Politiski veruleikin um yvirtøku av útlendingamálum

28 September 2011
Skrivað hevur

Mánakvøldið var eg ikki til staðar í tingsalinum tá Løgtingið uttan orðaskifti atkvøddi um at yvirtaka útlendingamál og marknaðareftirlit. Málið fall við 2. viðgerð, og síðani hava fleiri kappast um at vísa á “skandaluna,” at nøkur tjóðveldisfólk vóru orsøk til, at tað hendi. Veruleikin er, at yvirtøkan hevði ongan reellan møguleika at koma ígjøgnum hesumegin valið.

Undan viðgerðini varð eitt uppskot um at víkja frá øllum tíðarfreistum felt. Hetta merkir, at málið skuldi bíða tveir dagar, tvs til mikudagin, fyri at koma til 3. og endaligu viðgerðina. Men øll í tinginum vistu, at val fór at verða skrivað út týsdagin.

Fyri okkum hevur tað havt avgerandi týdning at fáa gjøgnumført tey seinastu málini, sum vit høvdu gjørt semju við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at fáa gjøgnumført áðrenn valið, m.a. bústaðarpakka við lóg um Húsalánsgrunnin og lutaíbúðir.

Hevði tað verið samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, so yvirtøkan av útlendingamálum kundi avgreiðast, so hevði Kaj Leo Johannesen eftir øllum sannlíkindum skrivað út val. Og tá høvdu vit mist málini, sum vóru komin undir land, á stokkinum. Og útlendingamálini høvdu óansæð ikki verið samtykt, tí tey vóru ongantíð komin til 3. viðgerð.

Soleiðis er beiski politiski veruleikin. Eg kann bara harmast um tað sera óhepna signal, og at eg ikki var til atkvøðugreiðsluna. Men, uttan mun til, hvussu eg hevði atkvøtt, so høvdu útlendingamálini ikki verið yvirtikin hesumegin valið.

Eg kann lova at gera mítt til, at útlendingamálini verða yvirtikin. Samstundis fegnist eg um málini, okkum eydnaðist at fremja.

Bjørt Samuelsen
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.