Popputar reklamur bjarga ongum búskapi

26 October 2011
Skrivað hevur

Tað hevur gingið so illa, at “Føroyar eru á vandakós”, sum formaður floksins sjálvur orðar tað. Ikki var gamalt, at stjórnarflokkur soleiðis kolldømir síni egnu avrik.


Tjóðveldi ætlar at brúka “milliardir” til universitet! Hetta er ein av meira skemtiligu ræðsluboðskapunum frá Javnaðarflokkinum. Meira álvarsamt er tað, at flokkurin, sum hevur átt løgmann og fíggjarmál, nú lovar at bjarga landinum av einari kós, teir sjálvir hava lagt! Høvuðsamboðið er álop á aðrar flokkar, og ein skattalætta, sum onga tvørpolitiska grund hevur at standa á.


Alt, sum átti at hent
Í 8 ár hava vit bíða eftir nýskipanum, so hetta landið verður skipað meira effektivt, so kostnaðarstøðið kann lækka og so trivnaðurin kann vaksa. Men, her er lítið hent, hóast ABC hevur havt stóran meiriluta á tingi.

Fiskivinnan er ikki fingin á føtur. Arbeiðsloysið er sloppið at vaksa. Eingi nýggj arbeiðspláss eru skapt. Fráflyting er ikki vend til tilflyting. Vit hava bíðað eftir nýskipanum í skatti, bústaðarmarknaði, kommunubygnaði, skúlum, pensjónum og almennari umsiting. Tá Tjóðveldi valdi at fara í samstarv við minnilutastjórnina, fingu vit loksins sett skjøtul á nakrar teirra. Men, tey størstu tøkini eru fyri framman.

Sterkar alliansur neyðugar
Hallið á fíggjarlógini er ein hálv milliard. Og Javnaðarflokkurin leskar við skattalætta, eisini til teirra, sum forvinna 65 000 um mánaðin. Nøkur heilt fá skulu gjalda. Eingin, heldur ikki útisiglarar, fara at góðtaka, at skula áleggjast eitt ógvusligt gjald, fyri at fíggja lættan til onnur, eisini vællønt. Í ringasta føri kann tað fáa raktu familjurnar at flyta av landinum.

Allir flokkar vilja hava skattatrýstið niður. Tað kann einans gjøgnumførast í einari haldførari politiskari semju. Áleypandi lýsingarátøk fremja ongan skattalætta. Og tað vendir ongum búskaparhalli. Støðan er alt ov álvarsom til slíkt skemt, sum sýnir væntandi vilja at taka støðuna í álvara.


Okkum tørvar flokkar, sum vilja byggja brýr og skapa sterkar alliansur, sum veruliga megna at loysa stóru avbjóðingar fyri framman! Tjóðveldi bjóðar til samstarv við teir flokkar, ið vilja átaka sær eina tunga og neyðuga ábyrgd at fáa búskapin aftur á føtur!


Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.