðtals milliónir krónur. Neyðugt verður alt fyri eitt at skipað fiskivinnuna í einum búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggum karmi. Tjóðveldi hevur í Tilfeingisbúðini lagt lunnarnar, ið fer at rationalisera fram ímóti tí hvarvinum, har ið stál og stovnar møtast, og úrslitið verður eitt munandi betri úrslit fyri allar partar, harvið eisini fyri samfelagið og tess kassa. Neyðugt verður hartil at gera eina neyva kanning, sum ítøkiliga lýsir búskaparliga potentialið, ið annars liggur í føroyskari fiskivinnu. M.a., hvussu nógv virðisøking er møgulig við størri virking á landi ella á sjógvi, og hvør búskaparligi týdningurin kundi verið, um allur fiskur var vigaður inn og seldur í Føroyum. Greinast má eisini hvør avleiddi vinningurin annars kann verða av slíkum átøkum, eitt nú í logistikska møguleikanum millum meginlandið, oyggjarnar sunnanfyri og okkum.
Viðvíkjandi ítøkiligum inntøkuvøkstri á fíggjarlógini, vístu vit í fjør á møguleikar, sum svaraðu til 242 milliónir krónur. Í høvuðsheitum snúði uppskotið seg um at áseta tilfeingisgjald, grønan skatt, broyting í rentustuðulsskipanini, hægri skatt á stórum inntøkum, niðurlaðing av sjómanna-frádráttinum, at flyta inntøkutrygdina út á arbeiðsmarknaðin o.s.fr. Onnur átøk kundu verið at tikið av øll mvg-undantøk, mentanartilboð undantikin, stuðul til flutning og dupult húsarhald m.a.
Alivinnan er vorðin ein stórur vinnuligur aktørur í búskapinum, serliga eftir at fíggjarstovnar og alarar tóku Vinnumálaráðið av ræði, og fingu í lag skipanir, sum tykjast hava gjørt føroyska aling til eina ekspanderandi burðardygga vinnu. Sum er, er ongin vinnupolitikkur yvirhøvur. Síðani seinra ABC-samgongan kom til valdið, hevur hann bara verið destabiliserandi, køvandi og drepandi. Júst vinnupolitikkurin eigur at gerast lokomotivið í endurreisnini, og dyggar vinnuframaskipanir og stabilur politikkur skulu ganda fram tað triðja vinnubeinið í Føroyum. Destruktivur øvundarpolitikkur byggir onki land. Tað ger hinvegin konstruktivur vinnupolitikkur, sum sær møguleikan í hvørjum spíra, sum hættir sær upp úr gráa svørðinum.
Útreiðslur
Galopperandi útreiðsluvøksturin má steðga umgangandi. Automatiska taxametrið á útreiðslusíðu fíggjarlógarinnar má justerast við politiskum inntrivum. Onki samfelag yvirlivir við einum vøkstri, sum vit hava havt hesi seinastu árini.
Allur hin almenni geirin má setast undir rationaliseringsluppin fyri at finna orsøkirnar til vitleysa vøksturin og fyri at finna fram til, hvørjar funktiónir eru neyðugar og hvørjar eru farnar í eitthvørt sjálvssveiggj av ótamdum vøkstri, sum lítil og ongin nytta fæst burturúr. Ráðini í landsins stýri mega minkast niður í 6 við løgmanni. Hetta eigur at verða staðfest í Stýrisskipan Føroya.
Allar dupultfunktiónir skula lúkast burtur og milliardaíløgurnar, sum gjørdar eru í undirstøðukervið, mega koma betri til sættis í rationellari rakstri. Vanabundni og treystar siðvenjur hava ikki fylgt menningini annars, tí skal politiskt dirvi og ryggur til, fyri at taka neyðugu tøkini, sum standa í mun til eina ferð út av upsini - í undirdýpið.
Íløgur
Íløgurnar sum gjørdar vóru í fullveldislandsstýrinum, eru greiðar ábendingar um, at ein langtíðarløguætlan er skynsamasta leiðin at ganga, táið umræður at menna samfelagið. Tað standa nógvir varðar eftir frá tí tíðini, meðan trilvandi, skilaleysi og strukturleysi íløgupolitikkurin hjá ABC-samgongunum hevur verið meiri niðurbræðing enn menning - í mun til upphæddirnar sum brúktar eru.
Í heila taki mega viðurskiftini kring fíggjarlógargerðir fáa nýtt skap. Miðast má 3-4 ár fram í tíðina, annars sleppur taxametrið bara at hurra eirindarleyst, sum ein ótakandi krabbatumor, ið veksur fyrilitarleyst, ongum til nakra nyttu. Viðvíkjandi íløgum er neyðugt at raðfesta eini 10-15 ár fram í tíðina, og kravið má verða, at hildið verður fast um hesar ætlanir, ið helst skulu leggjast í semju tvørtur um skiftandi samgongu/andstøðu múrar. Á hvørjum ári skal ein fastur karmur lutast út á ráðini, heldur enn ein felagskarmur, sum er ein orsøkin til nógva ruðuleikan, - sum nú bleiv.
Niðurstøða
Eftir tað mest margháttligu fíggjarlógarviðgerðina í nýggjari tíð, ella nakrantíð, má metast at samgongan stendur fyri falli, um ikki fyri nýggja árið, so nakað tíðliga í nýggja árinum. Deyðskrampin er sjónskur nú, og einaræðisliga kvettið, sum útinnandi valdið hevur framt ímóti parlamentarisku skipanini, kann ikki vera annað enn ein hin seinasti gerningur samgongunnar. Sum onkur tók til, ein kiptur hani kann tuska høvuðleysur íkring ein løtu, men tá eru mið og mál somikið kámað, at skil og lív fæst ikki í aftur. Andstøðan hevur ikki fingið ein livandi kjans fyri at vera við, tíansheldur at opponera, ímóti fíggjar- og búskaparpolitikkinum hjá samgonguni, táið vit snøgt ikki vita hvør ætlan teirra er, nú upprunaliga fíggjarlógaruppskotið ikki longur er aktuelt, og alt fundarvirksemi hevur verið dult sum mansmorð uttan fyri skýmaskotscellur, ið hava fjalt seg í onkrum hissini stjórnarbygningi og so appropos hava vermt seg við heimastýrisradiatorarnar, haðartil fíggjarnevndarformaðurin nú fekk álitið handað mikudagin. Take it or leave it.
Samfelagið er á katastrofukós. Eitt sminkað lík fer nú at vera samtykt sum fíggjarkarmur fyri næsta árið. Hallið fer heilt víst at kjálka fram undir milliardina, táið tað einaferð verður avroknað í roknskapinum. Ein andstøða við virðing fyri samfelagnum atkvøður vanliga fyri eini fíggjarlóg, men virðingin fyri samgonguni eru nú í so ringum standi, at vit mega taka støðu til nýggja fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard og Kaj Leo Johannessen í tingsalinum. Av tí vitleysu orsøk, at vit ikki kenna til produktið, sum er smoygt niður um herðarnar á Anfinni Kalsberg og hansara viljaleysu teknum í fíggjarnevndini.
Framtíðin
Tjóðveldi hevur strikað upp 10 politisk boð, ið eru vitarnir siglast skal eftir, táið tjóðskaparliga og búskaparliga endurreisnin skal setast á lunnar. Tað snýr seg um at flyta samfelagið úr tilvildartelving yvir í langtíðarmál. Víðsjónin kann í stuttum orðast soleiðis, sum formaður Tjóðveldisins bar tey fram nú ein dagin: Einar frælsar, grønar, javnar og skapandi Føroyar:
1. Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, sum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið vit eiga, burðardygt - og megnar at gagnnýta og leggja um til varðandi orkukeldur.
2. Ein fiskivinnuumskipan verður framd við uppskotinum hjá Tjóðveldi um tilfeingisbúð sum grundarlagi.
3. Ikki varðandi inntøkur og eingangsinntøkur skulu í Búskapargrunn, har avkastið verður nýtt til framtíðaríløgur.
4. Vinnupolitikkurin skal skapa javnar kappingartreytir millum nýggjar og verandi vinnur og eggja til íverksetan.
5. Altjóða universitet, gransking, havrannsóknir, útbúgving og mentan eru fremsta íløguøkið komandi 10-15 árini. Annað er okkara altjóða infrakervi út í heim við flogvølli, tele- og orkusamskifti, heilsusamstarvi við okkara grannalond, handilsavtalum og altjóða samstarvi á øllum týðandi økjum.
6. Føroyingar samtykkja egna grundlóg og taka á fólkaatkvøðu avgerð um at skipa seg sum sjálvstøðugt land – og hetta er fortreytin fyri at fremja settu málini. Annars kunnu vit sita og togast í 20-30 ár afturat, har vit hvørki eru fuglur ella fiskur í heiminum og skeldast um, hvør skal fíggja okkara lív og vælferð.
7. Ongin fíggjarlóg verður samtykt uttan at hon hevur eina greiða langtíðarætlan fyri raksturin av hvørjum málsøki sær – t.e., at hvørt játtanarøki skal minka ella vaksa so og so nógv næstu 10 árini.
8. Rættartrygd og rættindini hjá sosialt og fíggjarliga veikastu samfelagsbólkunum eru fremsta ýtið í at endurskoða almennu sosial- og heilsuskipanirnar.
9. Ongin størri íløga verður samtykt uttan so, at hon er partur av langtíðarætlan, ið røkkur minst 10 og helst 15 ár fram.
10. Ongi mál verða skrumblað ígjøgnum samgongur og ting. Øll mál skulu hava veruliga fólkaræðisliga viðgerð og øll saklig atlit lýsast.