Saman fremja vit loysingina

3 April 2019
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Politiska kósin næstu fýraárini verður høvuðsevnið á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum verður í Hovi umvikuskiftið.

Komandi mánaðirnar skulu føroyingar tvær ferðir á val. Flokstingið fer í stóran mun at snúgva seg um løgtingsvalið. Politiska støðan verður gjørd upp og politiska kósin til løgtingsvalið verður sett. Fyri Tjóðveldi er tað avgerandi, at valini í ár snara kósina frælsisvegin og seta ferð á móti loysingini.

Harumframt verðagestarøður frá Hilmar Eliassen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins og fráGuðmundi Joensen, leiðara á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Fyrsti flokstingsdagur

Flokstingið byrjar kl. 20fríggjakvøldið, tá Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna, setir tingið.Síðan verður mentanarligt tiltak, sum Eyðun Nolsøe skipar fyri.

Kl. 20.45 verðurflokstingið skipað við tingformanni og tingskrivara, og sum siður er verðuryvirlýsingartoymi valt.

Á skránni fríggjakvøldið erframløga av roknskapi, umrøða av innkomnum málum og atkvøðugreiðsla.Fríggjakvøldið endar við vali av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum.

Annar flokstingsdagur

Flokstingið byrjarleygarmorgunin kl. 8.30 við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, ogeftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti umformansfrágreiðingina og politisku mál floksins.

Eftir matarsteðgin ámiddegi leygardagin, kl. 13.15, fer Hilmar Eliassen, stjóri á StrandfaraskipumLandsins at halda gestarøðu á flokstinginum.

Landsstýrisfólk og tingmanning leggja fram

Eftir gestarøðuna verður tiltak, har landsstýrisfólk og tingfólk floksins fara at gera støðuna upp, nú valskeiðið er komið móti endanum, og greiða frá hvat tey meta at næstu stigini skulu verða.

Kl. 14.30 fer GuðmundurJoensen, leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy at halda gestarøðu, og síðaniverður politiska orðaskiftið tikið uppaftur.

Tá orðaskiftið er liðugtverður frágreiðing frá Unga Tjóðveldi, áðrenn yvirlýsing frá flokstinginumverður kunngjørd kl. 17.30.

Stroyming

Leygardagin kunnu øll fylgja við flokstinginum her á heimasíðuni hjá Tjóðveldi. Øll skráin leygardagin verður stroymd og byrjað verður at stroyma kl. 9.30 leygarmorgunin, tá Høgni Hoydal, floksformaður, heldur formansfrágreiðingina.

Veitsla

Um kvøldiðverður veitsla fyri øllum tjóðveldishugaðum í Miðnámsskúlanumí Hovi.

Tekning til veitsluna kann gerast hjá Finnbjørn,telefon 259554 og Bárður, telefon 282708 ella umvegis teldupost: bardurnielsen@gmail.com.

Kostnaðurin er 250 krónur og kann gjaldast á konto6460-495.434.5

Meira um sama evni

No items found.