Hetta var eitt fríggjakvøld, kvøldið fyri Prix Føroyar finaluna. Um hetta mundi komu nýggir tónleikabólkar fram alla tíðina – og flestir spældu eisini til Free Føroyar konsertir – tónleikarar fyri loysing stóð á plakatunum.
Høgni Hoydal nevndi í síni røðu, hvussu nógvar føroyskar fløgur vórðu framleiddar og samanbar við Danmark – vit vóru langt frammanfyri. Vit skríggjaðu!
Tobbi tosaði um frælsi. At hann mátti fáa frælsi og vísti við kropsmáli, hvussu hann skræddi bilbeltið av sær, tá hann snaraði inn á Frælsið, tí hann skuldi í Læraraskúlahøllina, sum lá á Frælsinum – og vit skríggjaðu, hvørja ferð orðið frælsi varð nevnt!
Ludvík Breckmann, sum tá var eini 15 ár, var sangari í Side Effect, sum eisini spældi hetta kvøldið. Hann rópti hart um loysing og mundi næstan ikki farið av aftur pallinum, tí hann vildi hava loysing - og vit østu okkum enn meira!
Árið eftir vóru vit nøkur ung í Klaksvík, sum stovnaðu Unga Tjóðveldið í Norðuroyggjum. Vit høvdu nógv viðhaldsfólk og hildu, at onki kundi steðga okkum á okkara ferð. Men fólkaatkvøðan varð avlýst, og tað gekk ikki eins skjótt á fullveldisleið og vit ungu kundu hugsað okkum – vit vildu síggja somu “aktion” í politisku gerningunum, sum vit gjørdu til okkara tiltøk. Og sum flest onnur ung fór eg av landinum í nøkur ár – og tíverri dalaði virksemi har norðuri.
Aftur til Free Føroyar konsertina. Vit skríggaðu millum hvønn setning, sum var sagdur hetta kvøldið her í Læraraskúlahøllini.
Eins og brøðurnir Wright fóru vit á flog. Brøðurnir Wright trúðu uppá, at teir kundu flúgva – hóast fá trúðu upp á tað. Boðskapurin hjá Unga Tjóðveldinum var hin sami – arbeiða vit nóg hart og trúgva upp á okkum sjálv, so megna vit tað.
Vit ressaðust við einum felags endamáli
Og vit gera tað aftur í kvøld – hesa ferð við nýggjum orðum – men boðskapurin er hin sami. Tað er lætt at rópa hart um hetta inni her – vit eru flest øll á einum máli – men nú er avbjóðingin at orða okkum soleiðis, at allir føroyingar kenna seg aftur í okkara framtíðarætlanum.
Í gjárkvøldið var ein finsk sending í sjónvarpi Føroya um umhvørvið. Høvuðspersónurin í sendingi samanbar umhvørvisstøðuna í heiminum við eitt søkkandi ferðamannaskip:
Tá vit ikki kenna tað ókenda, so halda vit okkum til tað kenda – hóast hetta ikki er best fyri okkum. Skipið er um at søkka, men vit kenna ikki umstøðurnar í bjargingarbátunum, og tí vilja vit ikki fara í bjargingarbátarnar, men vilja heldur verða verandi umborð á søkkandi skipinum – vit líta á, at manningin bjargar okkum - og í síðstu løtu, at skiparin tekur um endan, men hann kann onki gera við hetta søkkandi skipið – øll mugu taka ábyrgd av sær sjálvum í hesi støðu – og í síðsta enda eru tað vit, sum skulu taka stigið at fara av søkkandi skipinum.
Vit hava øll ábyrgd av at bjarga okkum frá okkum sjálvum
Saman um framtíðina – saman um frælsi er nýggja yvirskriftin hjá Unga Tjóðveldinum. Innast inni haldi eg, at allir føroyingar eru tjóðveldisfólk – og tí skal hetta ikki bara vera ein ja ella nei spurningur. Men ein sinnisstøða har vit, allir føroyingar, vita, at hetta er tað rættasta fyri Føroyar og øll fólk í Føroyum. Vit mugu gera upp við allar leinkjurnar, vit hava, og sum vit als ikki vita av, at vit hava.
Men málið skal allatíðina vera tað sama!
Free Føroyar - Ferð á Føroyar
Gunnhild Dahl Niclasen