Óluva Klettskarðspyr nú hvussu langt Mentamálaráðið er komið við at fáa føroyskt mál inn ísamskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur.
25. mars verður faðirin at móðurmáli okkara, V.U.Hammarshaimb, 200 ár. Og vit fara at hátíðarhalda ta óvanligu støðu, pinkulítlatjóðarmál okkara hevur, at bert eini 80.000 fólk tosa føroyskt.
Tingkvinnan hjáTjóðveldi fer á tingfundinum í morgin 20. Mars kl. 10.00 at seta munnligafyrispurningin til landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Honnu Jensen.
Fyrispurningarnir eru:
- Hvussu langt er MMR komið at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi?
- Landsstýrið setti málmenning hjá børnum í miðdepilin í 2018 við endamálinum at økja um tilvitið hjá teimum, sum eru um smæstu børn okkara. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða við málmenning og skulu vit vænta okkum at stig verða tikin at fáa móðurmálinum betri sømdir?
Viðmerkingar:
Undanfarna samgonga samtykti uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um føroyskt mál í samskiftistøknini, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.
Ein týðandipartur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá2007 snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum ísamfelagnum, og málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verðaføroyskað.
25. mars verður faðirin at móðurmáli okkara, V.U.Hammarshaimb, 200 ár. Og vit fara at hátíðarhalda ta óvanligu støðu, pinkulítlatjóðarmál okkara hevur, at bert eini 80.000 fólk tosa føroskt.
At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnuvera við í. Enskt mál erráðandi á hesum øki, og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orkaverður brukt at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál, og flest vanlig forriteru í dag týdd til skandinavisk mál. Men her eru vit so dyggiliga eftirbátar.Uppgávan kann tykjast krevjandi, men hon er alneyðug fyri okkum, skal málokkara varðveitast og verða virkið á øllum økjum.
Fartelefonin er týðandi frambrot á samskiftisøkinum, ogalsamt fleiri og alsamt yngri børn eru telefonbrúkarar. Teldutøknin og alnótinhava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá børnum, og stuttleikaídnaðurin við telduspølum, filmum ogmargmiðlaframleiðslum vendir sær til føroyingar á útlendskum máliburturav. Og hjá børnunum og teimum ungu styrkir ensktsína støðu fram um okkara móðurnál, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Taðeru børnini og tey ungu eru tey, sum leggja lunnar undir framtíðarmál ogframtíðarmálbroytingar