Privatlív og arbeiði til fólk við menningartarni

10 August 2015
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Fólk við menningartarni hava eins og vit onnur tørv á egnum bústaði og eiga at kunna taka virknan lut á arbeiðsmarknaðinum.

Hesi bæði krevja í báðum førum, at tey eru innrættaði í ávísan mun eftir tørvi teirra, sum bera menningartarn.

Loksins er gongd komin á bústaðir til fólk við menningartarni. Í vár opnaðu í Klaksvík 8 av sokallaðu búfelagsskapum til tey við løttum menningartarni. Og fyrsta dagin verður eisini nýtt sambýli til 12 fólk tikið í nýtslu í Klaksvík.

Í Runavík verður somuleiðis nýtt sambýli til 12 og nýggjur búfelagsskapur tikin í nýtslu seinni í ár.

Og nú er tørnið komið til Suðurstreym, har tørvurin er nógv størstur Bæði tí, at onki er bygt har síðani Eirargarð í 1980, og tí at verandi sambýli eru so niðurslitin, at tey eru púra óegnað sum bústaður

Gott er tí, at tað loksins gjørdist semja um hetta í politisku skipanini. Snávingarsteinurin, sum var ein umskipan av Húsalánsgrunninum – sum hóast nógva mótstøðu, men sum Tjóðveldi vildi hava framt - vísti seg at gerast amboðið so verulig gongd fekst á byggingina. Hetta kunnu vit øll fegnast um í dag.

Men tá ið man nú er farin í gongd og velur at halda fram í Suðurstreymi er umráðandi, at man raðfestir økið rætt og við virðing fyri teimum, sum skulu búgva í bústøðunum.

Eitt av ynskjum teirra avvarandi, ið bera brek, er, at tað ikki koma at búgva ov nógv fólk inni á hvørjum bústaði. Gransking vísir, at trivnaðurin økist munandi hjá teimum við menningartarni, um man ikki koyrir ov nógv fólk inn á hvønn bústað.

Her eru tey við menningartarni ikki øðrvísið enn onnur. Trívast vit, so eru vit til nógv størri gagn fyri okkum sjálvi og fyri tað samfelag vit búgva í. Hugflogið veksur, vit avrika meira, vit mennast og eru til nógv størri gleði fyri tað umhvørvi, vit eru partur av.

Tí kann tað skjótt gerast ein dýr sparing at fylla ov nógv fólk inn á hvønn bústað, um hetta gongur útyvir trivnaðin hjá teimum, sum skulu búgva har.

Haldi, at tey á Almannaverkinum og í Almannaráðnum hava gjørt eitt dygdargott fyrireikingararbeiði. Men vit eiga at endurskoða og tryggja okkum, at vit ikki gera ein feil frá byrjan av. Tað vísir seg altíð at verða sera torført at broyta tað, sum er gjørt og eisini tað, sum varð ætlað sum fyribilsloysn.

Ætlanin er at byggja bústaðir til fólk við menningartarni í Suðurstreymi og at 12 til 16 fólk skulu búgva í hvørjum bústaði.

Men gransking og avvarandi siga, at hatta er eitt alt ov høgt tal. Gransking vísir, at 3 til 5 fólk í einum vardum bústaði er hóskandi um trivnaður hjá teimum við menningartarni skal takast við.

Eru fleiri fólk við menningartarni í einum bústaði verða ov nógvar relatiónir at fyrihalda seg til. Trivnaðurin minkar og tær neiligu fylgir, sum standast av vantandi trivnaði økist.

Tí eiga vit at ansa eftir, at vit ikki arbeiða fram eftir fummum á hesum øki.

Atbeiðsmarknaður til tey við menningartarni
Umframt at hava egnan bústað, er umráðandi fyri tey flestu, sum bera menningartarn, at tey eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Tey flestu av teimum við menningartarni hava førleika at geva ávíst íkast til marknaðin og marknaðurin kann soleiðis fáa stóra gleði av teimum við menningartarni. Ikki bara í arbeiðsavriki, men eisini ein víðskygdari hugburð til okkara fjølbroytna samfelag.

Tað, sum er umráðandi er, at man er til reiðar at fyrireika seg til at nóg nógv arbeiðspláss eru tøk á vardum verkstøðum og á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Og at man frá almennari síðu ger tað sum skal til fyri at arbeiðsmarknaðurin er førir fyri at hýsa teimum við menningartarni. M.a við ráðum til arbeiðsplássi, hjálparfólk ella stuðul.

Tey flestu við menningartarni kunnu gera okkurt til gagns fyri arbeiðsplássi. Og bara tað, at tey hava okkurt arbeiði at fara til hvønn dag, økir um teirra lívsgóðsku, trivnað osfr, og so sanniliga eisini um lívsgóðskuna hjá teirra avvarandi.

Samanumtikið fáa vit eitt nógv litríkari og víðskygdari samfelag, um vit hugsa allar borgarar, sum eitt positivt íkast til samfelagið. Tað krevur ávísa fyrireiking, men loysir seg á øllum frontum. Og í síðsta enda eisini í krónum og oyrum.

Annita á Fríðriksmørk