Pensjónsnýskipan alneyðug – nú !

27 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Breið semja neyðug
Eitt av mest átroðkandi málunum er pensjónsnýskipanin. Alneyðugt er, at vit eftir valið fáa eina politiska leiðslu, ið megnar at finna semjur tvørturum politiskar flokkar, fakfeløg og arbeiðsgevarar, soleiðis at vit m.a. fáa sett í verk eina pensjónsskipan, ið kann tryggja øllum eina trygga pensjón nú og framyvir.

Stór avbjóðing fyri framman
Hagtølini vísa greitt, at vit stíla móti sera stórum avbjóðingum – um vit ikki venda verandi gongd.
Við verandi fólkasamanseting vísa framskrivingar, at meðan vit í 2010 høvdu um 4 føroyingar í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, so er hetta talið longu í 2040 komið niður á 2 føroyingar í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist. Samstundis vísa metingar fyri livitíð, at livitíðin hjá føroyingum fer at hækka munandi komandi árini. Hetta merkir, at pensjónsárini gerast fleiri og tørvurin á pensjón størri.

Pensjónsnýskipan sum skjótast
Skulu vit tryggja øllum eina góða pensjón í framtíðini er alneyðugt, at vit sum skjótast fáa sett í verk eina pensjónsnýskipan.


Tað eru vit sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at skipa okkara samfelag so væl sum møguligt.
Latið okkum fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá - nú.


Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Les meira um hjartamál og mangt annað á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo