Politiskur samleiki ella opportunisma

22 August 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Man tað fara at hjálpa uppá politiska identitetstrupulleikan í Javnaðarflokkinum, at Sjúrður Skaale gerst partur av flokkinum?

Ongin ivi skal verða um hansara gávuriku evni. Men eg eri bangin fyri, at hann fer líka so nógv eftir teimum signalum, sum eru uppi í tíðini, sum Javnaðarflokkurin vanliga ger, tá ið flokkurin ikki veit, hvat hann skal meina um ymisk mál. Og tað styrkir ikki flokkin politiskt. Bara opportunistiskt!

Er flokkurin til vinstru ella høgru? Til vinstru, sigur Eyðgunn! Nei, nei Klassakampurin er av, sigur formðaurin, og so stuðla tey skattalættum til tey ríku.

Er flokkurin so sambandsflokkur ella fullveldisflokkur. Anopaa! sigur formaðurin, nei nei vit eru samríkisflokkur, men vit vilja av við blokkin í takt við búskaparvøksturin. Og dog!

Og so kemur Sjúrður Skaale, sum fyri 14 døgum síðani bedýraði sín stuðul til Flat-tax skattin hjá Fólkaflokkinum. Ein skattaskipan, sum framsøgufólki hjá Javnaðarflokkinum (tann dagin) sáplaði niður.

Men í tíðindaskrivi í dag, sigur flokkurin, at tey eru samd við Sjúrð Skaale í skattamálum.

Er tað so høgrasinnaði flattax-skatturin hjá Fólkaflokkinum, sum Javnaðarflokkurin nú er á veg eftir, ella hevur Sjúrður Skaale broytt støðu frá tí, sum hann segði fyri 14 døgum síðani.

Vit vóru nógv sum væntaðu at Sjúrður Skaale var á veg upp í Framsókn, tí hann hevur grundgivið við so borgarligum sjónarmiðum í seinastuni. Men so var ikki, hann fór aftur í Javnaðarflokkin.

Um tað er tí, at hann sær sær ein størri møguleika at verða valdan inn á Fólkating á listanum hjá Javnaðarflokkinum enn álistanum hjá Framsøkn, veit eg ikki.

Man skuldi nú ynskt at fólk plaseraðu seg har, tey vóru sannførd politiskt, og ikki bara har tey síggja sær eina taburett.

Men við ynskjum um gott samstarv ynski eg Sjúrði Skaale góða eydnu. Politiskt!

Annita á Fríðriksmørk