Í Hebrearabrævinum er eyðlýst orsøkin til alla ta kjakan, sum verið hevur um tær javnvágir, mørk og gáttir, ið altíð fara at fylgja mannabarninum. ”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.” Guðsskapta intellektið ger menniskja ført fyri at fara í undirdjúpar hugsanir, ítøkilig verðslig svar finnast ikki um allar spurningar, og tá ber til at fylgja Matteusi inn í kamarið, lata hurðina aftur og biðja til faðirin sum er í loyndum, sær í loyndum og sum skal gjalda tær.
Spurningurin um kristna trúgv, religiónir og politikk er torgreiddur. Søgan er á tremur við dømum um tað. Í dag er málið tó at fáa greitt, hvønn leiklut politiska trúgvin hevur í politiska arbeiðnum hjá føroyskum politikkarum. Evnið kann býtast sundur í tveir spurningar:
• Er kristindómurin ein persónligur spurningur hjá hvørjum einstøkum menniskja og harvið hvørjum einstøkum politikkara?
• Skal karmur samfelagsins, statur ella heimastýri, í yvirskipaðum regluverki tryggja, at fólkaræðið er fyri øll, líkamikið hvørja heimstrúgv tú er partur av ella um tú er guðleysur?
Føroyar eru partar av tí kristnu hemissferuni. Tí sæst kristna læran aftur í øllum lutverkum samfelagsins, eisini á bonaðu parlamentarisku gólvunum heima á Vaglinum. Fatanin um moral og etikk er eyðsýnd og dimensiónin við rættvísini, kærleikanum, fyrigevingini og náðina ger hana í eini subjektivari meting til sterkan grundvøll undir tí slagnum av fólkaræði, ið vit ynskja sum lunnar undir samfelagi okkara. Hetta er áin sum Ezekiel sá renna undan tempulgáttini, og sum fór at dýpast í hvørjum.
Farvegurin av kristnu trúnni endurspeglast sjálvandi í lógum og kunngerðum. Moralska og etiska fatanin og hugsanin um rættvísi gerast umsíðir latentir partar av mentanararvinum og spreingja sær harvið, av sær sjálvum, veg inn í regluverk okkara. Spurningurin er síðani, hvørjum hetta rættvísi er ætlað. Um rættvísi og tollyndi fylgjast, eisini andvegis teimum, sum hava aðra fatan, annan hugburð og annað menniskjaligt háttalag.
Stevna floksins byggir á ultimativa fólkaræðisliga hugsan. Valdið er fólksins, og tey sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Kristna trúgvin er ikki nevnd í stevnu Tjóðveldisins. Okkara grundhugsjón er fult og heilt fólkaræði, eisini fólksins ræði yvir tí partinum av føroyska samfelagnum, sum enn er undir ræði danska fólksins.
Nógvar fasettir eru í hesum, javnvágirnar ríða um knívseggir, men samanumtikið er kristna trúgvin ein persónligur spurningur og ikki ein spurningur sum politiskir flokkar ella samfelagið skulu taka sær av. Hinvegin slepst valla undan blandi, so treyst sum kristna áin rennur ígjøgnum hvønn heila og hvørja sál í hesum landinum.
Staturin, hjá okkum neyðarsligt danskt heimastýri, skal vera ein karmur um tjóðina, ið verjir øll, og revsar tey, sum gera seg inn á garðaliðini. Hetta skal fremjast eftir teimum alsamt mentu mannarættindakonventiónum, ið framkomni heimurin er sáttaður um. Málið er hin objektivi karmurin, sum tryggjar øllum eitt sámuligt lív, líkamikið hvørji eyðkennini annars eru. Trúðarfrælsi er ein absoluttur í so máta. Alternativið síggja vit eitt nú Iran í dag, har megintrúgv samfelagsins hevur sett seg omanfyri verðsliga valdið, eitt prestastýri, eitt teokrati, sum ikki virðir onnur virðir enn síni egnu. Kristni djúphavsstreymurin eigur at vera so máttmikil, so frælsur, at hann altíð eigur at geva minnilutum frælsi at vera til, at siga sínar hugsanir og at agera samsvarandi egnari fatan, tó í mun til karmarnar, ið settur eru kring hin sekulera statin, ella heimastýrið okkara.
Ongin ivi er um, at kristna trúgvin hevur havt stóran týdning fyri meginpartin av teimum fólkum, ið hava mannað Tjóðveldi frá stovnan og fram til hendan dag. Men vit skilmarka ímillum persónliga trúgv og tann statskarmin, lógargivna stórviðin, sum skal vera heimið hjá øllum borgarum landsins, líkimikið hvør húðaliturin er, hvør trúgvin er, hvør sexuella orienteringin er o.s.fr. §266b-málið er gott dømi um hvar fatanarknívseggin gongur. Flokkurin sprongdist á hesum markinum. Skuldi rúm vera fyri øllum ella ikki, skuldi subjektiva sannføringin (allar fatanir eru subjektivar) hjá ávísum tingfólki hækka gáttina og minka almenna rúmið ella skuldi regluverkið rúma øllum aspektum samfelagsins, soleiðis, sum heimssiviliseraðu mannarættindahugtøkini fyriskriva?
Tjóðveldi er ein vinstraflokkur og er harvið ávirkaður av tankagóðsinum hjá socialistisku ástøðingunum. Fatanin um at vera medmenniskja er kjarnin. Í substansi líkist hendan hugsan kristnu læruni meira enn nøkur onnur politisk hugsjón.
Summa summarum taka vit undir við tí ultimativa trúðarfrælsinum, viðurkenna tó, at kristna læran og hennara meginvirðir fylla nógv í samfelagsins æðrum. Karmurin skal tó vera karmur um ein sekuleran stat ella heimastýri, har rúm er fyri øllum, eisini samfelagsins minnilutum. Alternatvið er Mahmoud Ahmadinejad ella ein nýggjur Adolf Hitler, sum íðin brúkti kristnan retorik í sínum fjandanskapi. “Gott mit uns !” var tíðum niðurlagið í røðum hansara. Og sum John Lennon staðfesti í sanginum um eingilsku atsøknirnar í Norðurírlandi:
Why the hell are the English there anyway?
As they kill with God on their side,
blame it all in the kids and IRA,
as the bastards commit genocide.
Takk eiga tit ið lýddu á.