Høvuðsraðfestingin í fíggjarlógini fyri 2012 er ógvuliga greið: Øðiliga nógv til tey, sum hava mest. Einki til tey, sum hava minst. Og alt fyri lista A!
Við hesi fíggjarlógini eru lunnar lagdir undir eitt munandi minni samhaldsfast samfelag. Forskattingin av pensjónum fer at leggja tungar eyka byrðar á børn okkara, men verri er tað, at hesir pengar, sum samgongan velur at brúka nú, ikki verða nýttir til felags gang fyri okkum øll.
Fyri at svara uppá, um fíggjarlógin ger Føroyar til eitt betri samfelag, kann hon vigast út ífrá: Í hvønn mun er hon víðskygd, fremur nýskapanir og skapar arbeiði til tær alt ov mongu arbeiðsleysu hendurnar. Í hvønn mun er hon rættvís, og rættar upp uppá skeivleikar í samfelagnum. Og, í hvønn mun er hon framskygd, og fyribyrgir, at lánsbyrðan gerst so tung, at neyðugt verður at lækka vælferðartænasturnar munandi um fá ár.
Við at forskatta pensjónirnar, fær samgongan 240 milliónir krónur at brúka her og nú. Kortini føra bæði løgmaður og fíggjarnevndarformaðurin aftur og aftur fram, at ikki ber til at fáa føroysku fíggjarlógina at hanga saman, um ikki danir lata okkum 130-200 milliónir afturat. Ja, løgmaður heldur enntá uppá, at tað er hækkaður blokkur, sum skal fyribyrgja hópuppsøgnum!
Raðfesting av pensjónsskattinum
Tað stendur samgonguni frítt at nýta pensjónsskattin til at niðurgjalda skuld, so vit eftir fáum árum kunnu gerast skuldarfrí. Ella at raðfesta vinnumenning, íverksetan og gransking fyri pengarnar. Øki, sum verða niðurraðfest í fíggjarlógini. Ella at vaksa um íløgukarmin, so meira arbeiði kann setast í gongd, og arbeiðsloysið soleiðis minka. Ella til at raðfesta skúla, útbúgving og mentan. Ella almanna- og heilsutænastur, ella til ein skattalætta, sum var samansettur soleiðis, at hann kom øllum borgarum í landinum til góðar. Ikki bert einum avmarkaðu skara. Ella .... ja, til at føra ein politikk, sum hevur onnur fingramerki, enn tey hjá lista A.
Framburður fyri tey útvaldu
Flatskatturin fer uttan iva at skapa optimismu millum tey, sum fáa fleiri túsundkrónuseðlar millum hendurnar nú. Men, rokningin fyri flatskattaøðina, sum tók valdið í tinginum fyri jól, hana koma vit øll at gjalda. Ein ógvuliga sjónligur partur av rokningini verður stættarmunurin, har rivan fer at skrædna til eina djúpa gjógv, uppá heilt fá ár.
Ímeðan vit viðgera eina fíggjarlóg, sum leggur dyggar lunnar undir skjóttvaksandi ójavna, eru ein røð av heimsins búskaparfrøðingum, politikarum og øðrum góðum høvdum savnaði til World Economic Forum í Davos. Eitt kjakevni her er vaksandi ójavnin – bæði innlendis og millum lond. “Tað er alneyðugt, at heimurin alt fyri eitt stillar um og fer undir at endurskapa eina globala kenslu av sosialari ábyrgd”. Orðini eigur Klaus Schwab, sum stovnaði í WEF, og er professari í búskapi.
Men her heima eru vit vitni til, at samgongan við fíggjarlógini staðfestir eina skattaskipan, sum man vera hin mest ósosiala nakað framkomið land í nýggjari tíð hevur samtykt. Tað er hvørki víðskygni, framskygni ella rættvísi!
Bjørt Samuelsen
Tingkvinna fyri Tjóðveldi