Vit skulu hvørki skorða undir reyðan ella bláan blokk, hjá skiftandi donskum stjórnum, so sum heimastýrisflokkarnir hava fyri siðvenju. Okkara rødd á Fólkatingi skal í øllum lutum vera reyð, blá og hvít!
Hvør er føroyska røddin?
Ein íðin fólkatingskandidatur segði nú ein dagin, at hann vildi umboða allar føroyingar. Orð flóta lætt av munni. Tað er at bera blak fyri eyguni á fólki, at siga seg kunna umboða bæði tjóðskapar- og sambandsveingin við somu tungu. Sjálvandi eru áhugamálini ikki hini somu hjá einum heimastýrisumboði, sum hjá einum tjóðskaparumboði, hóast vit kunnu vera samd um fleiri mál.
Men, tað mest grundleggjandi eru vit ósamd um – nevniliga ríkisrættarligu støðuna. Og tað er eingin orsøk at lata, sum um hetta ikki er so.
Áhaldandi verður eisini ført fram, at vit ikki skulu leggja okkum útí danskan politikk. Er hetta so víst? Á Fólkatingi verða viðgjørd ein ørgrynna av málum, sum ávirka lógarsmíðið og -karmarnar í landi okkara. Eitt eru ríkislógartilmæli, har donsk lóggáva verður sett í gildi fyri Føroyar. Harumframt koma allar tær lógir, sum vit kopiera, við at umseta og gera til føroyskar lógir. Ikki so fáar ES-lógir koma, umvegis Danmark, innum okkara dyr. Og tíverri í ov mongum førum ikki tillagað føroysk viðurskifti. Síggi tí ikki so fáar orsøkir til at royna at ávirka danskt lógarsmíð.
Sjálvviss og sjónlig
Ein onnur stór uppgáva er áhaldandi at gera vart við føroysk sjónarmið og viðurskifti, til tess at vaksa um vitanarstøðið hjá dønum og umheiminum viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum. Eisini her er Fólkatingið týdningarmikil røðarapallur fyri at røkka miðlunum og útum tjúkku borgarmúrarnar.
Eitt føroyskt umboð á danatingi, stendur, um tað vil, uppundir hendur í málum, har til ber at gera sína ávirkan galdandi, til frama fyri føroysk áhugamál, og eigur tí at luttaka virkið og sjónligt. Tó uttan at vera longdi armurin hjá nøkrum donskum flokki ella blokki. Okkara rødd á Fólkatingi skal vera ein sjálvstøðug rødd, í mundadyggum samstarvi um felags áhugamál í Norðuratlantsbólkinum.
Og í øllum lutum reyð, blá og hvít!
Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi