Undanfarna býrað fór undir at gera ein orkupolitikk og vit settu arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu málið at skerja útlátið kundi røkkast. Vit samtyktu fyrsta orkupolitikkin i søgu kommunurnar, at skerja 50% av co 2 í 2025 i mun til útlátstølini i 2016.
Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti politikkinum. Ja, tað er rætt : Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti, at kommunan fekk ein orkupolitikk.
Vit fingu sett 5 mió kr til orkupoltikkin i 2019 og 4 mió i 2020. Hetta var ein byrjan, men langt frá nokk, men eisini hesum atkvøddi javnaðarflokkurin imóti. Nú standa 2 mió á figgjarætlanini fyri 2022, so tað er eyðsýnt at meirilutin ikki raðfestir grøna orkuskiftið.
Meirilutin hevur felt øll uppskot sum minnilutin - við Elsu Berg á odda – hevur lagt fram á grønu leiðini, m.a:
- At endurbøta vátlendi í kommununi og gera ætlan fyri at verja lívføðiligt margfeldi
- At gera ætlan fyri orkuskiftið hjá húsarhaldum í TK, herundir at banna at oljufýringar verða settar upp í nýggjum íbúðarøkjum
- At seta pengar av til at gera Havnina til góðan súkklubý (tvørturímóti verða pengar vit settu av brúktir til annað)
Hetta er støðan.
ONGIN GRØN LEIÐ - Sitandi býráð fellir øll grøn uppskot
3 October 2021
Meira frá sama høvundi
No items found.
Meira um sama evni
No items found.