Sama land – somu ferðaseðlaprísir!

23 October 2011
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

Uttan iva eru brúgvar, byrgingar og nýggju undirsjóvartunlarnir millum størstu frambrot á samferðsluøkinum í Føroyum. Og sæð í mun til tær skipaninar eru aðrir samferðslumøguleikar millum oyggjarnar, sum einki at meta. Samferðslutænastan hjá teimum oyggjum sum áður vóru leysar, men sum nú eru bundnar í meginøkið við tunlum og brúm er munandi betri, enn hjá oyggjum har ferjur og tyrlur røkja tænastuna. Tey, ið enn ikki hava fast samband við meginøkið, mugu góðtaka tað støðuna, til undirtøka er á Løgtingi at betra um viðurskiftini.


Tað sum tey á leysu oyggjunum ikki skulu góðtaka, er at hesi øki umframt verri tænastuna, eisini skulu gjalda ein hægri ferðaskostnað fyri at nýtslu av verru tænastuni..


Ítøkiliga er tað fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kallsoy, Skúvoy, Dímun, Svínoy, Fugloy, Hestoy og Mykinesi munandi dýrari at flyta familjuna við bili til meginøkið og aftur, enn tað er fyri tey sum ferðast høgligu leiðina gjøgnum tunnlar og undirsjóvartunnlar.


Øllum kunnugt eru nógv flestu almennu tænasturnar í meginøkinum, antin í Havnini, ella grannalagi hennara. Við øðrum orðum skulu flestu teirra sum búgva á leysu oyggjunum til meginøkið javnan, antin í arbeiðsørindum, frítíðarørindum, ella tí tey søkja eina almenna tænastu, sum einans finst í meginøkinum.


Vit búgva í einum og sama landi, og gjalda sama landsskatt, uttan mun til hvar vit búgva. Júst tí kennist tað órímiligt at hava ymiskar prísskipanir. Skuldi tað verið ein prísmunur, so kundi ein hægri prísur møguliga verið rímiligur fyri betru tænastuna, men á ongan hátt sum nú, har verra tænastan rindar hægra kostnaðin.


Fyri ikki at gera mun á Føroyingum, uttan mun til hvar í landinum tey búgva, hevur undirritaði lagt fram uppskot á tingi um beinanvegin at taka stig til at javnseta ferðaseðlakostnaðirnar, av at ferðast við strandfaraskipum og at koyra gjøgnum undirsjóvartunlar.


Vit eru jú eitt og sama land,og meðan vit bíða eftir at landið verður bundið tættari saman, eiga vit at hava somu ferðaseðlaprísir, uttan mun til hvar í landinum vit búgva. Vit eiga ikki at gera mun á fólki.


Páll á Reynatúgvu, valevni hjá Tjóðveldi