Saman minka vit skuld landsins 800 mió. afturat

20 June 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Í dag er einserstakur dagur fyri føroyska búskapin, og harvið fyri okkara samfelag og okkumøll. Tí í dag minka vit skuld landsins við 800 mió. kr. afturat. Vit settuokkum fyri, at fremja ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk - at havaavlop á hvørjum ári, at økja uppsparing í Búskapargrunni Føroya, og at minkaskuld landsins. Saman hava vit rokkið hesum málum. Tilsamans hevur landskassinhavt avlop á 1 milliard fyrstu 3 árini í hesum valskeiðnum, og vænta vit hartilomanfyri 500 mió. kr. í avlopi í ár. Hetta ger tað nú møguligt at minkalandsins skuld munandi, samstundis sum meira verður uppspart.
Til samanberingar hevði landskassin hall øll árini í undanfarna valskeiði, ásamanlagt meira enn eina milliard.


Uppsparing landsins økt 1,5 milliard

Stóru avlopinihjá landskassanum árini 2016-2018 hava bjálvað landið fíggjarliga, og øktuppsparingina munandi.

Tá landsstýrið ogsamgongan tóku við á heysti 2015, var uppsparingin (gjaldførið) hjá landskassanum2,25 milliardir.
Um hálvan juni í ár var tøka uppsparingin heilar 3,7 millardir.

Ein øking íuppsparingini á 1,5 milliard.

Hetta ger taðmøguligt at lækka skuld landsins munandi í dag.


Tryggja uppsparing á minst 15% av BTÚ

Til ber tó ikki,at lækka skuldina við allari tí upphædd, ið landskassin hevur øktuppsparingina, tí vit skulu støðugt tryggja, at landskassin hevur tøktgjaldføri og uppsparing svarandi til í minsta lagi 15% av BTÚ.

Og tá okkarabúskapur veksur, og harvið eisini okkara BTÚ, krevur tað, at landskassin setirmeira av til uppsparing. Tí má partur av avlopinum nýtast til, at økjauppsparingina.

Tá samgongan tókvið á heysti 2015, var kravda minstagjaldførið á 15% av BTÚ 2,15 milliardir.
Nú í juni 2019 er hetta 2,83 millardir.

Ein øking avkravda gjaldførinum hjá landinum á um 700 mió. kr. eftir 4 árum, tí at okkara búskapurog okkara BTÚ eru vorðin størri.


Landskassaskuldin minkað 1,5 milliard

Men stóruavlopini og økta uppsparingin gera, at vit kunnu minka skuldina munandi,samstundis sum vit framhaldandi hava stóra uppsparing.

Tá samgongan tókvið á heysti 2015, var landskassaskuldin 5,2 milliardir.
Nú 20. juni 2019 verður landskassaskuldin 3,7 milliardir.

Ein minking á 1,5milliard. Hetta er ein minking á 29%.

Av hesum hava vitminkað skuldina 1 milliard við avlopinum hjá landskassanum, meðan 0,5 milliardav skuld fall burtur í 2018, sambært avtalu.


Uppspart hálva milliard í Búskapargrunninum

Samstundis eruppsparingin í Búskapargrunni Føroya økt ár um ár.

Tá samgongan tókvið á heysti 2015, var innistandandi í Búskapargrunninum 0 kr.

Eftir fyrstu 3árini í samgonguskeiðnum, er innistandandi í Búskapargrunninum 453 mió.

Og tá árið í árer av, væntast innistandandi í Búskapargrunninum at verða væl meira enn 500mió. Væntandi einar 6-700 mió. Henda upphædd og uppsparing telur eisini við í landsinsgjaldføri.


Nettoskuld landskassans minkað við 2 milliardum

Samanlagt ernettoskuld landskassans – tað er skuld minus uppsparing – søguliga lág.

Landskassin hevurí dag skuld á 3,7 milliard, og uppsparing á 2,9 milliard.
Nettoskuldin er sostatt bert 0,8 milliard.
Fyri 4 árum síðan var nettoskuldin 2,8 milliardir.

Hetta er einminking av nettoskuldini við meira enn 2 milliardum frá 2015 til í dag.


Hava bjálvað okkara samfelag til komandi tíðir

Tað er bæði gottog gleðiligt, at vit í dag minka skuld okkara við 800 mió. kr. afturat. Tí vitvita øll, at eftir góðar tíðir koma minni góðar tíðir. Vit skulu tí gera taðvit kunnu, fyri at bjálva samfelagið og landskassan, og at minka skuld, nútíðirnar eru góðar.

Vit kunnu tí øllfegnast um, at vit hava havt munandi avlop øll 4 árini í valskeiðnum, tí hettahevur gjørt tað møguligt at økja landsins uppsparing og at minka skuldinamunandi.

Úrslitið er, atvit í dag eru millum tey lond, ið hava lægst skuld. Hetta ger okkum fíggjarligasterk, til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma – og hetta styrkirokkara vælferðarsamfelag nú og frameftir.

Vóni at vit samanfáa møguleika fyri, at halda áfram við, at gera okkara samfelag enn betri, tryggariog sjálvbjargnari - eisini eftir komandi løgtingsval.


20. juni 2019

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Meira um sama evni

No items found.