Opið bræv til landsstýrismannin í Innlendismálum, Jørgen Niclasen

5 August 2015
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

Leita ikki eftir umberingum, far til verka!

Nú eru góð tvey ár síðani at eg, eftir at ein skopuningur hevði gjørt meg varugan við støðuna, setti skrivligan fyrispurning um støðuna við innsiglingini til Skopunar Havn, har grótkastið hevur lagt seg í innsiglingina.

Avleiðingin er ikki bara at siglingin hjá Teistanum verður órógva í ólukkumát, men sanniliga eisini at vandi er á ferð við skipi, manning og ferðandi.

Hóast roynd at bøta um støðuna í fjør, so er støðan í ár uppaftur verri. Ætlanin at gera ábøturnar kann ikki bíða eina løta afturat. Till tess er vágin fyri skip og fólk alt ov stórur.

Hettar er ein neyðstøða, og tá hevur fíggjarnevndin bráðfeingis heimild at veita játtan við fíggjarnevndarskjal.

Her er ikki at drála, men at fara til verka í stundini, og rudda innsiglingina, so ikki skaði hendur. Ongantíð ov skjótt!

Virðiliga

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður