Hetta er ein lítil vøkstur í mun til verandi fíggjarár, og samanborið við fleiri aðrar kommunur verður Klaksvíkar kommuna framvegis bílig at reka.
Í verandi fíggjarári er støðan nú heldur betri enn væntað; einar 10 milliónir fara væntandi at leypa av, tá árið er farið aftur um bak –sjálvandi treytað av, at vøksturin komandi mánaðirnar verður hin sami.
Verandi fíggjarætlan er sera tepur, og ilt er í mongum førum at fáa peningin at strekkja til og at halda virksemi á nøktandi støði. Hetta varð sum flest øllum kunnugt gjørt, tí fíggjarstøða kommununnar var serliga ring. Arbeiðið í kommununi hevur tískil alla setuna verið merkt av hesum: at raðfesta harðliga, at fáa sum mest burtur úr og at spara hvørja einastu krónu, sum til hevur borið. Hetta hevur verið gjørt við meir og minni hegni, kann man siga. Sumt hevur riggað væl, serliga tað, ið hevur havt breiða politiska viðgerð. Og hinvegin hevur sumt verið skundað ígjøgnum, so fleiri mál tíverri hava verið aftur á skrá, óneyðuga tvær ferðir.
Allir partar í býráðsarbeiðinum hava tikið ábyrgd í fíggjarmálum. Minnilutin hevur ikki á nakran hátt valt at leggja seg tvørt fyri, tá sparingar hava verið á skránni, tí býurin og borgarin hava havt fyri neyðini, at allir partar hava samstarvað til tess at fáa heildar ætlanir. Tískil tóku vit fegin um endan, tá meirilutin ikki megnaði at fáa atkvøtt sína fíggjarlóg fyri 2010 ígjøgnum. Uttan himpr løgdu vit rygg til at loyva hægri skattatrýsti og at gera stórar íløgur í ellisheim, hóast vit saktans høvdu kunnað spælt fríspæl og á tann hátt havt borgarans tekki. Og hetta varð eisini gjørt uttan treytir, alt fyri at vísa ábyrgd.
Tað kom tí sera dátt á okkum í minnilutanum, tá endurskoðanin av fíggjarætlanini kom fyri, og meirilutin sjálvur býtti tær fáu milliónirnar sínámillum, ið nú vóru tøkar, uttan at minnilutin fekk nakra ávirkan. Alt nevndararbeiðið við miðvísum raðfestingum hevði í nógvar mánaðir verið stílað í semju í móti hesi endurskoðan í mai mánaði, so borgarin kundi vænta sær eitt sindur rúmari ræsur, um fíggjarstøðan loyvdi hesum. Men tá so gjørligt var at fremja onkrar neyðturviligar broytingar, tá var ikki tørvur longur á minnilutanum.
At vit ikki júst vóru samd um, í hvussu stóran mun vit áttu at brúka pengar, tað er ein onnur søga. Okkara støða var greið, at pláss ikki er til stórvegis virksemi, og mæltu vit tí til varligar loysnir. Tí fíggjar- og likviditetsstøðan í kommununi er als ikki góð. Ósemja um raðfestingar er jú tað, ið skilir flokkar, men haðani frá og als ikki at sleppa upp í fíggjar arbeiðið, tað man vera nakað óhoyrt í politikki.
Eins og allir hinir býráðslimirnir, havi eg sjálv tikið undir við fíggjar karminum fyri komandi fíggjarár. Og eg havi gjørt greitt, at hetta verður við tí í væntu, at okkum í minnilutanum verður unt mikið meira av politiska rúminum í komandi fíggjarætlanar arbeiði. Og mín vón er framvegis, at tað ættarliðsskiftið, ið var kommununi fyri til seinasta val, fer at gagna borgarum og fólkaræðinum mikið betur. At meirilutin í størri mun fer at byggja brýr heldur enn verjugarðar, so borgarin fer at merkja, at ágóðin fer at koma øllum borgarum í kommununi til góðar.
Við vón um gott samstarv og felags ábyrgd,