Páll limur í starvsnevndini

28 November 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á fundi í tingbólkinum í vikuni, bleiv Páll á Reytnatúvgu valdur í starvsnevndina.

Løgtingsformaðurin hevur havt fleiri álitissessir í politiska arbeiðinum umboðandi flokkin, hetta er tó fyrstu fer at hann er partur av politiska baklandinum í flokkinum, sum limur í starvsnevndini.

Starvsnevndin virkar mótvegis restini av aðalstjórnini og flokstinginum.
Páll nevnir, at hann í starvsnevndararbeiðinum vil leggja dent á at upplýsa um arbeiði í tingbólkinum, og tryggja at tingbólkaarbeiði alla tíðina er væl upplýst í politiska baklandinum.

Starvsnevndarlimir eru partur aðalstjórnini sum er evsta vald floksins millum floksitingini.

Meira um sama evni

No items found.