Landskassin væntast athava 1,4 milliard í avlopi í hesum valskeiðinum. Til samanberingar hevðilandskassin 1,1 milliard í halli í undanfarna valskeiði. Harvið er halllandskassans vent til munandi avlop. Hetta hava vit øll framt saman - við stórariframgongd í samfelagnum, og saman við skynsomum fíggjarpolitikki.
Støðan í 2015 – hall 8 ár á rað
Árini eftirfíggjarkreppuna, ið rakti heimin í 2008, hevði landskassin stór hall. 8 ár árað hevði landskassin samanlagt hall á 3 mia. kr. Í 2015 hevði veriðbúskaparlig framgongd í fleiri ár, men hóast hetta, so hevði landskassin hall. Íundanfarna valskeiði hevði landskassin heila 1,1 milliard í halli.
Tá núverandi landsstýri og samgongan tóku við landsins leiðslu á heysti 2015,settu vit okkum tí beinanvegin fyri, at landskassin skuldi hava avlopbeinanvegin.
Støðan í 2019 – avlop 4 ár á rað
Vit hava verið ríkað viðgóðum tíðum seinastu mongu árini. Saman við framgongd í vinnulívinum, virkisfúsumfólkum kring alt landið, og skynsomum fíggjarpolitikki, er úrslitið, atbúskapurin helst ongantíð hevur verið betur fyri enn nú. Arbeiðsloysið er met lágt.Vinnan hevur í valskeiðinum havt metstór avlop. Landið hevur stór avlop. Fólkog vinna hava størri uppsparing nú enn nakrantíð. Tí tíbetur er framgongdinhesuferð ikki lánifíggjað, soleiðis sumvit áður hava sæð í Føroyum, tá góðar tíðir hava verið. Tvørturímóti so økjafólk og vinna uppsparing meira enn lánt verður. Hetta er gott og gagnligt.
Týðandi við avlopi í góðum tíðum
Fyrsta fíggjarlógin íhesum valskeiðnum - fyri árið 2016 – vísti avlop. Tá árið var av, varð avlopiðstørri enn væntað. Eisini árini 2017 og 2018 hevur landskassin havt stór avlop.Og í ár vísir fíggjarlógin 377 mió. kr. í avlopi. Inntøkurnar eru tó munandistørri enn væntað, og kann úrslitið tí gerast væl betur. Í 5 ára fíggjarkørmunumhjá landsstýrinum hava vit eisini sett okkum fyri, at røkka vaksandi avlopumkomandi árini. Hesi avlop koma ikki av ongum. Tí tað eru støðug og vaksandiynski um at økja útreiðslur til íløgur og rakstur. Hetta frætta vit øll dagliga- ikki minst nú val er í hondum. Men tað ber sjálvandi ikki til at gera alt ísenn. Tað vita vit øll. Neyðugt er og verður at raðfesta, og at tryggja, atnýggj átøk eru fíggjað. Hetta mugu øll – ikki minst øll, ið nú bjóða seg framat stjórna landinum – gera sær greitt.
Sterkur búskapur gevur tryggari vælferð
Ein týðandi raðfesting erog verður at tryggja, at landið hevur avlop, nú tíðirnar eru góðar. Tí taðmerkir, at vit fáa lagt tryggar karmar um vælferðarsamfelagið nú og frameftir.Hetta merkir eisini, at vit fáa minkað skuld og fáa sett av til, at standasterkari tá tíðirnar skifta. Hetta ger okkum búskaparliga sjálvbjargnari, ogger tað møguligt, at halda fram við at menna okkara vælferðarsamfelag.
Tá umræður skuld, sohevur landsstýrið minkað skuld landskassans við 1 milliard síðan samgongan tókvið. Hartil fullu 500 mió. kr. burtur sambært avtalu. Samanlagt er skuldlandskassans tí minkað 1,5 milliard síðan 2015. Eisini hetta ger okkum sterkaritil at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma - fyrr ella seinni.
Góðar tíðir krevja skynsemi
Vit vita, at eftir góðartíðir koma minni góðar tíðir. Soleiðis hevur altíð verið, og so fer eisini atverða.
Tað hevur tí ómetaliga stóran týdning, at vit halda fram við skynsomum fíggjarpolitikki,ið leggur tryggar karmar um okkara samfelag - okkara land og fólk.
Vóni, at vit fáa títtálit til, at halda áfram við hesum – og títt álit til, at halda fram við, atfáa Føroyar framá.
Saman kunnu vit tryggja, at so verður.
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum