Óskerd atgongd til sjóvinnuútbúgvingarnar

18 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur arbeitt við stórum ætlanum um umfatandi broytingar av føroysku sjóvinnuútbúgvingunum. Eftir hennara ætlan skulu skipara- og maskinistútbúgvingarnar flytast í ein maritiman depil í Klaksvík. Men skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar skulu verða bachelorútbúgvingar á Fróðskaparsetrinum í Havn, har upptøkukravið verður ein miðnámsskúlaútbúgving.


Verður hetta framt í verki, fer tað at ganga út yvir tilgongdina, rekrutteringina, av føroyskum yvirmonnum.
Serliga við skipsførarunum verður hetta ein trupulleiki, tí í verandi skipan er skiparaprógvið atgongumerkið til skipsføraraútbúgvingina. Hetta hevur eisini verið vanliga leiðin hjá einum hópi av føroyskum yvirmonnum: Eftir loknan fólkaskúla at sigla sum dekkari við fiskiskipi í nøkur ár, síðani á skiparaskúla og so víðari til skipsførara.


Verður kravið nú, at ein miðnámsskúlaútbúgving skal til fyri at sleppa at lesa til skipsførara, so verður tað um fá ár ongin, ið tímir at taka eitt vanligt skiparaprógv, og tá verður skjótt trot á fiskiskiparum.


Tí vil eg virka fyri, at tað framhaldandi skal bera til at taka tær hægru føroysku sjóvinnuútbúgvingarnar við somu upptøkutreytum sum nú.


Ingolf S. Olsen, valevni fyri Tjóðveldi