Pilka heimsins nalva

23 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Vágoyggin er tað økið í Føroyum, sum er vaksið skjótast seinastu árini. Vøksturin var góð 5% seinasta ár.

Síðani undirsjóvartunnilin kom, er Vágoyggin ikki longur ein isoleraður útjaðari, men ein náttúrligur og integreraður partur av meginlandinum, og sæst hetta aftur í fólkatalinum.

Røddir hava verið frammi um, at skulu Føroyar røkka málinum, at hava 55.000 fólk í 2020, skulu 4-500 av tí vøkstrinum vera í Vágum.

Eg eri sannførdur um, at hetta kann røkkast – og fleiri enn tað – um ein ferðavinnudepil í Vágoynni verður raðfestur, tí hetta skapar arbeiðspláss og lærupláss. Saman við øktum ferðafólkatali, sum rættiliga sannlíkt kemur eftir at longdi flogvøllurin verður tikin í nýtslu, hevur Vágoyggin orsøk til at vera bjartskygd.

Ein depil í Vágoynni eigur at verða settur á politisku dagskránna, og Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið eiga at arbeiða fyri at fáa hetta í lag saman við kommunum í Vágoynni, soleiðis at møguleiki er at hava á einum staði:

• útbúgvingar innan ferðavinnu
• maritimar útbúgvingar
• høli til fyrilestrar og ráðstevnur
• høli til Vága Kunningarstovu og Ferðaráð
• samstarv við Flogvøllin, Krígssavnið og aðrar viðkomandi stovnar

Við hesum var alt, sum samskipar og eyðmerkir ferðavinnuna, miðsavnað á einum øki, og vildi hetta ment Føroya land.

Vit eru øgiliga dugnalig at lýsa Føroyar úteftir, men penir og snøggir faldarar eru ikki nóg mikið.

Vit mugu eisini hava nakað meiri at bjóða teim, sum koma her, og tann servitan, sum ein slíkur FerðavinnuDepil skapar, leggur lunnar undir eina alsamt vaksandi ferðavinnu, ið skapar alsamt fleiri vinnuligar møguleikar.


Petur Pólsson
Valevni Tjóðveldis

Petur Pólsson