Reiðarar skulu sjálvir gjalda síni rættindi

1 August 2019
Skrivað hevur

Uppboðssølu- og veiðigjald skal ikki kunna dragast frá avreiðingarvirðinum,áðrenn skipsmanningar verða avroknaðar.

Millum annað hesum fari eg av øllum alvi at arbeiða fyri, um eg verðivaldur á ting á løgtingsvalinum komandi.

Stigið er neyðugt, um vit vilja praktisera eina uppboðssølu avfiskirættindum, har tey, ið ætla at bjóða, kunnu gera tað á jøvnum føti.

Manningarfeløgini gjørdu í vár semju um, at manningarnar skulu gjalda partav rættindunum, sum reiðararnir útvega sær á uppboðssølu.

Við semjuni var farið beint ímóti tí, sum lagt er upp til í nýggju lóginium fyrisiting av sjófeingi. Hon staðfestir, at tað eru rættindahavararnirsjálvir, sum skulu gjalda fyri síni rættindi. Og tað er eisini tað, sum bæðifiskimálaráðharrin, undirritaði og øll onnur í samgonguni hava skrivað og sagtupp í saman á Løgtingi og í almenna rúminum alt samgonguskeiðið á tamb.

Vit hava eisini fingið nógvar ákoyringar fyri ikki at halda okkara lyfti.Tað skilji eg væl. Tí sjálvt um vit veruliga halda okkum hava gjørt alt, fyriat manningarnar ikki vórðu drignar upp í uppboðssølugjald og veiðigjald, somugu vit ásanna, at praksis var og enn er, at tær fáa part av rokningini.

Tí er neyðugt, at lóg um fyrisiting av sjófeingi verður broytt, soleiðis atforboð verður sett fyri at draga uppboðssølu- og veiðigjald av óbýttum.Ásetingin skal koma í gildi, tá galdandi manningarsáttmálar fara úr gildi 1.apríl 2020; harvið verður heldur ikki talan um nakað inntriv í ein galdandisáttmála.

Vit vóru annars sannførd um, at sum lógin er orðað – og við tí, sum vithava skrivað og sagt alment – so høvdu manningarnar øll tey løgfrøðiliguargumentini á síni síðu, um ein rættarlig avgerð skuldi takast í spurninginum.

Praksis er tó, sum nevnt, at reiðararnir draga uppboðssølugjald ogveiðigjald av óbýttum, og tí eri eg ofta spurdur, hví vit ikki bara stutt oggreitt settu tað í lógina, at reiðararnir ikki høvdu loyvi at fløkjauppboðssølu- og veiðigjald upp í avrokningarnar.

Svarið er, at tað eru tey – eisini í samgonguni – sum halda, at ein slíkáseting hevði verið eitt beinleiðis inntriv í frælsa samráðingarrættin; eittbrot á prinsippið um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, í tann mun tað bertil, sjálvir skulu greiða síni viðurskifti.

Eg taki undir við tí prinsippinum, men eg havi ongantíð tikið undir viðáskoðanini um, at tað hevði verið eitt inntriv í samráðingarrættin, um vitgjørdu eina klokkuklára lógaráseting í hesum førinum.

Tí, sum støðan er nú, vendir tað nevniliga beint øvugt: Reiðararnir brúkasáttmálan og eina sáttmálaósemju til at leggja seg út í lóggávuarbeiðið íLøgtinginum.

Teir trossa lógina og intensjónirnar í lógini við ávísing til eina gamlasáttmálaorðing og ein gamlan gerðarrættarúrskurð frá eini tíð, tá uppboðssøla íbesta føri var eitt sera avmarkað undantaksfyribrigdi, og tá lógargrundarlagiðundir fiskivinnuni og fiskirættindunum var eitt heilt annað enn í dag.

Men tað er kortini eydnast reiðarunum at ræða manningarfeløgini frá atstanda við sín rætt.

Tað kann politiska skipanin kortini ikki góðtaka, tí stendur galdandipraksis við, ber ikki til at tryggja, at tey, ið bjóða upp á rættindi áuppboðssølu, eru javnsett – tey við hægsta býtisprosentinum kunnu turka mest avupp á manningarnar og fáa tískil ein fyrimun.

Tað kostar tó ikki reiðarunum eitt oyra at halda seg til lógina ogætlanirnar við henni. Teir verða bert noyddir at bjóða tað minni áuppboðssøluni.

Verður forboð sett fyri at draga gjøld fyri rættindi avavreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar, verður landskassin títann einasti “órættaði” í tí manøvruni. Landskassin fær nevniliga minni inn, típrísurin á uppboðssøluni verður lægri. Men manningarnar sleppa undan at gjalda,uttan at reiðararnir av hesi orsøk skuldu gjalda meira.

Ikki at eg haldi, at landskassin og tess eigari, Føroya fólk, kemur í aðrurøð, tá áhugamálini skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum.

Men í hesum málinum vildu vit knæseta prinsippið um, at tað errættindahavarin einsamallur, sum rindar fyri síni rættindi. Tí tað er barahann, sum hevur ræðisrætt yvir hesum rættindum, og – ikki minni – tí tað annars,orsakað av ymisku býtisprosentunum, ikki ber til at praktisera eina uppboðssøluvið javnsettum keyparum.

Vit gjørdu tí av at strika tann partin av tilfeingisrentuni, sum er íhýrunum – tað er nevniliga ongin ivi um, at manningarnar eisini fáa sín part avtilfeingisrentuni.

Tilfeingisrentan er tað yvirnormala yvirskotið sum stendst av avmarkaðumrættindum at gagnnýta eitt avmarkað tilfeingi, og tað er henni og ikki vanligayvirskotinum hjá reiðaríunum, sum farið verður eftir, bæði tá talan er umuppboðssølu og um veiðigjald.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.