Tí skulu vit nú hevja okkum upp um politisku “líkasæluna”, sum er í ferð við at fáa fastatøkur á restina av samfelagnum - og vit krevja okkara rætt! Og vit skulu verða hoyrd!
Fólkaræði er annað og meira enn at fara á val. Ongar stórar sosialar broytingar eru komnar uttan við einum massivum trýsti frá fólkinum, t.e. úr neðra og uppeftir. Tað nyttar lítið bara at atkvøða og síðani grenja ella bíða, til næsta val verður. Fólkaræði eigur at vera livandi. Hví siga vit einki, tá ið stjórar, bankar og onnur við ábyrgd sleppa undan ábyrgd?
Tað skal ikki vera í lagi, at ein limur í bygginevndini fyri Skúladepilin við Marknagil fær - við samtykki frá stýrinum - 700.000 kr. í samsýning fyri hetta arbeiðið!
Tað skal ikki vera í lagi, at ein aðalstjóri keypir útgerð fyri milliónaupphædd bara fyri at brúka játtaðan pening í síðstu løtu. Og tað skal heldur ikki vera í lagi, at ein landsstýrismaður saman við embætisfólki fer dýra uttanlandsferð og kemur heim aftur við ongum úrsliti.
Men tað er so als ikki í lagi, at hetta ongar avleiðingar fær! Tað eigur at fáa avleiðingar, tað skal fáa avleiðingar – vit hava lógir at fyribyrgja hesum. Men tá evsta valdið ikki tekur ábyrgd, ja so skulu vit, fólkið, vísa hávaldinum okkara ónøgd.
Sama hvørjar politiskar meiningar vit øll hava, so skulu vit ressast, tá vit ikki eru nøgd við støðuna – tað er okkara skylda og okkara rættur! Vit skulu ikki finna okkum í, at okkara peningur millum annað verður oyðslaður burtur á einum Hilton hotelli í Keypmannahavn.
Men tað tykir, sum at nú skulu vit øll bara vera so semjusøkjandi, so pragmatisk – eins og at flestu politikarar royna bara at vera mildir við hvønn annan fyri at fáa semjur í lag, sum um semjan brádliga var endamálið í sær sjálvum. Men pragmatisma røkkur bara til eitt vist! Pragmatisma fyri ein og hvønn prís flytur ongi mørk!
LGBT Føroyar hevur dirvi at krevja sítt rætt – og tey skulu fáa sín rætt! Eru vit ónøgd við, hvønn hugburð løgtingsfólkini til dømis hava til rættindini hjá teimum, sum LGBT umboðar - ja, so skulu vit velja øðrvísi og rættari til løgtingsvalið hesaferð!
Vit skulu heldur ikki bara finna okkum í, at onkrir flokkar, har ímillum Tjóðveldi, ikki kunnu melda út, hvørja støðu teir hava til ymisk mál – bara fyri at vilja tekkjast einum pinkalítlum minniluta, sum persónliga heldur, at mannarættindini hjá summum kunnu flokkast sum etisk mál!
Vit kunnu ikki bara vera fitt, hyggja frameftir og siga, at øll skulu vera góð við hvørt annað. Við hesum fremja vit ikki broytingar ella skapa politisk úrslit. Tá er neyðugt at vísa tenn, at býta frá sær! Fleiri eru byrjað! Og vit byrja her í dag! Ongin politisk rørsla er nakrantíð komin nakran veg uttan radikalu elementini. Vit eru tey.
Vit hava fólkaræði, og vit hava skyldur, og tí hava vit øll ábyrgd av at bjarga okkum frá okkum sjálvum!
Saman um framtíðina – saman um allar avbjóðingarnar er nýggja yvirskriftin hjá Unga Tjóðveldinum:
- saman um javnrættindi og mannarættindi!
- saman um at verja náttúruna!
- saman um at fáa hallið burtur og síðani blokkin burtur!
- saman um at lyfta byrðarnar eftir førimuni!
- saman um alt, sum gagnar okkum!
Vit eru eitt fólk og krevja rættin til okkara land!
Til síðst: vit skulu vera saman um at krevja okkara rætt! Og veljið eisini rætt!
Takk fyri!
Gunnhild Dahl Niclasen