Valiðtil Fólkatingið 2019 fer í søgubøkurnar sum tað valið, har danska yvirvøldinsetti øll segl til, fyri at styrkja vald sítt yvir oyggjum okkara. Av hægsturók løgdu bæði forsætisráðharrin og forkvinnan í Fólkatinginum seg beint útíføroyska valstríðið. Tey vilja vinna mist land aftur!
Hinfyrri við at koma til Føroyar og agitera, hin seinna við at senda øllum ungum íFøroyum, sum skulu velja fyrtu ferð, eina heilsan við persónligari undirskriftí postkassan – heilt fáar dagar fyri valið. At hesi bæði fremstu umboðini fyridanska valdið, hava lagt sítt visittkort í hvørt einasta heim í Føroyum, beintuppundir 5.juni, er alt annað enn tilvild.
Skuluvit so ikki bara yppa øksl og siga, hvat so? Nei! Tí endamálið er heilt uttaninnballing at strika undir, hvør tað er, sum í seinasta enda hevur buktina ogbáðar endarnar. Og hvønn tað er, hesi bæði ynskja sær á Fólkating – nevniligatvey borgarlig umboð, sum ikki eru ov íðin at tala søk føroyinga, men eru yvirpragmatiskarrøddir, sum í seinasta enda halda tað vera í lagið, at danir eiga seinastaorðið, tá um ræður okkara rættindi og ikki minst uttanríkisviðurskifti.
Standiðsaman!
Føroyingarmugu standa saman um eina rødd, sum áhaldandi og hvønn einasta dag á Fólkatingifer at stríðast fyri, at tað vald, føroyingar gjøgnum ættarlið hava vunnið sær,ikki verður mist. Men tvørturímóti, at hvør dagur verður brúktur til at takavið størri ábyrgd, og til at flyta seinastu málsøkini heim.
Uttanmun til, um tú annars stuðlar Tjóðveldi, so er okkara rødd í løtuni hin einastaav teimum, sum hava møguleika at koma á Fólkating, sum er til reiðar at faraallan vegin og í øllum lutum arbeiða miðvíst fyri, at flyta øll rættindiføroyinga higar, tey hoyra heima, nevniliga heim til Føroyar.
Vithava sett okkum sera greið mál fyri arbeiðið á Fólkatingi, og hesum fari eg atarbeiða miðvíst fyri:
- Alla tíðina at vera á varðhaldi, tá mál, ið viðvíðkja okkum,verða viðgjørd og samtykt.
- Áhaldandi og alla tíðina at halda fast við, at rættin til atavgera framtíð okkara, liggur hjá Føroya fólki, og onga aðrastaðni. Tí ferTjóðveldi uttan himpr at krevja, at sjálvsavgerðarrættur føroyinga verðurfráboðaður ST.
- Arbeiða fyri at vinna Føroyum limaskap í altjóða nevndum ogføra ein virknan miðvísan uttanríkispolitikk.
- Dagliga at virka fyri styrktum fólkaræði úti og heima, og fyriat taka altjóða ábyrgd.
- leggja dygga orku í altjoða samstarv um Heimsmálini, og einaumhvørvisvinarliga kós og grøna framtíð.
Vitfara at vera ein virðilig rødd, sum í øllum lutum virkar fyri einumsjálvstøðugum Føroyum, við javnsettum samstarvi við Danmark og onnur lond.
Standiðsaman um eina frælsa rødd á danatingi!
Xvið E – og gott val!
BjørtSamuelsen
valevnitil Fólkatingið
Tjóðveldi