Hetta fall so Helga Abrahamsen fyri bróstið, og spyr hann meg í grein í kvøld nakrar spurningar, sum allir forrestin eru svaraðir óteljandi ferðir bæði í greinum og røðum, og er tí ongin orsøk at endurtaka tað her.
Og svarini kennir hann , um hann lesur líka nógv, sum hann skrivar.
Men samanumtikið, so spyr Helgi, um 5% nú bara er ein pirra?
Hatta var nú myndatala, Helgi, og tær verða ofta forstørraðar. Men 5% í einum búskapi er altso ikki meira enn 5%.
Essensurin í greinini var
at vísa sambandsfólkum á tann týdning, sum tey 95 % hava, sum føroyingurin skapar. Er Helgi ósamdur í hesum? Um hann er samdur, hví skrivar hann ongantíð um tað virði, sum føroyingurin skapar hvønn einasta dag. Tá hann dagliga hálovar teimum 5%unum, sum er gjald fyri at vit lata fullveldi okkara av hondum.
Tað skal ikki nógv flog til at seta spurningar, men hevur Helgi nakað svar?!
Veit ikki hvussu útbreidd máliskan: ”pirraði í tær” er kring landið. Men meg minnist sum barn, at børn í Fuglafirði ofta tóku soleiðis til, tá ið tey høvdu lumpað onkran.
Pirraði í teg!, søgdu tey forhánisliga, og sum takk fyri seinast, og sum svar uppá, at hin hevði verið órættvís(ur), . Orðið pirra er nokkso stuttligt orð, og er tað tí akkurát nakað fyri Helga at taka uppfrá og seta sjóneykuna á. Stuttligur er Helgi, tað skal hann eiga. Men eg taki nú eisini reaktiónina, sum váttan fyri, at restin av greinini mundi seta seg á eitt turt stað. So, pirraði í tær, Helgi!
Annita á Fríðriksmørk