Persónliga profeleringin og takk fyri seinast, Fólkaflokkurin!

24 October 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Men tá ið Edmund Joensen nú er fólkatingsmaður og løgtingsmaður, fyrrverandi løgmaður, fyrrverandi løgtingsformaður og fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, so kann andstøðan ikki bara hyggja at, eftir eina nú miseydnaða roynd at fyrigykla føroyingum hansara megi at lima okkum inn í ES.

Eitt skal Edmund tó eiga, hann dugdi væl at fáa ta profileringina burturúr, sum hann ætlaði. Allir loftmiðlar var á tremur allan dagin um henda úrmælingin, sum saman við Olli Rehn í einum óformellum práti í Brússel hevði slóðað okkum limaskap inn í ES. Henda profeleringin við yvirskipaðum málum hevur eisini eyðkent Edmundsa stíl seinastu tíðina. Við lesarabrøvum eftir lesarabrøv á professionellum støði hevur hann verið við til at sett dagsskránna seinasta hálva árið, síðan hann kom á Fólkating.

Og hesa ferð fekk hann sjálvan løgmann at bjóða til tíðindafund. Snildur. Edmund, altso! Tá løgmaður bjóðar til tíðindafund, noyddist fjølmiðlaheimurin at taka fundin í álvara og møta væl upp. At so fjølmiðlanir eftir fundin fingu at vita frá løgmanni sjálvum, at løgmaður, sum hevði boðið til fundar og boðið vælkomin, onki hevði við fundin at gera, sigur ikki onki um støðið. Men vísti samstundis evnini hjá Edmundi. Snildur. Hann kláraði at lumpa bæði fjølmiðlarnar og løgmann.

Og professionellur sá tíðindafundurin út til at vera. Power point og slide show og væl soigneraðir sambandsmenn. Haldi ikki, at Edmund sjálvur er tann stóri KT-maðurin, men í mongum eru evni duld, so líka veit eg. Í øllum førum sá tað professionelt út, og kanska hevur hann fólk til tað, hann ikki sjálvur kann, men tað er jú eisini professionelt. So har er onki at fara eftir.

So er tað Fólkaflokkurin, sum allan gjárdagin var undir øgiligum trýstið, tí løgmansflokkurin arbeiddi kontra inni á økinum hjá Fólkaflokkinum. Hóast teir royndu at sláa tíðindafundin upp í glens, var ørkymlanin týðilig. Men A-liðið royndist drúgvari í hesum leiki. og hesa ferð var fyrimunur teirra hepnari enn vitið. Onkur vakin svf-ari var farin at kanna ekvivalensin millum Edmund og Olli Rehn.

Nú varð Edmund tikin av fótum. Olli Rehn kendi onki til hesar ábendingar, sum Edmund hevði fylt føroyingar við allan gjárdagin. Og so var tann seinasta luftin farin úr ballónini. Men tað var spennandi, so leingi tað vardi.

Í morgun sigur Biggi, formaður Fólkafloksins á tingi, at tað líkist ongum, soleiðis sum Sambandsflokkurin klattrar, sum Biggi málber seg, inni á fólkafloksøkinum. Men her kundi Biggi hugt aftur til fyrra skeiðið hjá ABC. Tá provokeraði núverandi uttanríkisráðharri føroyinga nærum dagliga táverandi fiskimálaráðharra Sambandsfloksins og Sambandsflokkin allan, tá Jørgen ferðaðist um allan heim við fiskivinnupolitikki føroyinga, meðan Bjørn Kalsoy royndi at sløkkja eldar í fmr.

Í so máta var tíðindafundurin í gjár eisini eitt takk fyri seinast, Fólkaflokkurin!

annita