Sum ein av teimum mongu, ið hava fylgt skaldinum Jóanesi Nielsen, frá tí hann hann lat seg krossfesta á Vaglinum og fram ígjøgnum litterera univers hansara frá trettanda mánaðinum, var tað við stórum spenningi, at mann gjørdi sína entré á gamla meiarínum, fyri at síggja hendan óbestikkiliga proletarin trýstroyndan í kykmyndaoptikkini hjá Katrini Ottarsdóttir.
Fyrsta ferðin eg veruliga varnaðist krútið og megina í skaldskapi hansara, var einaferð eg var á almennari vitjan í Álandi. Sum mentamálaráðharri. Gunn Carlsson hevði boðið mær eystur hagar, og sum siður er, táið ráðharrar vitja hvønn annan, var døgverði kvøldið fyri heimferðina. Vit vitjaðu umborð á gomlu fýramastraðu barkini Pommern, sum stóra Ericsson útgerðarfelagið hevur latið myndugleikunum í varðveitslu. Haðani var farið inn á stóra sjóvinnusavnið, har ein matstova er skipað sum ein kahytt aftur ímóti hekkuni á einum seglfarara.
Nakað av fólki var samankomið, og táið konversatiónin var farin á glið og meginverðin etin, skuldu ráðharrarnir heilsa hvør øðrum. Sum flestu føroyingar vita, so hevur álendski eksistensurin í stóran mun verið treytaður av havinum. Tiltiknir í seglskipatíðini og seinri, tí skilja tey lívið, umstøðurnar og sosiala samanhangin hjá sjófólkinum betur enn tey flestu. Eftir nakrar kurteisiligar viðmerkingar fór eg undir at lesa tey trý brøvini til ein fiskimann eftir skaldið yviri við Strond í umseting hjá Ebbu Hentze.
Ein øgilig atmosfera, øll siglingarsøgan hjá bróðirfólki okkara, bara tún ímillum barkina, sum var farin um tey sjey heimshøvini, og nú á Flemish Cap umborð í einum føroyskum línubáti. Hetta gjørdist ein stund við sterkum løðingum, yrkingin fór í solar plexus, hevði onkur snýst sær, hevði tað kenst sum ein Mikoyan-Gurevich, MIG 21-jagari, slepti eini bumbu júst í teirri løtuni. Har var ikki eitt eyga turt, tey kendu seg aftur í yrkingini, og eg kundi ikki annað enn hugsa um máttin í orðinum, ei undur í, at navnabróðir Jóanesar umrøður hetta í preludium í evangelium sínum: ”Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.” Havi seinri hitt onkran luttakara hetta kvøldið, og tað er ikki sørt, at tey minnast aftur á magnfullu yrkingina. Á eini útróðrarráðstevnu í Grenå endurtók søgan seg.
Seinri kom endurminningin um Hugo. Yrkjarar, sum sita í einseminum og royna at fáa sín skaldsliga alheim niður á pappírið, hava ivaleyst onkuntíð tørv á at trýstroyna úrslitið, at hoyra bergmálið úr oyðimørkini kring teir, og ein dagin var Jóanes í hinum endanum á tráðnum, og spurdi um eg vildi leggja oyra til eina yrking, sum hann nú helt vera komna í endaligt skap. Tá fekk eg frænir av, at Hugo var íblásturin til omanfyrinevndu brøvini, og nú Hugo norðan frá Gimbrunum var látin, hevði gamli skipsfelagi hansara reist honum ein minnisvarða, sum kemur at standa hevjaður høgt í føroyskum bókmentum. Eitt monument um ein proletar av tí rætta slagnum. Eitt slag av einum manifesti, á sín egna hátt líkt hinum stóra og kenda sanginum hjá Pablo Neruda.
Nú eru vit á ein hátt í substansinum í kykmyndini. Jóanes hevur ongantíð fjalt fyri, hvar hann stendur í politiska stríðnum. Føroyskur partapolitikkur man siga honum ómetaliga lítið, hevur ivaleyst ongantíð hugsað tankan at lima seg inn í ein flokk, sum bara fæst við at umsita borgarligu parlamentarismuna, men vit vita, hvar hann er staddur í tjóðskaparstríðnum. Vit kenna hansara treytaleysu virðing fyri tjóðveldislegenduni og fakfelagsbossinum Erlendi Paturssyni. Myndin og maðurin flyta nú bráðliga inn í amtmansgarðin. Magnfullu myndirnar við danska minislátrinum í baksýni, har danska valdið húsast, og eitt tað flottasta orðið, ið til er, Republikkin, verður rópt omaneftir Áarvegnum, framvið heimastýrisbygningunum í sjóvarmálanum út eftir Tinganesi og haðani út yvir føroysku havleiðirnar, eru ásannanin um, at frælsið býtist ikki sundur. Ein fær accosiatiónir til slagið, táið Fidel Castro og hansara vápnabrøður lupu á Moncada kasernuna. Her situr ein vanligur maður úr kjøti og blóði í grasinum hjá imperialistunum, hjálandaveldinum, og rópar út í politisku oyðimørkina, sínar veldugu dreymar um einar frælsar Føroyar. Her er gelt ímillum, hetta snýr seg um aktión og reaktión og ikki um tesu og antitesu problematikkin, ið kann gerast ein syntesa. Í hesum stríðnum finst bara ein vinnari og ongin bræðing millum svart/hvítu áhugamálini. Annaðhvørt liggur suvereniteturin í Tórshavn ella í Keypmannahavn.
Á hinari ásini hevur ongantíð verið nakar ivi um, at maðurin hevur ligið í uttara borði vinstru megin. Hann er erkleraður kommunistur. Gáttin er lág haðani til at gerast arbeiðara- og fiskimannaskald. Fyri honum er stættarstríðið sprelllivandi. Bardagin fyri korunum hjá proletariatinum bara hálvgingin. Og tey, sum hava lisið verk hansara, ivast ongantíð í, hvar sympati´urin húsast. Hann velur sjálvur at gerast verkamaður og fiskimaður, hóast høvdið eisini kundi verið brúkt í einum professorati í altjóða arbeiðarasøgu og politikki, men er tað eitt slag av einum persónligum politiskum vali, so fáa íbornu gávurnar sum skald alla ta magnfullu søguna hjá arbeiðararørsluni sum kraftfóður á eini spennandi ferð, sum í flestu førum stendur í andsøgn til ráðandi áhugamálini í samfelagnum. Kapitalurin er eitt, smáttskornir borgarligir politikarar, áhaldandi í víggi fyri egin áhugamál eitt annað, og ivaleyst er hann í ætt við skaldabróðurin Magnus Dam Jacobsen, táið hesin sigur at: ”Stóra sorgarsøga Kristussar er, at boðskapur hansara er vorðin sjakran og handil, tuskan og biddan, at býta, keypa og selja, forrætning, ella, skýbøklar av synd, iðran og ótta.” Fittliga søgan um jólaløtuna umborð á Stapanum er greið ábending um skyldskapin. Hann akslar síni skinn og stendur við liðina á sínum kammirátum, hann kennir teirra lív í gjøgnum lógvar, sál og heila, hevði hann ikki havt verið lagsbróður teirra á Íslands- og Grønlandsmiðum, á Flamingjagrunni, við Nýfunnalandsstrendur, á stilladsum kring Havnina, við gerdurnar úti á kaiini og við blandimaskinur har hús vóru manað úr jørðini, hevði bulurin í yrkingunum ikki borið kjøtinum í blunkandi metaforunum.
Kykmyndin er ein samfatlan av stutttíðarskotum inn í lívið hjá skaldinum. Ætlingin sigst vera, at sleppa undir húðina á Jóanesi, men tað man ikki vera bara sum at siga tað. Lyndið hansara er komplekst. Rúmar so nógvum, ja, fleiri heimum, og oftani kemst mær fyri, at hann er ein føroyskur Diogenes. Asketurin, ið skíggjaði heimsins materiu, búleikandi í eini tunnu, og sum bað Alexander hin Stóra um at flyta seg úr sólarglæmuni, táið hesin kurteisin spurdi, um hann kundi gera honum ein beina onkursvegna. Táið hann gongur um Havnina í kykmyndini. Demonstrativt í gulu brókunum, sum ivaleyst eru partar í kommunistiska symbolikkinum. Reyða sálin og gulu brøkurnar. Litirnir í fánunum hjá felagsskapum arbeiðaranna um allan heim og hjá kommunistisku rørsluni, sum fekk vind í seglini eftir ídnaðarkollveltingina og serliga eftir at Karl Marx hevði greinað kapitalismuna og skrivað Manifestið. Roðin er byltingin og guli liturin er sólin, orkan og effektiviteturin. Gleðin, logiskur hugsanarháttur og stimbran av intellektinum. Kanska fara hesar hugsanir at fáa eina ávegis renæssancu, nú heimurin leitar eftir eini nýggjari skipan, sum hvørki er kenda stalinkommunisman eystanfyri tíansheldur kapitalistiski guvubjølgurin, sum fór í luftina, ið brast á øllum heimsins keypsskálum í fjør. Ein íslendingur segði Einari Már Guðmundssyni, at orsøkin til íslendska bankarottið var, at ov fá høvdu lisið triðja bindið av Kapitalinum hjá Marx, rabbinaranum í 14. liði, har hevur heimspekingurin profeterað tað, sum hendir, táið ríkidømið gerst poetiskt, kapitalurin fiktivur, altso táið virðini verða loyst frá framleiðsluni, og pappírsvirðir fara í sjálvsving, og fara at liva sítt egna lív. Annað bindið í meginverkinum hjá Marx er so fløkt støddfrøði, at tey fæstu koma burturúr tí, og tí er triðja bindið so lítið lisið, tey flestu gevast í hálvum gekki. Skilið er hareftir, tað helt í hvussu er hesin íslendingurin fyri, í hvítbókini hjá Márinum, um meginkreppuna hjá brøðrafólki okkara fyri vestan.
Tað hevði nú verið løgið, um ein filmur um Jóanes Nielsen ikki var um rithøvundin Jóanes Nielsen. Vit fáa at vita, hvussu hann livir sítt lív yviri við Strond, hvussu hann skrivar úti undir væðingini, hvussu hann situr í hornastólinum og hugspekir, túrarnir kring Havnina, løturnar í briminum meðan taraskógurin líkasum rættir seg eftir honum og roynir at kína honum um ennið, lagaligaru løturnar berføttur í eini á ella á Hoyvíkstjørn, tunga løtan táið hann tekur uppá seg gomlu føroysku siðvenjuna at avvlíva kettlingarnar, táið hann manar fram gamla stríðssangin hjá alheimsins arbeiðarum ”Internationala”, tá kennist tað onkursvegna, sum at vit standa við lok byltingarinnar í París á sinni, táið Kommunan eirindaleyst varð foykt burtur í eini massakru, og tað merkist á løriftinum, sum at allur sveittin á slóðini hjá arbeiðaraklassanum er farin inn í Skaldið, og vekir ein trega og eina kvøl, sum er dynamittið í skaldskapi hansara. Táið hann setir træðrirnar saman aftur í fjølskylduni, úti á kirkjugarðinum við Velbastaðvegin er skaldahamurin fallin, nú er tað ein vanligur føroyingur, sum er hjá sínum biologiska upphavi, og megin í myndini, táið hann einu løtuna tyggir eitt strá av grøvini, eru vit aftur í tí eksistentiella rúminum: ”Títt lív søta barn, er ikki ein spurningur, men eitt svar ein játtan, dreymurin ið gerst veruleiki, lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.” Ein meiri lívsjáttandi yrking enn hon um Boga og allar nýføðingar í verðini, finst neyvan í føroyskum skaldskapi.
Einasti persónurin í kykmyndini, einasti leikarin í filminum, við undantaki av Rannvá í løtum, og dóttrini sum gandar fram ein pápa, er rættiliga væl lýstur. Kykmyndin var ikki gjørd uttan so, at talingur var um eina tvíbýtta personajsu. Í gerandisdegnum ein vanligur føroyingur og á hugarásunum ein serlingur, sum svimur mjúkliga og máttmikið, alt eftir hvussu temperamentið sveiggjar hjá einum, ið hevur so sensiblar antennur sum Jóanes. Kalda rákið, sum kommunistarnir eystanfyri knæsettu, m.a. táið Enver Hoxha proklameraði, at Albania nú var ein ateistiskur statur, tykist ikki rættiliga at hava rakt við kammirát Jóanes. Trúar- og religiøsir spurningar hevja seg tíðum úr svørðinum, í skaldskapinum, á kirkjugarðinum og táið hann umaftur og umaftur umtalar Nonnuskúlan og tað hugrákið, sum ráddi fyri borgum í hesum serliga skansa í norðurhøvum. Havi ein grumman mistanka um, at Skaldið hevur sítt stóra stríð av hesum stóru spurningum, so oftani hann rør framundir teir, og so oftani teir kennast sum mikli íblásturin í skaldskapi hansara. Mær kemur fyri, at hann og Guð hava sínar eirindaleysu dystir, sum onkuntíð vera spældir andante, allegro, moderato, crescendo, alt eftir hvussu huglagið nú er á teimum báðum kombatantunum.
Jóanes Nielsen er avgjørdur um sínar sannføringar. Hann er bersøgin, onkuntíð eirindaleysur, og skánar ikki seg sjálvan heldur, sum vit síggja tað so tíðum í filminum. Hann letur seg ikki kompromittera, hann er óbestikkiligur. Annaðhvørt er tað íborið, ella er tað eitt val fyri at kunna vera svarta samvitskan hjá maktini, táið hon hevur uppiborið eitt varskó. Hann er av frægastu røðarum landsins, góður upplesari og sum kronikørur er maðurin tikin úr leikum. Onkursvegna er hann ein fín og meira avanserað útgáva av bygdamanninum Poul F. Veit ikki um teir eru skyldmenn úr Sumba, men ólíkir eru teir ikki. Og hóast harðligu attitýduna, so finnur tú onkustaðni inni við hjartatræðrirnar hárfína pulsin, sum úr sínum kviði varpar tjóðini tað kremið av skaldskapi, sum ein sivilisatión altíð og stund hevur tørv á.
Táið móðirin Marjun hevjaði seg úr sæti, eftir frumframførsluna, og segði áskoðarunum, at hatta var Jóanes, so fari eg at halda við henni, tí ongin veit tað betur enn hendan fittliga og eyðkenda konan, sum er ein kend býarmynd í metropolinum. Tað kendist sum eitt missil hevði rakt hana, hevði borað seg inn í hjartað hennara, nú fostrið hon einaferð bar undir belti, var lýst í øllum sínum fjølbroyttu fasettum. Nú allir streymar av ávirkan úr søgu, søgn og Sumba, og úr Havnini sjálvandi, vóru savnaðir í eini kykmynd, sum lýsti mannin og skaldið soleiðis sum vit kenna hann, ella soleiðis sum hann vil, at vit skulu kenna hann. Sum danski sjónleikarin Arthur Jensen einaferð mælti fyri munni: „Sig bara tygum við meg, eg ætli mær sjálvur at gera av hvønn eg vil vera du´s við.”
Humoristurin Jóanes trein á pallin í la grande finale, táið hann hitti tvær kákandi kalkunir á eini trøð í høvuðsstaðnum. Spurdur hvat tær mintu hann um, kundi hann ikki lata vera við at samanbera hina trivaligu við ein skjaldralesandi Carli – Carl Jóhan Jensen – og hina við skaldabróðurin Tórodd Poulsen. Nú stóð líkasum 1-1 aftur millum teir báðar Carli. Løtan á Meiarínum var fløvandi, og samanumtikið er Katrin Ottarsdóttir komin heilt væl frá lýsingini av einum av frægastu skaldum føroyinga nakrantíð, reyða prestinum Jóanesi Nielsen. Ein av fáum, ið framvegis ber herrópið frá fronsku kollveltingini fremst í sínum politiska skjøldri: „Frælsi, javnaður og brøðralag.“
Hendan kykmyndin ger øllum ein mun.
ES: Hugleiðandi ummælið er skrivað eftir umbøn frá Vágaportalinum.