Poul ! – Semju heldur enn íspunnið stríð

26 July 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Tíverri ger vaksandi produktión hansara sferuna kring konvertittaklubban, Framsøkn, fløktari fyri hvørja grein, sum spolar niður av stóru hugsjónaðarligu snældu hansara. Fyri at geva rúm fyri alrahanda opportunistum, hevur partíeigarin valt onga stevnuskrá at hava, hetta kann vera skilagott agn hjá gomlum liberalistum, socialistum, sambands- og loysingarmonnum, men hetta tilvildarliga samankókið av áhugamálum kemur skjótt í stríð við seg sjálvt, og tá má Poul brynja seg við eygum í nakkaspikinum, skal hann yvirliva, tí fleiri av eltibløðrunum eru sum leysir knarvar, og áðrenn hann veit av stendur ein muddur feldur inn ímillum rivjabeinini.

Kanuttarnir, sum nú amast uppi á honum, hava verið í leikum fyrr, hava roynt allar politiskar observansar, og teir hava ikki altíð verið so elegantir, táið teir klamsaðu við hurðunum. Onkur hevur speiskliga rópt hesa nýggju losjuna hjá Poul fyri aftursøkn ella sjálvsøkn, men rættari er at siga, at flokkurin er ein skurvblanding av illum og mistrivnaðum hurðaklamsarum.

Kanska hevði rættast verið ikki at svara Poul Michelsen aftur, táið hann fyri kortum valdi at fara í opið víggj við Tjóðveldi um stjórnarskipanarmálið. Tað elvdi bara til, at orð økst av orði, og svarið hjá Poul og fylgisneytum hevur bara eittans endamál, at íspinna meiri stríð millum persónar og flokkar, ið heldur áttu at staðið saman á fullveldisveinginum. Hetta verður helst lagið hjá nýggju politisku losjuni, sum heldur enn at virka fyri onkrum, hevur valt sær frontalt stríð við einasta frælsisflokk føroyinga sum tilverugrundarlag. Bara skurvblandingin ikki fer at taka orðini hjá Jóannesi Bónda til sín, sum vørumerki, at: “.....nútíðar føroyingar yvirhøvur eru politiskir mistrivningar, leysari á knóranum enn nakrantíð áður.”

Hvussu meiningsleyst hetta íspunna stríðið er, sæst bert og best við at lesa orðaskiftið higartil. Poul byrjaði við at skriva, at Tjóðveldi átti at ásanna veruleikan og tær lógir, ið vit virka eftir – harundir donsku grundlógina. Sjálvur royndi eg at sláa fast, at Tjóðveldi fer aldri – tað er indiskutabult – at biða Føroya fólk, á eini fólkaatkvøðu, um at virða ella at ásanna ella at góðtaka donsku grundlógina sum rættargrundarlag í Føroyum – hesa lóg, sum fólkið jú ongantíð hevur samtykt sum sína egnu.

Fyri einum ári síðani vóru allir flokkar á tingi samdir um eitt uppskot, sum ikki dróg aðra og fremmanda (danska) lóggávu inn í okkara stjórnarskrá, - uppskotið bygdi á veruligt føroyskt fólkaræði. Tá stóð m.a. neyvt orðað, at føroyska stjórnarskipanin er yvir øllum øðrum lógum og at allar aðrar lógir skulu virða okkara stjórnarskipan, um fólkið samtykkir hana á fólkaatkvøðu.

Stóra miseran er, at hetta varð strikað og broytt, soleiðis, at ístaðin var sett inn, at føroyska stjórnarskipanin skuldi virða aðra lóggávu, ið er sett í gildi fyri Føroyar. Tað var serliga hetta sum Tjóðveldi staðiliga mælti frá at gera, heldur vildu vit royna at fáa semju um greiðar ásetingar, ið staðfesta, at okkara lóg skal vera evsta lóg í landinum.

Nú kemur Poul Michelsen í seinasta svarinum, sum ketta úr høvdatrogi, og heldur uppá, at Tjóðveldi hevur drigið donsku grundlógina inn í málið. Hartil postulerar hann nú, beint ímóti egnari kúvending hetta seinasta árið, at annars skal okkara stjórnarskipan verða omanfyri allar aðrar lógir.

Nú standa helst fleiri enn undirritaði spyrjandi og siga: Hvør er so trupulleikin? Hví skuldi tað so partú strikast, at allar aðrar lógir skulu virða føroysku stjórnarskipanina? Og hví hevði tað tá so stóran týdning fyri Poul Michelsen, bara fyri mánaða síðani, at orðingar skuldu inn í stjórnarskipanina, har ásett verður, at okkara stjórnarskipan heldur skal virða aðrar lógir?

Hinvegin, so er tað kortini at fegnast um, at Poul nú skrivar hetta. Eitt tekin um, at politiska kumpassin í hvussu er hevur stabiliserað seg eina løtu. Velja vit at trúgva honum hesaferð, tá hann sigur: “.....annars skal okkara stjórnarskipan verða omanfyri allar aðrar lógir.....”, so eru vit samdir, og nýggi partíeigarin skal ikki ivast í, at Tjóðveldi framhaldandi og áhaldandi og heilt og fult tekur undir við, at seta beinleiðis inn í lógina, at hon er evsta lóg í Føroyum, og hartil at vit als ikki nevna ella tosa um danska grundlóg, heimastýrislóg og annað mangt sum er eini føroyskari stjórnarskipan óviðkomandi og í minsta lagi eru undirgivnar fasettir í stjórnarmálinum.

Poul ! – Heldur enn at spinna ósemjur í, lat okkum so taka lógvatak saman um hetta meginmálið. Við hesum orðum heiti eg hervið á Poul Michelsen, tingmann, um saman við okkum at leggja upprunauppskotið um stjórnarskipan fyri tingið, nú eftir Ólavsvøku, og gera málið liðugt einaferð fyri allar og í semju.